Bilur - innan og eftir vask við íslendskum avfalli í dag (Myndir: Birgir Kruse)
Tá eg lat dyrnar upp í morgun, var svávul í luftini. Helt eina løtu, at septiktangarnir í grannalagnum vórðu um at verða tømdir, men har var eingin slanga og eingin slúkur í túninum. Deymurin var heldur av eggi og sum frá leið sá eg fyri mær fyrstu ferðina eg var í Íslandi og skuldi busta tenn. Úr handvaskinum kom hesum rami luktur av svávuli, sum tú aldri gloymur, hevur tú ikki lukta hann fyrr. Helst er einki minnið so dygt og nákvæmt sum lukturin. Tú sært fyri tær ta løtu, tú fyrstu ferð luktaði hetta. So í túninum fekk eg í morgun eina óbetaliliga ókeypis ó-ferð til Íslands. Eftir loknan arbeiðsdag varnaðist eg in real life alt tað íslendska svávulið, sum hevði lagt seg á bilin. Omanfyri sæst bilurin, við og uttan svávul av Eyjafjallajøkulli á íslendska Suðurlandinum.