Skip to main content

Posts

Mike Day í uppskoti at fáa Emmy virðisløn

Mike Day, sum fyrr í ár fekk  Ársins Andøvsfisk  frá Filmsfelagnum, er nú í uppskoti at fáa Emmy virðislønina í bólkinum "Outstanding Science and Technology Documentary" fyri heimildarfilmin  The Islands and the Whales , m.a. í kapping við  Last Men in Aleppo , sum varð vístur á "Filmsdøgum í Felag" í fjør. Tað boðar virðislønarnevndin frá í tíðindaskrivi í dag. Endaliga Emmy-handanin verður mánadagin 1. oktober í hølunum Jazz at Lincoln Center’s Frederick P. Rose Hall hjá Time Warner við Columbus Circle í New York City, har fleiri enn túsund sjónvarps- og tíðindafólk longu hava boðað frá luttøku. The Islands and the Whales , sum Mike Day tók upp í Føroyum frá 2011 til 2014, varð frumsýndur í Filmsfelagnum 9. august í 2016. Filmurin fekk fyrr í ár eina Peabody virðisløn. Myndirnar eru frá sunnudegnum 27. mai í ár, tá filmurin varð sýndur í Havnar Bio. Eftir sýningina handaði Filmsfelagið virðislønina Ársins Andøvsfiskur , sum Grindamannafelagið stuðlaði við

Fortuna komin

Frá vinstru síggjast Fía, Lene, Rókur, skiparin Søren, Erla, Frank, Ida og Eyvind, sum øll átta hava mannað seglbátin  Fortuna  seinasta teinin til Føroya. Tað var stilli men oysandi regn, tá tey í dag komu á Havnina og løgdu at við Bursatanga klokkan ellivu fyrrapartin. Ferðin byrjaði í Hundested, har báturin hoyrir heima, hin 27. juni. Siglt varð um Thyborøn, til Inverness í Skotlandi, gjøgnum Caledoniakanalina, vestureftir til Tobermory, út á Skye og so til Stornoway í Hebridunum. Seinasti teinurin tók seksogfjøruti og ein hávan tíma, sigur Rókur og hyggur eftir urinum. Hann er júst liðugur á sjómansskúla. Skipari er Søren, sum sæst niðanfyri. Fortuna, sum Lena og Søren eiga, er tveyogfjøruti fót til støddar og av slagnum Bavaria. Átta koyggjupláss eru umborð. Kvinnurnar eru serliga hugtiknar av seinasta teininum úr Stornoway til Føroya, har tey sóu smáhval og stórhval, sum kom upp at blása dygst við bátin. Lena og Fía eru radiografar og starvsfelagar á sjúkrahúsinum á Frede

Fremsta countryrøddin tagnað

Í gjár, longsta dag, frættist at Alex Bærendsen varð deyður í arbeiðsvanlukku á Tvøroyri bara 55 ára gamal. Skjótt er um at fara, tí dagin fyri hevði hann ynskt mær til lukku við føðingardegnum.  Here Today and gone Tomorrow  sum ein countrysangur sigur. Tað slagið av tónleiki, sum er so framúr, tí ikki er bannað, at eisini menn vísa kenslur, kenslur, sum í øðrum tónleikaformum í besta føri eru innantómar emblematiseringar, sum onkur gevur tær í næsarnar ella á armarnar fyri pengar, at siga, at tú hoyrir til ein tulkingarfelagsskap, men her eru ektaðar og í synch við lurtaran, sum fyrst og fremst er arbeiðarin. Gerandissøgur til verkamannin, oftast í einum gudfryktigum ljósi, og tá tær eru bestar, sagdar við listarligum einfeldni, Three Chords and the Truth  og einki annað, sum Harlan Howard, fremsti plátu- og sangyrkjari eftir Hank Williams, segði fyri hálvari øld síðan. Røddina átti Alex sum fáur, kanska eingin annar á okkara leiðum. Myndirnar tók eg kvøldið fyri stytsta dag í rey

At fylla fyri longsta dag

Nú slepst ikki longur upp móti ljósinum. Í nátt gongur aftur móti myrkari tíðum. So nógv fyri hatta fimmoyrað. Nú eru hundraðogfimmogfýrs dagar til jólaaftan. Trappumyndin omanfyri er tikin í dag, ið er longsti dagur og føðingardagur hjá Gunduri. Og nú næstslongsti dagur rann út í tímaglasinum og einogtrýssinstjúgindi føðingardagur fór framvið í gjár, fari eg at takka øllum teimum, sum so stuttliga ynsktu mær til lukku á Facebook og alla aðrastaðni í tykisheimi, ja eisini í RL , sum tey knapporðaðu rópa veruliga lívið. Onkuntíð gloymir man, at tað er eisini til, the Real Life, hóast tað neyvan nakrantíð hevur verið so stuttligt at fylla árið, sum á fjaru miðlunum beint her og nú. Faraway, So close fyri at sitera ein film hjá besta leikstjóranum, sum mánadagin serveraði okkum nakað av tí ringasta nakrantíð, Submergence . Men vit halda okkum omaná. Myndirnar av góðveðrinum í gjáramorgunin eru tiknar úr Tórsbyrgi og oman yvir kampingplássið og fjørðin, har ein morgunsigla

Úr tí esoteriska

Í vikuskiftinum kveikti Jóan Pauli Joensen meg við einum einasta orði, sum elvdi til, at eg slepti Havnini, og fór úr henni eina løtu. Tað var orðið esoteriskur,  at Sunnudagshavnin var vorðin esoterisk , tað er innvavd í toku. Professarin Jóan Pauli hevur so frálíka lívsjáttandi epistlar á Facebook, tí fremsta fólksliga almenni, sum miðlarnir ikki tora at taka í sín munn, og tí vevja inn í tokutalu, so sum  ein av sosialu miðlunum ella fjesbókin . Tað ar alt um at gera, ikki at nevna Facebook, sum indikerar pøbilin og er eitt noa-orð hjá Übermentanini. Men rætt hevði hann, professarin við teim frálíku epistlunum. Havnin er esoterisk. Innvavd og fjald. Tað sæst eftir lítlari løtu í bili norður eftir Oyggj. Tað er sum í ævintýrinum, tá ungamamman sigur, hvussu stór verðin er og hvussu gott grønt er fyri eygað. Tað er sjón fyri søgn, tá vit síggja Eiðisbygd og Kollin frá tornaðu Myllánni. So kom sólin fram í øllum veldi og skein oman í Hólman, har fótbóltsvøllurin hevur v

Móttøka fyri Gunn Hernes

Í dag var móttøka fyri Gunn Hernes, nýggja stjóranum í 35 ára gamla Norðurlandahúsinum. Sjálv er hon 41 ára gomul, er úr Moss í Noregi og er útbúgvin innan mentanarfyrisiting. Hon kemur úr einum leiðandi starvi í Norrøna Húsinum í Reykjavík, og hevur arbeitt sum mentanarráðgevi í Bergen Kommunu. Millum mongu fólkini, sum í dag møttu við gávum og blómum at ynskja Gunn Hernes vælkomnari til Føroya, var Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum. Í sambandi við móttøkuna varð Summarframsýningin 2018 sett, og Joanna Johansen beyð nýggja stjóranum vælkomnari vegna stýrið í Norðurlandahúsinum, har Joanna er føroyskur stýrislimur og Tórstein Olsen er starvsfólkaumboð. Gunn Hernes byrjaði fyrstu almennu taluna í Norðurlandahúsinum við at takka starvsfólkunum, øllum teim møttu, og at lýsa sjálvt húsið, millum annað við hesum orðum: Vælkomin! Jeg begynner med det aller viktigste, nemlig å takke! Norðurlandarhúsið skal være et hus for alle, romme og nå ut til hele Færøyene, det