Floksmynd av 3. real á Oyrabakka 1975:
Vit vóru annar flokkurin, ið fekk prógv á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Undan okkum var bara ein flokkur, ið hevði fingið prógv í hesum nýggja umhvørvi. Tvey ár undan var brúgvin um Streymin liðug og í 1976 varð tunnilin inn í Eysturoynna alment tikin í brúk. Skúlin á Oyrarbakka bleiv skjótt ov lítil og nýggjur varð bygdur, beint omanfyri hin gamla. Vit vóru fyrsti flokkur at fáa prógv í hesum nýggja skúlanum.
Seinasta skúladag leigaðu vit minna bussin hjá Sigtór Joensen á Eiði, ein Toyota Coaster, og koyrdu til Havnar. Hóast ikki dagsaktuellar vóru Band on the Run hjá Paul MacCartney og Walls and Bridges hjá John Lennon á toppinum.
Standandi aftast frá vinstru eru Jógvan Páll Joensen, Hvalvík, Jákup S. Joensen, Kollafjørður, Jóhan K. Joensen, Eiði, Birgir Kruse, Eiði, Carl Jóhan Jensen, Kollafjørður, Signar Dam, Norðskáli og Carl Michelsen, flokslærari úr Hoyvík.
Í mittasta raðnum eru frá vinstru Hans Esbern Ellingsgaard, Eiði, Jóna Joensen, Eiði, Dánjal Petur Olsen, Hósvík, Bergljót Reinert, Eiði, Páll Olsen, Oyrarbakki og Virgar Dahl, Oyri.
Fremst fyri sita frá vinstru Jónhild Poulsen, Oyrarbakki, Jóhanna Oluffa Wolles, Eiði, Halldóra Dam, Norðskáli, Fríða Debes Johannesen, Oyri, Joana Poulsen, Ljósá, Emmy Kruse, Eiði og Esta Larsen, Eiði.