Í morgin letur bókamessan í Göteborg upp fyri fakfólki, tað eru fólk, sum burturav fáast við bókaútgávu, og fríggjadagin klokkan tvey verða dyrnar latnar upp fyri øllum. Bókamessan er størsti savningarstaður fyri fakfólk í øllum Norðurlondum. Fyrsta bókamessa varð hildin í 1985, tá 5.000 fólk vitjaðu. Síðani er messan hvørt ár vaksin í vavi og í 2008 fór talið á vitjandi upp um um 100.000 skrásett fólk í fýra dagar. Í ár er 29. bókamessan, sum verður hildin í døgunum 26.-29. september í hølunum hjá Svenska Mässan í Göteborg. Í ár verður varpað ljós á rumenskar bókmentir. Almenningurin hevur eisini áhuga í bókamessuni. Upplýst verður, at 37% av teim vitjandi eru fakfólk, flestu teirra lærarar og bókavørðar. Býurin er skrýddur við uppsløgum, so øll vita um bókamessuna. Sporvognar koyra til og frá, og allir hava teir nøvn á fólkum úr søguni á staðnum. Ein av ljósabláu vognunum, nummar 758, hevur navnið á blaðstjóranum á Göteborgs Handels- och Sjöfartstidning , Torgny Segerst