Úr: Handaverk og list. Samskipað lesiætlan 1998: Í kapitlinum Samstarvandi stovnar skrivar Bárður Jákupsson um: LISTASAVN FØROYA At listagreinirnar eiga sítt pláss í uppalingini av ungdóminum, er sjálvsagt, um vit vilja vera eitt mentað fólk. Listagreinirnar eru fleiri, summar eru rótfestar í føroyskum jørðildi, aðrar ikki. Vit dansa ikki ballett, og skulu kanska ikki nýta ov nógva skúlaorku til tað, men so hava vit hinvegin skyldu til at taka okkara egna dans inn í skúlan. Vit eiga sum vera man at leggja dent á tær listir, ið nátúrliga eru við til at skapa okkara mentan – sum føroyingar og heimsborgarar. Frá gamlari tíð hevur tað verið ein sjálvfylgja, at ungdómur okkara skuldi læra at virðismeta skaldskapin. Hann var í øldir tann grundleggjandi listin, og hann hevur tí í eitt mannaminni verið at kalla einasta listagrein, ið dentur varð lagdur á í skúlanum. Nakað tíðliga í skúlasøgu okkara slapp tónleikurin eisini upp í part, men helst hava umstøðurnar ikki verið so góðar allastaðni.