Hetlendski víkingurin Alistair Carmichael, tingmaður fyri Hetland og Orknoyggjarnar, er formaður í bretsku tvørpolitisku Føroyanevndini.
Ein tvørpolitiskur áhugabólkur, an all-party parliamentary group, við bretskum tinglimum, ið hava alsk til Føroya er stovnaður í Bretlandi. Limirnir eru allir úr bretska tinginum og hava hvør á sínum øki ein serligan áhuga fyri Føroyum. Við eru 20 tinglimir, ið er partapolitiskt óheftir, men umboða øll øki í Bretlandi.
Endamálið er at fremja kunning og samstarv millum tinglimirnar. Ætlanin er, at nevndin skal arbeiða við fiskivinnufyrisiting, orkumálum, ferðavinnu og umhvørvisbroytingum. Sum nakað heilt serstakt kunnu nevndarlimirnir framføra føroysk sjónarmið í House of Commons.
Útvarpið upplýsir, at nevndin vil hitta ráðharrar og politikarar úr Føroyum, tá hesi vitja í Bretlandi. Nevndin fer væntandi eisini at samskifta við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum. Seinni vónar nevndin eisini at fáa høvi at vitja í Føroyum.
Dánjal Rein sigur úr London, at í 1996 var hann á privatum fundi í bretska parlamentinum um eina grindaherferð, ið tá var. - Hetta var helsti fyrsta ferðin at tað varð umrøtt at stovna eina cross party committee. Nú er tað so veruleiki, sigur Dánjal Rein vælnøgdur úr London í dag.
Í tíðindaskrivi frøist Sigmundur Ísfeld, føroyskur sendimaður í London, um, at góða sambandið, sum leingi hevur verið millum Føroyar og Bretland, nú er styrkt og komið í eina meira skipaða legu í bretska politiska kervinum.
Formaður í nevndini er Alistair Carmichael tingmaður fyri Hetland og Orknoyggjarnar. Varaformaður er Lord Faulkner of Worcester limur í House of Lords. Kassameistari er Sir Nicolas Winterton tingmaður og skrivari er Angus MacNeil tingmaður fyri Suðuroyggjarnar.