Frá vinstru síggjast Fía, Lene, Rókur, skiparin Søren, Erla, Frank, Ida og Eyvind, sum øll átta hava mannað seglbátin Fortuna seinasta teinin til Føroya. Tað var stilli men oysandi regn, tá tey í dag komu á Havnina og løgdu at við Bursatanga klokkan ellivu fyrrapartin. Ferðin byrjaði í Hundested, har báturin hoyrir heima, hin 27. juni. Siglt varð um Thyborøn, til Inverness í Skotlandi, gjøgnum Caledoniakanalina, vestureftir til Tobermory, út á Skye og so til Stornoway í Hebridunum. Seinasti teinurin tók seksogfjøruti og ein hávan tíma, sigur Rókur og hyggur eftir urinum. Hann er júst liðugur á sjómansskúla. Skipari er Søren, sum sæst niðanfyri.
Fortuna, sum Lena og Søren eiga, er tveyogfjøruti fót til støddar og av slagnum Bavaria. Átta koyggjupláss eru umborð. Kvinnurnar eru serliga hugtiknar av seinasta teininum úr Stornoway til Føroya, har tey sóu smáhval og stórhval, sum kom upp at blása dygst við bátin. Lena og Fía eru radiografar og starvsfelagar á sjúkrahúsinum á Frederiksberg, og Frank, maður Fíu, er beiggi Erlu, sum býr í Havn. Siglandi gestirnir fara at sigla millum oyggjarnar og steðga í Føroyum til eftir ólavsøku. Í baksýni sæst norska ferðamannaskipið Viking Star.