Skip to main content

Fremsta countryrøddin tagnað


Í gjár, longsta dag, frættist at Alex Bærendsen varð deyður í arbeiðsvanlukku á Tvøroyri bara 55 ára gamal. Skjótt er um at fara, tí dagin fyri hevði hann ynskt mær til lukku við føðingardegnum. Here Today and gone Tomorrow sum ein countrysangur sigur. Tað slagið av tónleiki, sum er so framúr, tí ikki er bannað, at eisini menn vísa kenslur, kenslur, sum í øðrum tónleikaformum í besta føri eru innantómar emblematiseringar, sum onkur gevur tær í næsarnar ella á armarnar fyri pengar, at siga, at tú hoyrir til ein tulkingarfelagsskap, men her eru ektaðar og í synch við lurtaran, sum fyrst og fremst er arbeiðarin. Gerandissøgur til verkamannin, oftast í einum gudfryktigum ljósi, og tá tær eru bestar, sagdar við listarligum einfeldni, Three Chords and the Truth og einki annað, sum Harlan Howard, fremsti plátu- og sangyrkjari eftir Hank Williams, segði fyri hálvari øld síðan. Røddina átti Alex sum fáur, kanska eingin annar á okkara leiðum. Myndirnar tók eg kvøldið fyri stytsta dag í reyða pallljósinum á Reinsarínum í Havn á jólum í 2014, tá Alex sang saman við dóttrini, Kristinu, og stuttliga Bjøllubandanum. Ærað verið minnið um Alex.