Runt um í landinum liggja snørdir hoyposar, har bøndur hava hoyggjað við traktori. Lagdir á rað, tykjast posarnir sum tanngarðar úr ævintýrinum hjá Karius og Baktusi. Hjá útlendingum er tað kanska eitt annarleiðis ævintýr, at koma um gyrðingarnar og læra munin á tí, sum kanska, kanska ikki, er innangarðs og uttangarðs. Hesar nýggju Føroyar dagaðu fyri mær, tá eg á Hagstovuni um dagarnar sá eitt yvirlit, ið sýndi føroyingar, ið ikki eru føddir í Norðurlondum, kanska eini 8% av samlaða fólkatalinum. Til dømis 82 fólk úr Afrika, um vit ikki telja teir 31 føroyingar við, sum eru føddir í Etiopia, 71 fólk úr Teilandi, 66 fólk úr Filipsoyggjum og 65 fólk úr Asia annars. Abstraktu tølini blivu heilt ítøkilig, tá eg sá permuna á nýggjari kristnibók, sum Ingi Sørensen hevur tikið av fýra føroyskum børnum í heimabundnum troyggjum á gólvinum í Listaskálanum. Fyrsta heita almenna vælkomuheilsan eg havi sæð. Enn eitt ítøkiligt dømi um at Føroyar eru opnar og vilja fevna heimin, sæst á