Skip to main content

Trantklukka


Ein trantaklukka avmynda í Havn í dag. Tær koma við trøum og plantum (Myndir: Birgir Kruse)

At keypa inn og borðreiða er skiftandi uppgáva á mongum arbeiðsplássum. Sjálvur annar havi eg køkstørn hesa vikuna. Og kanska vóru vit enn fleiri, uttan at vita av tí. Eftir at hava keypt eksotiskar fruktir í einum stórum handli Havn, sást henda klukkan bráddliga á gólvinum. Køn fólk siga at hetta er ein trantklukka (Curculionidae) og at tær koma til Føroya við ymsum vøkstrum, trøum og plantum, sum eru til sølu. Væl gagnist, altjóðagerð!