Í kvøld varð kunngjørt í Havnar bio, hvør vann fjórðu stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini hjá ST. Saman við lærarum hava næmingar í hádeild og miðnámi kring landið arbeitt við filmi í heyst. Vavið er í mesta lagi sjey minuttir og karmurin hevur verið eitt ella fleiri av teim seytjan Heimsmálunum. Nógvir næmingar vóru møttir, og Tóri Slættalíð, sum er leiðari í nýggju Ráðgevandi deildini í Námi, bjóðaði vælkomin í Havnar Bio, har ellivu av filmunum, sum dómsnevndin hevði valt, vóru sýndir. - Teir filmar, sum løgdu seg fremst í huganum hjá dómarunum, vístu á serstakliga góð næmingaavrik, men hvør á sín hátt, segði Tóri og upplýsti, at eina løtu stóð á jøvnum, tá veljast skuldi millum bestu filmarnar. Men so samdust teir fimm dómararnir um vinnarafilmin. Dómarapanelið, sum telur fimm fakfólk har Árni Øregaard er formaður, er av teirri áskoðan, at vinnarafilmurin í ár vísir beinleiðis til trý av heimsmálunum, og í fluttari merking eisini til onnur heimsmál, serliga um vit tosa