Í 60 ár spældi Charlton Heston (1923-2008) í hundrað Hollywoodfilmum, kendastur í bíbilskum leiklutum sum Móses í The Ten Commandments (1956). Árini 1998-2003 varð hann formaður í amerikanska byrsufelagnum, The National Rifle Assiciation, ið er sterkasti trýstbólkur í amerikanskari søgu. Nú stendur felagsskapurin fyri falli, rýmur hann ikki úr New York.
Hvussu ber tað til, at amerikanskur tjóðskapur er so knýttur at vápnum, at fimm milliónir savnast um eitt byrsufelag, ið hevur djúpastu politisku røtur við 150 árum á baki?
Ein persónlig forsøga er, at í 1984 var Listafólkastevna í Fuglafirði. Listafólkasambandið, sum tá hevði hesi frálíku tiltøk í skiftandi støðum, einaferð um árið, hevði boðið Filmsfelagnum at útvega og innleiða nýggja heimildarfilmin Fugl Fønix hjá danska Jon Bang Carlsen (f.1950).
Filmurin var um ein amerikanskan vjetnamhermann, James Jarrett, ið varð rýmdur úr býnum, tí har var løggan ikki longur at stóla uppá. Nú galt um at verja familjuna og sova við revolvara undir høvdapútuni og hvønn morgun at bekenna seg til amerikanska flaggið í túninum á bygd, tí hvørja løtu, tú visti ikki nær, fór alt at eksplodera í einum eldhavi av fremmandum yvirgangi.
Tí var um at verða til reiðar.
Tey fremmandi høvdu skyldina og bara tú kundi verja borg, tú og tín seksløbari. Undirheitið á donsku filmsplakatini var ”At tøve er at dø”. Filmurin varð sýndur í skúlanum og síðan hesa løtu í brekkuni í Fuglafirði havi eg verið bitin av amerikanskari tjóðskaparkenslu.
So spenna vit fjøðurin og lata eina dagsaktuella byrsusøgu koma í skotmála.
Sterkasti amerikanski trýstbólkurin, The National Rifle Association, lobbyistarnir, sum altíð hava havt krókapolitikarar at tala sakina hjá byrsuni, riggar nú av í New York og rýmir til Texas.
Í einum tíðindaskrivi sigur byrsufelagsskapurin sjálvur, at heimspressan ber fake news um tey, ið sum eingin annar á fløtu jørðini eru tjóðskaparligar og gudsóttandi fyrimyndir, ið vilja verja grundlógartryggjaða rættin at bera vápn, sum tilskilað í The Second Amendment, øðrum grundlógarískoyti:
“Misleading reports exist about several legal matters involving the NRA. This website presents key documents and facts - to set the record straight and allow the public to judge for itself.”
Víðari sigur amerikanski byrsufelagsskapurin, at einki uttan korruptión og eitt eitrandi umhvørvi í New York er orsøkin til at fólkakæri byrsufelagsskapurin nú flytur til Texas, har umhvørvið er meira hóskandi til virksemið. Orsøkin til bráðflytingina er orðarætt:
“a corrupt political and regulatory environment in New York. The move will enable long-term, sustainable growth and ensure the NRA’s continued success as the nation’s leading advocate for constitutional freedom - free from the toxic political environment of New York.”
Amerikanski byrsufelagsskapurin hevur 150 ár á baki, og ræði á ikki færri enn 5 milliónum limum. Tað sigur felagsskapurin sjálvur við hesari staðfestandi lýsing á heimasíðuni í dag:
“Established in 1871, the National Rifle Association is America’s largest and oldest civil rights organization. Approximately five million members strong, NRA continues its mission to uphold Second Amendment rights and is the leader in firearm education and training for law-abiding gun owners, law enforcement and the military.”
Nú er tó sáddur væl grundaður ivi, um virksemið hjá trýstbólkinum tolir dagsins ljós, tí fyrisingarliga kontórið í New York hevur søkt um trotabúsviðgerð meðan tey brúka neyðútgongdina at flyta burtur.
Komið er framm, at ikoniska byrsufelagið, ið er ímyndin av amerikanskari tjóðskaparkenslu og -atferð, hevur rindað smáar 400 milliónir krónur í trý ár fyri marglætisferðir hjá nevndarlimum og teirra familjum til Bahamas og aðrar baðistrendur. Staturin New York hevur stevnt byrsufelagið fyri henda svindil og annað humbukk.
Flytir riflukontórið í annan stat, kunnu the triggerhappies, sleppa undan rættarsókn í New York, sum helst fer at gera enda á korrupta felagsskapinum. Helst er tað júst tí, at byrsufelagið, sum nú sjálvt er komið í skotmála, boðar frá, at nú er lagaliga løtan at flyta - til Texas.
Har lýsa tey nú við ársfundi og patrón- og byrsumessu fyri allari familjuni - og keyptar politikarar eisini, skilst - í Houston, Texas 3.-5. september í George R. Brown sentrinum.
Í fótnotuni á heimasíðuni forvissar byrsufelagið okkum um, at tey enn eru trygdin fyri sonnum og sunnum amerikanskum tjóðskaparstrevi:
“Together with our more than five million members, we're proud defenders of history's patriots and diligent protectors of the Second Amendment.”
Hesin felagsskapur, abortmótstandarar, filmsídnaðurin, pressan, myndlistin, amishfólkið og vegakervið ger tað so fantastiskt at ferðast í hesum mest mótsetningsfylta landi í verðini. Tí bíði eg bara eftir at Atlantsflog fer at flúgva beinleiðis hagar.
Vágar og hagar.
Come on!