Í einum stuttfilmi, sum skal upplýsa donsk lesandi um týdningin av donskum í Føroyum, brúka donsku filmsframleiðararnir tað sum eitt sannførandi frásøgusnildi, at øll í skúlastovuni peika upp, tá ein føroyskur lærari, enntá við tjóðveldisnavni, spyr, hvør ætlar sær til Danmarkar einaferð á lívsleiðini.
Soleiðis er at vera lítil. Small er faninme ikki bjútiful.
Men summi, sum eru hundrað ferðir størri, halda tað vera ein ævinligan stuttleika at blaka tílík stríðsepli á føroyska pallin, og samstundis leggja ertandi smáfeilir afturvið. Hvør feilurin er á hesari myndini, kunnu tit sjálvi bestemma.
Men sjálvur haldi eg tað vera eina keldu til undran av tí stórbæra slagnum, tá staðfestast kann, hvussu sterkt føroyska málið stendur, og hvussu miðvíst tað verður styrkt hvønn tann einasta dag. Málið, sum fólkið á staðnum tosar og nýtir í samstarvi við øll onnur í allari verðini. Men sum altíð, tá um makt ræður, tá verður hin minnimenti gjørdur til spott og spæ í manesjuni hjá tí, sum er hundrað ferðir størri.
Hvussu gera fólk í Hundraðlandinum tá tey koma higar at staðfesta egnar fordómar og brúka okkum herbúgvandi í granskingarverkætlanum? Er tað kanska nettupp tí at Glasir er gjørt úr glasi? So at danskir laboratoriuassistentarnir kunnu standa uttanfyri og eygleiða, og so fara heim aftur við teirra egnu niðurstøðum, ið eru klárar til útbreiðslu á einum marknaði, ið er hundrað ferðir størri og sterkari enn her hjá okkum?
Gudviti hvussu tað verður, tá evstamark fyri danska útgávuverkinum hjá TRAP verður á nýggjárinum, og annars øllum donskum handilsátøkum, ið floyma inn yvir landið, okkara land, ið er sum gjørt til at verða granskingarstova hjá allari verðini.
Men vit knýta okkum til eitt úrvalt Hundraðland. Soleiðis er tað. Og skuldi onkur funnið uppá at vikna í trúnni, so eru stovnar, ið straks beina okkum á røttu leiðina aftur.
Í morgun kundi okkara egna almannavarp siga okkum, at nógv færri læknar eru í Føroyum enn í Danmark. Jú jú, eg skilji, men vit hava eisini munandi færri abortar enn tey hava í Danmark, fyri ikki um at tala í Grønlandi. Men hóast hesa staðfestu vitan, hava vit ikki bara sterkar áhugabólkar, men eisini politiskar stjórnarflokkar, sum á tingi lyfta føroyska abortrupuleikan fram um alt annað í verðini. Tað er jú fokking feyknjús. Men soleiðis tjúkna og køva fordómar alt av í tínum egnu eygum og huga.
Sagt verður soleiðis um fólkaupplýsandi donsku verkætlanina um danska málið, og tey, sum vara av henni:
"Projektet ’Dansk sprog i forandring’ er finansieret af Aage og Johanne Louis-Hansens Fond, Skibsreder Carsten Brebøls Almennyttige Fond, Undervisningsministeriets udlodningsmidler samt midler fra Forskningsafdelingen ved Dansk Centralbibliotek for Sydslesvig. Vi vil gerne rette en stor tak til begge fonde, Undervisningsministeriets og Dansk Centralbibliotek for deres støtte."
Tak for kaffe!