ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk í Russlandi (Mynd: Birgir Kruse) Í dag er altjóða arbeiðaradagur. Fann eina mynd, sum eg tók í Russlandi herfyri. Myndin vísir eitt uppslag, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera skrúvur til hernaðarskip. Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russnevska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir , skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar ikki gott. Uppslagið á myndini er fleiri húsahæddir í stødd. Á gamalsovjettiskan hátt verður sagt: ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ. Dagsins russiski arbeiðari yppir øksl og smírist at fornisku boðunum, ið minna øll á farnar tíðir. Altjóða arbeiðaradagin havi eg til stuttleika brúkt russiska knappaborðið og sett fremmandu stavirnar inn í Google umsetaran, sum er á netinum hjá øllum at brúka. Føroyskt eigur ikki innivist, so tann umseting