Skip to main content

Posts

Ein perla á Tvøroyri

Seglloftið hjá T. F. Thomsen á Tvøroyri. Støðini, har saltfiskurin varð sendur, eru enn til skjals á loftinum. Næstniðast sæst Birgir í sofuni, uttanfyri Pakkhús 4, har ungdómurin á Tvøroyri er sloppin inn í hjallaran. Og tá tey smæstu gevast at brúka suttu, hanga tey suttuna í Suttutræið í viðarlundini innast í Trongsvági (Myndir: Birgir og Unn Kruse) Tá skipanin við kongaligum einahandili varð løgd niður í 1856, vórðu handlar settir á stovn úti um landið. Einoygda sambandið við umheimin flutti seg úr fátæksligu Havnini til bygdir, ið løgdu lunnar undir nýggja blómandi vinnu, fyrst og fremst við saltfiski. Ella klippfisk , sum tað stendur skrivað á seglhúsloftinum hjá Thomas Frederik Thomsen á Tvøroyri. Eins og hin fyrsti Kruse, kom hann úr Danmark. Thomsen úr Keypmannahavn og Jens Jørgen Kruse (1837-1912) úr Snogebæk á Bornholm. Jens Jørgen var skipari á forsýningsskipinum hjá Kongaliga einahandlinum og fór at reka handil á Eiði, sum einkjan, Amalie, dóttur hin skiparan á sama skip

Summardagur í Hvannhaga

Vit ganga niðaná í tokuni; Niels Gunnar við dóttrini millum staðkendar ferðaleiðarar; við Grindina skoðar Hans, fyrrverandi sýnsmaður hjá Tryggingini, inn í Hvannhaga; friðfylta vatnið í Hvannahaga og niðast sæst borgmeistarin í Havn, tiltikin inniløgumaður, ið bjóðar turra grind (Myndir: Birgir Kruse) Í góðum føroyskum summarveðri, frá slavnari toku til bjartasta sólskin, gingu vit úr Trongsvági inn í Hvannhaga. Hetta var summerferð hjá starvsfólkunum á Tryggingini og eg varð boðin við sum maki. Tey hava ein góðan og virknan starvsfólkapolitikk. Fyrsti partur varð strævin, men tá komið var niðan á, varð betri. Fleiri hildu, at kanska høvdu vit tikið í so rívan til okkum av góða morgunmatinum, sum Suðuroyar Kunningarstova borðreiddi við í skúlanum í Trongsvági. Vit komu til Grindina, ið skilir hagapartarnar, og við kønum og fryntligum ferðaleiðarum frá Suðuroyar Kunningarstovu, var tað sum ein leikur at koma fram eftir brøttu og smølu gøtuni. Ferðaleiðararnir dugdu væl at stilla seg í

Hundagjógv - eitt hagamark

Ferðaleiðarin hjá Suðuroyar Kunningarstovu peikar okkum á Hundagjógv; Birgir nýtir útsýnið yvir gjónna og niðast Anna Larsen, sølufólk hjá Tryggingini, ið poserar og klývur klettarnar. Stuttligt! (Myndir: Birgir og Unn Kruse) Á heimasíðuni hjá Kára Thorsteinsson http://www.heimabeiti.fo/ ber til at lesa um haga, seyð og grind. Um hagamørk kunnu vit lesa, at tvídráttur um mark, bæði millum bygdir og millum hagapartar í bygdum í Føroyum, hevur verið vanligur. Serliga áðrenn hagalógin av 23. februar 1866 kom í gildi. Leita vit eftir Hundagjógv kunnu vit lesa um tvær ásetingar: Dagsett í Froðbæ 20. februar 1867 er henda avgerð tikin um hagamark: Millum Tvøráhaga og Riddalshaga: Marknagarðurin upp í Økslina, so yvir eftir klettinum, eftir ánni í Hundagjógv. Dagsett í Froðbæ 22. september 1871 er henda avgerð tikin um hagamark: Markini vórðu funnin at vera: Millum Tvøráhaga í Froðbæ og Riddalshaga í Trongisvági: Marknagarðurin frá sjónum upp í Økslina, úr Økslini beint í rókina undir Kletti

Grindalykkjur og kola

Grindalykkjan og kolafløskan eru sjálvsagdar ímyndir millum føroysk børn, heldur Jóannes Lamhauge, ið teknar fyri Føroya Skúlabókagrunn (Mynd: Birgir Kruse) 22 ára gamli Jóannes Lamhauge teknar og málar úti í Hesti, har hann hevur leigað seg inn í húsini hjá Óla at fáa arbeiðsnáðir. Jóannes skal hava málningaframsýning í Müllers Pakkhúsi í Havn í august. Meðan Jóannes fyrireikar einkarframsýningina í hesum sjáldsamu hølum, teknar hann eisini til eina bók í heimstaðarlæru til fyrsta flokk, sum Gunnvá Dam, lærari í Kollafirði, skrivar fyri Føroya Skúlabókagrunn. Tekningarnar eru einfaldar ímyndir av lutum og støðum, sum næmingarnir skulu duga at eygleiða og skriva um, longu í fyrsta flokki. Til framsýningina í Müllers Pakkhúsi, málar Jóannes við ymsum tilfari, mest olju, á lørift. Men eisini flamingo. - Olja og myggjabitar á lørifti er ein nýggj roynd eg arbeiði við, sigur Jóannes. Tá veðrið er gott og sólin setur, eru so nógvir mýggjabitar úti í Hesti. Og tá eg máli, hanga teir rímilig

Føroyar í bretskum tvørpolitiskum tingbólki

Hetlendski víkingurin Alistair Carmichael, tingmaður fyri Hetland og Orknoyggjarnar, er formaður í bretsku tvørpolitisku Føroyanevndini. Ein tvørpolitiskur áhugabólkur, an all-party parliamentary group , við bretskum tinglimum, ið hava alsk til Føroya er stovnaður í Bretlandi. Limirnir eru allir úr bretska tinginum og hava hvør á sínum øki ein serligan áhuga fyri Føroyum. Við eru 20 tinglimir, ið er partapolitiskt óheftir, men umboða øll øki í Bretlandi. Endamálið er at fremja kunning og samstarv millum tinglimirnar. Ætlanin er, at nevndin skal arbeiða við fiskivinnufyrisiting, orkumálum, ferðavinnu og umhvørvisbroytingum. Sum nakað heilt serstakt kunnu nevndarlimirnir framføra føroysk sjónarmið í House of Commons. Útvarpið upplýsir, at nevndin vil hitta ráðharrar og politikarar úr Føroyum, tá hesi vitja í Bretlandi. Nevndin fer væntandi eisini at samskifta við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum. Seinni vónar nevndin eisini at fáa høvi at vitja í Føroyum. Dánjal Rein sigur úr London, a

Mentanarnátt í Havn

Tey skjóta við skørpum, Beinta av Reyni, Bárður Dal-Christiansen og fleiri ung myndlistafólk, ið eru við á summarframsýningini Kanska, sum Martin Næs, setir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið kl 22:00. Framsýningin Kanska verður eisini í Listaskálanum, Natúrligvís Heðin Mortensen borgmeistari í Havn setur Mentanarnáttina fríggjakvøldið 6. juni 2008 klokkan 18:00. Nógv spennandi tiltøk eru á mentanarnáttini í Havn hetta fríggjakvøldið. Sum vant letur Norðurlandahúsið upp ein summarframsýning við nútíðarlist, sum hesuferð hevur fingið beinrakna heitið Kanska . Ein sjáldsama snøggur bóklingur er givin út í hesum sambandi, har Dagmar Warming skrivar tekstin. Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum http://www.nlh.fo/ kann lesast nærri um Kanska . Listafólkini, ið eru við á Kanska eru Bárður Dal-Christiansen, Annika á Lofti, Óluva Johannesen, Beinta av Reyni, Edward Fuglø, Kári Svensson, Philippe Carré, Eyðun av Reyni, Sigrun Gunnarsdóttir, Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Amariel Norðoy og Arn

On The Run - Rosie Around The World!

61 ára gamla Rosie Swale-Pope á kampingplássinum har úti við Strond í Havn, sum hon mótvegis øðrum landsmonnum er sera fegin um (Myndir: Birgir Kruse) Útvið fimm ár hevur walisiska Rosie Swale-Pope, 61, ferðast um allan heim. Úr Íslandi er hon komin til Føroya, ávegis til Skotlands og walisiska heimlandið. Ferðin skal gevast út í bók, sum verður hin fimta frá hennara hond. Í dagbókini henda sama dag eg hitti hana, avdúkar Rosie, at heitið verður On the Run . - Nei, hetta er ikki ein súkkla, sigur Rosie, tá eg spyrja hana um tað er hon við súkkluni á kampingplássinum, har yviri við Strond. This is a moving thing, sigur hon smílandi og setir brillurnar á ennið í hvassa sólskininum, meðan vaskitoyið dryppar á snórinum og burturkastið er koyrt í grønu skrellispannina. Hetta er frálíkt, sigur hon um kampingplássið yvir við Strond. Tá eg sigi henna, at onnur ferðafólk hava eina aðra og meiri neiliga meining um hetta pláss, smírist hon og sigur at hetta er millum bestu kampingpláss hon hevur

Reyð várhagasólja blómar í Tórsbyrgi

Jens Petur Gaard við várhagasóljuni, ið hevur navn eftir verfaðirinum Jóannesi Rasmussen (Myndir: Birgir Kruse) Nú blómar várhagasóljan Taraxacum rubifolium Rasmussen í Tórsbyrgi. Í bókini Føroysk Flora eftir Jóhannes Jóhansen, sum Føroya skúlabókagrunnur gav út í 2000, stendur um reyðu várhagasóljuna, at hon er serføroysk blóma, ið fyrstu ferð er skrásett í Tórshavn. Sagt verður eisini at blóman er ikki sædd seinastu árini. Í einum sonevndum reyðlista hjá Føroya Náttúrugripasavni frá 2005 Reyðlisti: Náttúrulýsing lendi og sløg: Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum er reyða várhagasóljan ein av trimum útdeyðum plantum í Føroyum. Hinar báðar eru leggstutt fransagras Primula vulgaris og lyngjavni Lycopodium annotinum . Í reyðlistanum verður víst á, at reyða várhagasóljan er serføroysk, ið merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Havn. Nú er hon burtur og verður s