Jens Petur Gaard við várhagasóljuni, ið hevur navn eftir verfaðirinum Jóannesi Rasmussen (Myndir: Birgir Kruse)
Nú blómar várhagasóljan Taraxacum rubifolium Rasmussen í Tórsbyrgi. Í bókini Føroysk Flora eftir Jóhannes Jóhansen, sum Føroya skúlabókagrunnur gav út í 2000, stendur um reyðu várhagasóljuna, at hon er serføroysk blóma, ið fyrstu ferð er skrásett í Tórshavn. Sagt verður eisini at blóman er ikki sædd seinastu árini.
Í einum sonevndum reyðlista hjá Føroya Náttúrugripasavni frá 2005 Reyðlisti: Náttúrulýsing lendi og sløg: Frágreiðing um reyðlistaflokking av plantum og fuglum er reyða várhagasóljan ein av trimum útdeyðum plantum í Føroyum. Hinar báðar eru leggstutt fransagras Primula vulgaris og lyngjavni Lycopodium annotinum.
Í reyðlistanum verður víst á, at reyða várhagasóljan er serføroysk, ið merkir, at hon veksur onga aðrastaðni enn í Føroyum. Tá ið hon vaks í náttúruni, vaks hon á økinum millum Føroya Læraraskúla og Landssjúkrahúsið í Havn. Nú er hon burtur og verður skrásett sum útdeyð.
Men í urtagarðinum hjá Jens Peturi og Guðruni Gaard stendur reyða várhagasóljan á undrunarsaman hátt í fagrasta blóma.
Tað er pápi Guðruna, jarðfrøðingurin Jóannes Rasmussen (1912-1992), ið hevur skrásett blómuna. Tí ber serføroyska hagasóljan hansara navn. Jens Petur veit at siga, at blóman er eisini í urtagarðinum hjá Svenningi Tausen í Havn.