Skip to main content

Korona og fjarundirvísing á TSK í Klaksvík


Á 80 ára degnum fyri bretsku hersetingina av Føroyum, og í somu viku sum danska Margreta Drotning II fylti 80 ár, skrivaði eg ein blogg um Merkið, Dannebrog og heraldikk, tí Ole Wich hevði fyrr sama dag sent mær eina mynd av donsku sjóverjutyrluni, sum fleyg við hesum fløggum, men tó við tí stóra danska omanfyri tí lítla føroyska.


Ein óneyðuga provokerandi demonstratión hjá danska hervaldinum, óansæð hvussu ítøkiliga flúgvingin og flaggingin kundi vera løgd út henda dag, antin av sambandsmanni ella tjóðveldiskonu. Provokatiónin var eyðsædd og rópti eftir einum bloggi.


Á Tekniska Skúla í Klaksvík høvdu lærarar lagt til merkis og lisið publiseraða bloggin, sum varð settur á skrá í føroyskum í tveimum miðnámsflokkum hjá Victoriu Absalonsen.

Eg varð boðin við í undirvísingina á Teams og slapp tí at royna hesa nýggju undirvísingartøkni í praksis við kamera á netinum og tó í fjarstøðu.

Tá undirvísingin varð liðug í báðum flokkunum, helt eg fyri, at um tey høvdu hug at skriva ein blogg um henda dagin, so vildi eg fegin hýsa teirra teksti og myndum. Kanska vóru hesi útgangsorð mest søgd í fólkaligheit, men í dag komu niðanfyristandandi tekstbrot frá næmingunum, við inngangi frá læraranum, Victoriu, sum sjálvspeiandi kallar seg miðnámsomman, og nú fær orðið:


Korona og Bárður góvu harraboð. Tit skulu ikki í skúla! Føroyar lukka! Hvat er so til ráða at taka? Vit kunnu ikki sita sum ryssa yvir deyðum fyli og einki gera. Bjargingin var Teams, og miðnámsomman, sum lærarin er nevndur, legði í vaðið. Evnið var “Margretha, fyrigev teimum!”, bloggur hjá Birgi, og júst Birgir var við í tímanum sjálvan føðingardagin hjá Margrethe II. Har sótu tey so, miðnámsomman og Kruse við kameranum frá, men næmingarnir í besta blóma, teir hildu lágan profil, og ikki so mikið sum ein dittaði sær at tendra. Mann verður djarvari við árunum.


Næmingarnir møttu væl upp, og dúgliga varð arbeitt, men ikki er lætt at vera sosialur í frástøðu, og ikki er lætt at ganga í takt við ein, sum er í aðrari bygd. Spritt kann vera gott, og gott reinføri enn betri, men einki er sum ein góður, gamaldags skúladagur saman við klassafeløgunum – eisini um teir eru 1 metur burtur – tí hvat er 1 metur í dag?

Hvat siga næmingarnir so um heraldikk, fyrigeving og at seta seg sjálvan høgt? Um Ira Hayes, Lebowski, fjarundirvísing og tíðina eftir Korona?

Sitat frá næmingunum:

“Dømini um fótbólt og The Big Lebowski  eru tað ikki øll sum kunnu skilja og seta í samband við evnið í blogginum, tí øll hava ikki skil fyri fótbólti ella hava ikki sæð filmin. Mær dámar ikki, at Birgir niðurger fótbóltin, tí sjálv eri eg ein eldsál innan fótbólt.” Joan

“Bloggurin hevur nógvar persónligar meiningar, og tað eru nøkrum, sum dámar væl at hoyra um meiningar hjá øðrum.“ Elsa

Eg haldi, at bloggurin hjá Birgi er góður, men er kanska meir ætlaður til fólk í 40-60 ára aldurin enn tannáringum. Á høgru síðu á blogginum hevur hann gjørt sær ein playlista, har hann velur sangir, sum honum nokk dámar væl. Tað haldi eg vera smart, tí so kann mann fáa eitt innblikk í,  hvussu hann møguligani er sum persónur. Eisini sær mann, hvørji evni hann skrivar mest um, og har sær mann, at hann hevur skrivað mest um filmar, so honum dámar sikkurt væl filmar. Hanna

“Bloggurin er fínur og lættur at lesa, men hetta er ikki nakað, eg hevði sett meg niður og lisið aftur, tí eg føli ikki, at eg eri í tí rætta málbólkinum. Í blogginum verður tosað um The Big Lebowski, Ishoy o.s.fr. Hetta er nakað eg einki visti um, men omma mín visti, hvat tað var. Tó var tað læruríkt, tí man fekk søguna hjá Ishoy við og hugsanina hjá Birgir (sum er øgiliga áhugaverd).” Anna Kristina

“Hesum bloggurin er skrivaður við kenslum. Rithøvundurin kemur inn á hendingina í vár, har hann sigur, hvussu vánaligt tað er, at danir seta seg hægri enn føroyingar á tí degi, har 50 ár eru liðin, síðani bretar hertóku Føroyar.” Marius

“Mær dámar sera væl sitatið ”Tað eru ikki allar veitslur, vit fara í og enn færri, vit flagga fyri.” Tí tað er mangt, ið vit ikki hátíarhalda millum annað 80 ára degin frá tí, at Ongland hertók Føroyar.” Sanny

“Vit vóru allar samdar um, at hettar ikki var nakað, vit hildu var ein stórur trupulleiki, tað at Dannebrog var oman fyri Merkið. Av tí at hetta var í sambandi við føðingardagin hjá Margrethu drotning, so gav tað meining.” Marý

“Okkurt sum mær dámdi væl at síggja í blogginum var at tingini sum bloggarin brúkti til at forklára frá sínum sjónarvinkli, vóru skiljandi fyri lesarin. T.d. brúkti hann fótbólt, tí tað er okkurt sum man leggur væl merki til, at tað yvirskíggjar alt, í Føroyum. “Jónas

“Birgir fer nógv út um evnið og tosar eitt sindur um sínar egnu tankar og hugsjónir. Mær dámar ikki, at hann brúka nógv orðið “eg”, so vit fáa nógv at vita, hvussu hann var í støðuni, ella hansara hugsanar um tað. Eg hevði viljað fingið okkurt at vita og havt mína egnu meiningar og kenslur um tað.” Boas

“Bloggurin “Margretha, fyrigev teimum!” er ein væl skrivaður tekstur, sum tosar um mangt, men hóast tað, er tað eisini ringt at fylgja við, tí at Birgir fer so nógvar leiðir við tekstinum, og blívur lætt ørvitisligt at lesa.” Djóni 

“Birgir brúkar skilagóð orð, fínar setningar, og eisini eitt sindur av humor, sum ger bloggin hóskandi til allar aldursbólkar.” Erla

“Har er tó eitt , sum eg eri ósamdur í, tað er hvat mun tað ger, hvat flagg var hægri, tí eg vænti, at persónurin sum hongdi fløggini, ikki hugsaði meira um, hvat var hægri og lægri, tí tað er, hvat menniskja er serliga eyðkent fyri: at gera feilir.” Knút

Á ein heldur ironiskan hátt varð nógv meir at gera, tá ið fjarundirvísingin varð sett í gongd. Blokk eftir blokk vórðu innlatingar á skránni, helst so at lærararnir kundu snúgva sær undan at tendra myndatól og royna at fáa skil upp á høvd og hala av at hava videoundirvísing. Hetta gjørdist tó heldur møtumikið í longdini - ein innlating hvønn blokk, hvønn dag, telur skjótt uppeftir. Vit gjørdu tó vart við tað, og tíbetur hava vit góðar og lagaligar lærarar, ið lurta eftir næmingunum. Eftir tað gjørdu vit í felag av, hvussu undirvísingin skuldi ganga fyri seg framyvir, og tá gekk betur. Bjørt

“Væl skrivaður bloggur við nógvum gløggum tilvísingum, sum rigga best, kennir man til tað áðrenn.” Maria G

“Fjarundirvísing vísir okkum eina góða leið fyri undirvísing. Hvussu vit kunnu sita heima og kortini hava tíma. Hetta kann verða nýtt, um ein onnur bylgja av Korona kemur til Føroyar. Sjálvur haldi eg, at næstu ferð vit nýta Teams í undirvísingini, skal tað verða kravt, at tað eru video-tól til tímarnir. Til at kunna brúka okkurt annað enn oyrini til tímarnir.” Tummas

“Tað følist løgið at koma aftur í skúla aftan á at hava havt fjarundirvísing.” Tummas

“Mær hevur dámt heilt væl fjarundirvísingina, sjálvt um tað er ein fyrimunur at sita í skúlanum, tí har fær man betri dialogar og kjak enn inni á Teams, har samskifti er meira strirvið. Tó so hevur Koronatíðin við sær, at familjan, í mongum førum, er nógv heima við hús, og tí er møguleiki at kjakast og samtala um evnini um køksborðið.” Maria M

Hetta er fyrstu ferð vit arbeiða við einum bloggi, og tað hevur verið sera áhugavert og lætt at lisið. Evnið er gott – at danir ikki hava virðing fyri flagginum. Símun


Símun, Finnur og Jóel

De bedste nyheder kommer ofte fra et passivt perspektiv, hvilket jeg ikke synes han havde igennem teksten. Han putter sin personlige mening i et bedre lys til at starte med, istedet for at kigge objektivt. Páll

Páll

Lættur at lesa, nógv myndamál og tilsipingar og byggir upp til eina góða niðurstøðu. Hann skuldi greitt frá, hvat hann vildi við The Big Lebowski og Ira Hayes, tí tað kann vinklast ymsar vegir. Jóhann 


Jóhann, Martin og Selma

Bloggurin “Margretha, fyrigev teimum!” er eitt væl skrivað ritverk hjá Birgir Kruse. Tá mann lesur bloggin, fær mann eina kenslu av, at Birgir brennur fyri evninum. Hettar verður sera greitt, tá mann tulkar myndamálini. Hans Jacob


Hans Jacob, John og Malvinus 

Bloggurin lýsir, at danir ikki hava virðing fyri føroyska flagginum, tá teir flugu við danska flagginum uppi yvir tí føroyska. Jóel 

Bloggurin var góður. Sjálvur eri eg stoltur av Føroyum sum land. Birgir yvirreagerar eitt sindur yvir, hvat danir gjørdu, tí teir vistu ikki betur. Birgir var eisini eitt sindur ov harður við danan í ølsteðginum í Danmark. Annars dámdi mær væl bloggin, tí at teir flagga við stórum donskum flaggi yvir Merkinum, skal ikki vera gloymt. Jón 

Eg haldi at tað er ringt at skilja bloggin, tí man má hava bakgrundsvitan fyri at skilja, hvat Birgir meinar við. Og tað eigur tað ikki vera, tá mann lesur ein blogg. Selma

Bloggurin var eitt sindur ov kritiskur, tá hann leggur dent á, hvat danskarin hevur gjørt við klapphattin hjá sær. Martin

Bloggurin var fínur og stuttligur, og Birgir dugir væl at skriva. Meiningin hjá honum er kanska eitt sindur tjóðskaparlig. Finnur 


Gretchen

Við evnum sum t.d tjóðveldi og heraldikki er tað ringt at vera samdur sum bólkur. Tað er ringt at skera kenslurnar vekk og vera objektiv – serliga um okkara heimland. Gretchen 

Eg haldi tó, at um vit skulu kritisera danir fyri ikki at virða okkum, so áttu vit ikki at “hátíðarhildið", at vit vóru hertiknin av bretum. Nøkur velja so at siga, at vit høvdu verið ávirkað av nazistinum, men Danmark og Frakland ikki eru vorðin nazistisk. Um føroyingar vilja fáa ta virðing, ið teir føla, at teir mangla, so høvdu teir ikki “hátíðarhildið” at vera hertikinir av einari aðrari tjóð. John

Líkningarnar við skriftbrotini og filmin “The Big Lebowski” høvdu týðiligan boðskap, men samanberingin við skriftbrotini úr Bíbliuni vóru als ikki neyðug. Tí danir gjørdu ikki beinleiðis gjøldur úr føroyingum, men flaggaða av óvart soleiðis. Teir flaggaðu í minsta lagi eisini við tí føroyska flagginum og vístu á tann hátt virðing. Malvinus