Skip to main content

Posts

Tankar á heimsins vagli: Facebook er ein opin heilabløðing

Mangt hevur verið sagt og skrivað um Facebook. Ikki minst av teimum, sum siga seg ikki brúka Facebook. Eins og tá aðrir nýggir miðlar komu fram, teknirøðir, video, internet, so vita tey, ið halda seg sita á maktini, altíð best. Soleiðis hevur altíð verið og maktblandaða nepotisman tryggjar, at soleiðis fer altíð at verða. Men nýggj tøkni fer altíð at prika og skaka maktina, hana, sum hevur ósvitaliga myndugleikan at lýsa alt nýtt í bann. Og henda bannlýsing er ikki eitt forniskt fyribrigdi, sum vit kunnu skemta okkum við í devilskum bóndamálningum hjá Bruegel (1525-1569). Nei, tað eru tey, ið sosiologurin Stanley Cohen (1942-2013) hevur eyðmerkt og kallar the folk devils , sum miðlarnir øsa seg upp um, so vit fáa eina pseudostøðu av miðlaræðslu, ið breiður seg út í almenna rúmið og gerst ein almenn moralsk ræðsla, sum kann taka okkum øll av fótum. Tí alt nýtt er forkastiligt og oyðileggur tað gamla. Sløkk telduna, far frá skerminum, tí hann er bara eitt skálkaskjól, siga nýggj

Ein snaps og ikki kost og losji!

Mynd: Nordisk Film Í Havn er ein søga um Adler Olsen (1915-1986), sum búði í Farodane. Ein dagin sær hann troyttar arbeiðsmenn í túninum og bjóðar teimum inn til ein snaps. Har ein snapsur er boðin, er ein annar væntandi, so teir verða sitandi longur enn verturin brýggjar seg um. - Eg bjóðaði tykkum inn til ein snaps, faninikki til kost og losji! Henda stutta snarsøga úr Havn kom mær til hugs, tá eg longri niðri á sama vegi var í Havnar Bio og sá danska navnabróðurin, Jussi Adler-Olsen (f.1950) á stóra løriftinum, sum Hollywoodparturin av Farodane einaferð hevði øll rættindi til. Kvinden i buret (Mikkel Nørgaard 2013) er aktuella søgan hjá danska Adler. Mikið undirhaldandi, men ikki egnað til biograf, tí her eru ongar stórar panoramamyndir, bara brævlagdar kamarsmyndir, ið eru perfektar til sjónvarp. Leygardagin fleyg eg í sama flogfari sum danski Adler úr Frankfurt, har bókamessa hevði verið, til Keypmannahavnar. Hóast hann gekk um borð á flogfarið eins og øll onnur, hevð

Norðljómur bjóðar filmsundirvísing

Mynd: Per á Hædd/Nám Í felag hava Sunda og Eiðis kommuna í nógv ár rikið tónlistaskúlan Norðljóm, har lært verður at nýta oyrað. - Nú kunna vit eisini bjóða nakað til eygað, sigur skúlaleiðarin, Oddur Hentze, í tíðindaskrivi í dag. Eiðis og Sunda kommuna, Felagsskúlin á Oyrarbakka, kvøldskúlanir og Norðljómur, eru gingin saman og fyri fyrstu ferð kann Norðljómur bjóða filmsundirvísing í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Undirvísarar eru Sakaris Stórá, filmsleikstjóri, og Birgir Kruse, ritstjóri í Námi og filmskennari. - Einasta krav er áhugi í filmi, sigur skúlaleiðarin Oddur Hentze. Byrjað verður 6. november í ár og heldur á til hálvan marts 2014. Filmsundirvísingin verður í Felagsskúlanum á Oyrarbakka hvønn mikudag kl 15-17 og tilmelding er á heimasíðuni hjá Norðljómi áðrenn 26 oktober. - Hetta er ein upplagdur møguleiki hjá skúlanæmingum, starvsfólki í ansingarstovnum, lærarum og øllum, sum vilja festa tær ógloymandi og minnuligu løturnar, sum ikki koma aftur, við livandi m

100 x Frankfurt

Les, lurta og lær kundu verið tey trý lyklaorðini hjá hesi ungu kvinnu, sum við einum gulum L-posa í baksýni hevur lagt seg í brasilsku heingikoyggjuna á bókamessuni í Frankfurt í ár. Her byrjar 100 X Frankfurt! Uttanfyri hevur býarbókasavnið í Frankfurt sett bøkur og stólar fram á opna torginum millum tær 8 hallirnar, har øll heimsins forløg sýna fram. Brasil er heiðursgestur við 92 rithøvundum, 480 tiltøkum og 117 nýggjum bókaútgávum.  Her er inngongdin til brasilsku høllina, ið er opin og ljós sum ein nýliga ruddaður frumskógur. Framman fyri ljósu bókahillunum við teim nýggju brasilskum bókum eru sekkjastólar lagdir á gólvið. Brasilsku heingikoyggjurnar eru vælumtóktar og síggjast aftur í nógvum krókum á bókamessuni. Meðan tú liggur og slappar av, ber til at lesa brasilskar bøkur á skíggjanum og hoyra tær í høvuðlurtinum. Vilt tú heldur sita við eitt borð, blaða og lesa í nýkomnu pappírsbókunum, so ber tað eisini til. Her er rúmsátt og ljóst millum n