Skip to main content

100 x Frankfurt


Les, lurta og lær kundu verið tey trý lyklaorðini hjá hesi ungu kvinnu, sum við einum gulum L-posa í baksýni hevur lagt seg í brasilsku heingikoyggjuna á bókamessuni í Frankfurt í ár. Her byrjar 100 X Frankfurt!

Uttanfyri hevur býarbókasavnið í Frankfurt sett bøkur og stólar fram á opna torginum millum tær 8 hallirnar, har øll heimsins forløg sýna fram. Brasil er heiðursgestur við 92 rithøvundum, 480 tiltøkum og 117 nýggjum bókaútgávum. 

Her er inngongdin til brasilsku høllina, ið er opin og ljós sum ein nýliga ruddaður frumskógur.

Framman fyri ljósu bókahillunum við teim nýggju brasilskum bókum eru sekkjastólar lagdir á gólvið.

Brasilsku heingikoyggjurnar eru vælumtóktar og síggjast aftur í nógvum krókum á bókamessuni. Meðan tú liggur og slappar av, ber til at lesa brasilskar bøkur á skíggjanum og hoyra tær í høvuðlurtinum.

Vilt tú heldur sita við eitt borð, blaða og lesa í nýkomnu pappírsbókunum, so ber tað eisini til. Her er rúmsátt og ljóst millum nýfeldu trøini á ljósa skógarbotninum.

Sum ein serligur gimmick ber eisini til at súkkla til Brasil. Á ferðini møtir tú ymsum upplýsingum um landið, sum koma fram á skerminum.

Brasilski metseljarin, Paulo Coelho, stendur á hvørjum bussi, sum koyrir millum tær 8 bókahallirnar. Hetta eru somu hallir, sum allir nýggir bilar júst hava verið sýndir fram í.

Rithøvundurin og viðmerkjarin, José Miguel Wisnik, til vinstru, verður spurdur um bókmentir og samfelagskjak í heimlandinum Brasil. Enska heitið fyri tiltakinum er Formation and Crisis in the Nationality Debate. Stak áhugavert og væl fyriskipað.

Ymsa staðni eru smáar installasjónir úr Brasil, sum henda, har eitt modelltok koyrir inn og út úr trupulleikum, Suðuramerikanskum og altjóða. Jú, Brasil sæst aftur í Frankfurt, um enn ikki so sannførandi sum Ísland í fyrrárið, har sjálv bókin í nógv størri mun var í fokus.

Og júst hetta við at seta bókina í fokus eydnaðist frúnni Böker, 25, sum við lærda Johannes Gutenberg Háskúlan í Mainz skrivaði magistarauppgávuna Sagenhaftes Island. Erfolgsfaktoren des isländisches Ehrengastauftritts auf der Frankfurter Buchmesse 2013

- Í uppgávuni setti eg mær fyri at lýsa, hví og hussu íslendska átakið var so væleydnað, sigur Elisabeth Böker. Í uppgávuni hevði hon samrøður við 17 bókmentafólk í Íslandi og spurdi 15 týsk bókaforløg og fimm týðarar um teirra fatan av átakinum. - Tað var greitt, at íslendski heiðursgesturin dugdi væl at føra seg fram. Mest avgerandi var, at íslendingar sjálvir varpaðu ljós á bókmentirnar og blandaðu tær ikki við onnur mentanarlig øki. Nærum hvør einasti journalistur var fegin um hetta, at bókmentirnar sjálvar vóru í fokus og tað ógvuliga livandi. Á bókamessuni fekst tú eina veruliga fatan av, hvussu livandi bókmentir eru í Íslandi. At Ísland kundi leggja fram 230 ymsar bøkur, antin umsettar ella knýttar at Íslandi og íslendskum viðurskiftum, á týskum máli, var besta úrslitið av átakinum Sagenhaftes Island í fyrrárið.


Heystkuldi er í luftini og týskir ferðasmiðir hava latið skílyftirnar upp fyri bókum og lesnaði. Tað er greitt at bókin er ikki bara ein mentunarberi, men eisini ein framúr søluvøra, sum hvør evra verður vundin burturúr.


Longu innan latið verður upp savnast gøtuhandlarar við bananeskjum fyltum av ivasomum bókum, sum verða bodnar til sølu framman fyri dyrnar.


Men hóast handilsliga rákið, gloyma fyrireikararnir ikki upprunan til bókina, og kynstrið hjá Johannes Gutenberg at prenta á hesum leiðum. Í somáta ber til at siga at bókamessan er minst fimmhundrað ára gomul. Men fyrsta skipaða bókamessa varð hildin í 1949 í Sankta Paul kirkjuni. Hóast blinkstrandi teldur og skermar, ber enn til at uppliva og sjálvur at royna gamla prenttøkni.


Undir heitinum FarLit tekur føroyski básurin seg eins væl út og í fjør. Birna Jacobsen, ið samskipar alt tað praktiska, stendur við móttøkudiskin, og Jenny Johannessen, sum hevur bókarættindi um hendi, sitir við telduna á borðinum aftanfyri.


Básurin er so mikið bjartur, at fólk flest steðga, tá tey ganga framvið. Tey, sum hava avtalaði ørindi, seta seg sjálvsagt við borðini. Her er tað Turið Kjølbro frá Bókadeildini, sum blaðar í stóru og vælumtóktu bókini um Koks, sum øll vilja síggja.


Franski kokkabókaforleggjarin Edouard Cointreau, sum stovnaði Gourmandvirðislønina, er púra burtur í bókini um KOKS. Hann er arvingi til Cointreau og Remy Martin og vínmarkir hava verið í ættini síðani 1270.


Gunnvá Magnussen frá Námi kemur á FarLit-básin, sum ikki verður minni litfagur. Saman við Turið skal hon finna nýggjar Krabbabøkur.


Jenny Johannessen blaðar upp í stóru myndabókini hjá Inga Sørensen, ið sýnir Føroyar undir vatnskorpuni. Jú, Føroyar eru litfagrar, tað eru øll samd um.


Ein yvirskeggjamaður úr Texas, forleggjarin Will Evans, vil hoyra um Bárð Oskarsson. Hann og Jenny síggjast aftanfyri tríggjar av bókapermunum hjá Bárði.


Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeildini, hevur funnið eina nýggja spennandi bók, sum er verd at umhugsa til útgávuskránna hjá forlagnum. Hóast tað er gott, er heitið hvørki meir ella minni enn Bad.


Turið Kjølbro og Gunnvá Magnussen leita eftir Krabbabókum, sum Bókadeildin og Nám eru felags um. Tað er bøkur, sum eru lættar at lesa hjá ymsum málbólkum. Við sær hevur Turið ein faldara, sum ásetur, hvussu bøkur verða mettar, tá umræður torleikastig hjá ymsu lesarunum.


Nógv fólk vitja á føroyska FarLit-básinum. Teirra millum er Maria Skov Christensen, sum býr saman við manninum í Frankfurt, har hon starvast við marknaðarføring hjá eGenetic. Maria vónar at finna eitt starv sum týðari.

Sølustjórin hjá Harper Collins, Amanda Sim, hevur eisini ørindi á føroyska básinum. Hon skal skrivað undir ein sáttmála, sum víðkar um verandi atlassáttmála í eitt ár afturat, so Málráðið fær arbeiðsnáðir at gera av, hvussu lond skulu stavast.

Starvsfelagin í Námi, Pól Jespersen, hevur skrivað Amandu Sim eina heilsan í bókina um Rúmdina. Forlagið Collins gevur nógvar rúmdarbøkur út, og serliga sólarmyrkingin, sum verður á okkara leiðum í mars 2015 og bara sæst í Føroyum og á Svaldbard á landi, er áhugaverd úti í heimi.

Nú eitt so stórt og altjóða bókaforlag sum Collins er á básinum, nýtir Jenny sjálvandi høvið at heilsa uppá Amandu Sim og greiða frá um básin og føroyskar bøkur.


Kanadiski forleggjarin Karen Boersma, sum rekur forlagið Owl Kids, er á FarLit-básinum og ger endaligu avtalu við Niels Jákup um útgávu av Bárði Oskarssyni í heimsins næststørsta landi, Kanada.


Henni á baki kemur 85 ára gamli kanadiski jødin, Ari Kernerman, sum vil siga frá einum heilsugóðum lívið á ellisárum. Men nágreinu ørindini eru at fáa okkum at týða og geva út bókina Living longer and better, sum hann hevur skrivað. Hóast áhugaverdur maður, er eingin undirtøka at geva út hesa bók á føroyskum. Heldur ikki at geva ein fuglabók hjá hinum aldrandi Michael Walter út, við ljóði. Okkara ørindi ganga kanska í størri mun hinvegin, at fáa okkara bøkur út í heim. Men gamaní, rákið er so avgjørt eisini hendan vegin, fyrst og fremst at finna Krabbabøkur og yrkisbøkur, sum eru egnaðar til skúlabrúks herheima. Norðurlond hava mest í felag, bæði í stíli og innihaldi á flest øllum økjum, men tá vit leita til fjarari lond, so verður tónin ein heilt annar í mest sum øllum skúlabókum, ofta við einum lyftum peikifinguri, sum púra tekur lesaran av ræði. Soleiðis er á bókamessum. Tað gongur báðar vegir. Í minsta lagi.


Vestmenningurin, Jónfinn Joensen, sum síðani 1980 hevur starvast innan forlags- og bókahandlaravirksemi í Íslandi, m.a. sum innkeypsstjóri fyri útlendskar bøkur, og Ingibjörg Ásgeirsdóttir, sum er forstjóri í íslendska systurstovni okkara, Námsgagnastofnun, vitja á føroyska básinum.


Eftir fakligt prát millum Gunvá og Ingibjörg um nýggjar yrkisbøkur í báðum londunum, skifta teir báðir starvsbrøðurnir, Kári Árting í Riti og Raki, og Jónfinn Joensen orð um nýggj og margtýdd rák á altjóða bókamarknaðinum. Skulu vit meta eftir hondunum, eru tað nýggjar Bíbliur teir báðir tosa um.


Við tónleikaævintýrinum Veiða vind í baksýni, eru nógv áhugaði at tosa við Niels Jákup á Bókadeildini um nýggjar samstravsmøguleikar.


Danska forlagið Systime vitjar Nám, tí partarnir samstarva um ein talgildan platform at gera og lesa bøkur á. Dorit Hansen og Sigfríður Abrahamsen hava hvør sina bók klára í hesum nýggja samvirkna hátti, sum ætlast at verða víðkaður til umframt Danmark og Føroyar, eisini at fevna um Ísland og Grønland.



Omanfyri hevur Wenche Andreassen teldilin í hondini, meðan hon tosar við teir báðar Poul Henrik Mikkelsen, stjóri í Systime, og Claes Sønderriis, verkætlanarleiðari í Systime, sum vit í Námi samstarv við um samvirknar bøkur.


Tí var tað ein gleði, saman við Poul Henrik og Claes, at uppliva tann heiður, at ein av bókunum hjá Systime, Worlds of English, sum Birte Annette Nørregaard hevur ritstjórnað, vann virðisløn sum besta skúlabók í Evropa fyri elstu flokkarnar.


Spennandi verður at frætta, um bøkurnar um Skrímslini, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað saman við svenska Kalle Güettler og íslendsku Áslaug Jónsdóttir, fer at vinna fyrstu norðurlendsku barnabókavirðislønina. Tað verður kunngjørt úr Oslo 30. oktober. Sum sæst, eru skrimslini nú eisini tøk á kinesiskum.


Á heimliga bókavøllinum er hesar tríggjar smábøkur metseljarar hjá Kára Árting í Riti og Ráki. Bretska Jenny Kempe, ið vitjaði á føroyska básinum, hevur skrivað fittu metsølubøkurnar, sum Sonne Smith hevur umsett til føroyskt.


So er klokkan fimm og móttøka er á føroyska FarLit-básinum. Teir báðir Allan og Nis frá donsku fyritøkuni Bigini rudda og gera klárt til stóru móttøkuna, har Birna hevur fingið føroyskar sponsorar at lata laks, brotbreyð, vatn, øl og snaps. Eitt tvey trý so er alt sett fram.


Og so servera teir báðir, Allan og Nis, frá fryntligu Bigini fyritøkuni mat og drekka til øll tey, sum vitja FarLit básin nú mikudagurin er komin á hall.


Fólk koma úr øllum ættum. Tað eru faklig bóksambond og fólk av granabásunum. Niðanfyri er tað William Heinesen, ið prátar við Jenny Johannessen.


Og her er tað bretski forleggjarin John Button frá Real Reads, sum gevur út kendar heimsbókmentir á 64 síðum, ið tosar við FarLit umboðið. Bøkurnar kunnu vera The Great Gatsby og Moby Dick.


Stjórin á stóra norska forlagnum Cappelen Damm, Tom Harald Jensen, vitjar føroyska básin og heilsar uppá fólk. Serliga nógvar Krabbabøkur eru keyptar frá norska forlagnum.


Sigurður Svavarsson, Siggi, sum síðani 2008 hevur rikið íslendska bókaforlagið Opna, er fastur fúsur á føroyska básinum og ein góður samstarvsmaður, tá umræður norðurlendskar yrkisbøkur.


Kári Árting og Niels Jákup Thomsen hitta samstarvsfelagar úr norðurlendsku grannalondunum. Niðast til høgru er Per Øystein Roland, ið hevur yrkisbøkur um hendi á norsku NORLA skrivstovuni.



Per Øystein Roland er á NORLA básinum, har veggurin er prýddur við fremstu norsku bókmentanarligu útflutningsvørunum, har Jo Nesbø er hin størsti.


Millum mest umrøddu nýggju norsku bøkurnar, er henda fyrsta í eini fantasy røð, sum tekur støði i norrønu mentanini undir heitinum Ravneringene. Heitið á fyrstu av trimum bókum, ið sambært NRK er hin mest bíløgda í forhondssølu, er Odinsbarn, sum Siri Pettersen hevur skrivað.


Mest áhugaverdu bókina á norðurlendsku básunum helt eg hesa barnabókina vera, Viktiga kartor: för äventyrare och dagdrömmare eftir Sarah Sheppard. Vøkur og hugvekjandi bók fyri børn í øllum alduri.


Eina líknandi bók, fyri nakað eldri børn, finni eg á serstakliga áhugaverda týska básinum Mare. Bøkur um sigling og fjarskotnar oyggjar. Henda ber heitið Atlas der abgelegenen Inseln og høvundur er Judith Schalansky. Um bókina sigur týska tíðarritið Zeit soleiðis: - Zärtlich gleiten die Finger über die Landkarten; der Blick verliert sich in der Schönheit filigraner Linien, Punkte und Buchstaben. Wir riechen das Meer, hören Brandung und Möwen, sehen Eisberge und Felsen. Und unter den Füßen spüren wir feinen Sand. Wer das wohl bezauberndste Buch dieses Herbstes aufschlägt, dürfte wie einst Robinson Crusoe der Welt für eine Weile abhanden kommen.


Bindibøkur hava í nøkur ár verið vælumtóktar, hóast tær eru á markinum millum kitch og álvara, í hvussu er tá høvundarnir eru menn. Henda gongd hevur tikið dik á seg við teimum báðum Arne og Carlos úr Noregi, sum bæði heima og úti eru par, og teir báðir týsku Thomas Jaenisch og Felix Rohland úr Oberfranken, sum eru serliga ídnir at hekla húgvur og annað, sum sæst á teimum báðum niðaru mydunum, har nýggju heklubøkur teirra verða lagdar fram.


Svenska forlagið Ordfront ger vart við heimsins týdningarmestu bók Världens viktigaste bok: om kroppen, känslor och sex, sum Nathalie Simonssen hevur skrivað. Og við tílíkum heiti er ikki so nógv meir at siga, skriva ella gev út, tíansheldur at hava bókamessur upp í saman. Tað týdningarmesta er longu sagt og meir er ikki at siga um tað.


So skemtiligir eru russarar ikki. Hinumegin Eystrasalt eru teir brúnasíðir á russiska básinum og hava enskt prát, sum eg aldri hoyri lata seg upp móti umheiminum. Undarliga afturlatið, troyttandi og sjálvfeitt, hóast básurin er sprelskur í retro reyðum og bláum við snøggum stavum.


Okkara grannabásur, sum annan vegin er úr Georgia, hevur borðreitt við eini veitslumáltíð og hátíðarligari talu.


Grannabásurin hinvegin er úr Estlandi, har tey hava gjørt spennandi stólar, sum eru svartir og lagdir við reyðum blómu- og hjartalíknandi sitipútum, sum var tað ein náttklubbi.


Greenpeace eru aftur frammi við bóklingum og prentlutum, hesuferð við nýggjum máli og sikti, sum sæst á postkortinum niðanfyri.


Um næsta horn er týska forlagið Babel, har forleggjarin stoltur vísir mær eitt yrkingasavn eftir Friederike Mayröcker. Sjálv sigur hon um egnar yrkingar, orð og yrkingarlag: „Ich lebe in Bildern. Ich sehe alles in Bildern, meine ganze Vergangenheit, Erinnerungen sind Bilder. Ich mache die Bilder zu Sprache, indem ich ganz hineinsteige in das Bild. Ich steige solange hinein, bis es Sprache wird."


Í forhøllini, har brasilski heiðursgesturin heldur til, hevur týska kringvarpið ARD gjørt seg út við fleiri sendistovum, har tey í einum føri senda beinleiðis hoyrispæl við trimum lívligum upplesarum úr søgunum hjá Grimm, og samrøðu við týska bókmentavinnaran Terézia Mora, sum fekk Deutscher Buchpreis fyri Das Ungeheuer, meðan ein kafé í týsku høllini, sum sæst á niðastu myndini, greiddi frá øll teim tilnevndu týsku høvundunum.


Eru stundir ikki at lesa allar tær klassisku bókmentirnar og vitbornar tankar um listagreinar, so ber til at keypa pixibøkur til vaksin, Literatur Quickies, sum eftir fáum orðum og enn færri síðum siga alt, ið vert er at vita um torskild evni í eini knappari vending millum kaffelattekopparnar.


Punktum á finska grannabásinum er ein stórfingin móttøka við mentapolitiskum talum, nú Finnland stendur til at verða heiðursgestur á næstu bókamessu í Frankfurt.


At stílurin ikki altíð er so hátíðarligur á bókamessuni, síggja vit á íslendska horninum, har svartur humor, fyri ikki at siga latrinérur humor er í hæddini.


Men ikki eru tað bara vit við okkara stavseting, prentsmiðjum og virðisgrundarlagi, ið einsamøll hava hug til at gera vart við alskin til bøkur og alt tað, sum skrivað er. Eisini arabiski heimurin telur fólk, ið elska bøkur og skrivaða orðið, bókaelskarar. Her eru tvey teirra. Tey eru úr arabiska emiratinum Sharjah, har tey síðani 1982 hava havt árliga bókamessu, sum 400.000 vitja í 10 dagar at uppliva 800 forløg úr fleiri enn 40 londum.


Men so er tað framtíðar skúlastovan, sum bókamessan í Frankfurt á fyrsta sinni hevur sýnt áhuga. Hon er ikki prangandi ella sannførand, framtíðar skúlastovan. Er tóm tøkni og tann beri larmur, sum køvir allar hinar básarnar í grannalagnum.



Sokallaðar samvirknar talvur í 3D og tøknilærarar og næmingar í 3D brillum, og á niðaru myndini undir einum risa skíggja, sum kann vendast og snarast, meðan næmingarnir boltra sær á gólvinum og filma í eyst og vest. Eftir hesa innihaldsleysu og skuffandi uppliving av framtíðar skúlastovuni vildi eg ynskt mær eitt teknologi-terror-frítt skúlaár. Minst eitt. Tøknin er nógva staðni við at taka lívið av skúlanum og ikki minst játtandi kommunala pengakassanum, sum fyrr var merktur skúli og bøkur, men nú fer til innihaldsleysa tøkni.


Tá er frígerandi at koma á næsta bás, har til ber at skriva tað tú vilt, sum uppslagið sigur. Á teldu ella talvu.


Og so veittrar Karina Luke, stjóri í Book Industry Communication, at kalla fólk til fyrilestur, har fremstu heilar innan framtíðar skúlabøkur, talgildar og samvirknar, eru møttir at røða um støðuna nú og komandi undir heitinum: Útgevarin - hvør var hann, hvør er hann og hvør verður hann? Ella sum sagt varð á Twitter: #pubnow




Undir leiðslu av Karinu Luke, tosaðu fýra menn í ein tíma um framtíðar bókina og ikki minst forleggjaran, men eisini um stirvnar ISBN reglur. Teir fýra, sum síggjast omanfyri eru George Lossius frá Publishing Technology, Victor Henning frá Mendeley og Elsevier, Mark Anderson, sum eisini sæst á niðaru mydnini, frá Pearson og Dan Franklin frá Random House í Bretlandi.



So var bókamessan lokin á hesum sinni. Heimleiðin var framvið Matteuskirkjuni, har tey loyva sær at seta eina parantes og eitt nýtt orð inn í ein Bíbliutekst. Tað er djarvt. Men eisini effektivt. Skriftorðið ovast á vegginum er tikið úr Markus 12,31 sum í okkara týðing sigur: Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg. Á týskum eru orðini eitt sindur annarleiðis: Liebe Deinen Mitmenschen, denn er ist wie Du. Og so er orðið nichst í parantes sett inn i tekstin, sum bráddliga verður heilt spennandi i einum tolsemisljósi. Liebe Deinen Mitmenschen, denn er ist (nichts) wie Du. Spennandi retorisk vend á kirkjuvegginum eftir heimsins størstu bókamessu. Bókstavalig hámessa. Mitt i túninum.


Í miðbýnum er Römer Platz, har skrivað stendur á torginum: An dieser Stelle verbrannten am 10. Mai 1933 nationalsozialistische Studenten die Bücher von Schriftstellern Wissenschaftlern Publizisten und Philosophen. Runt um merkið, sum er í steinsetta túninum, er eitt sitat eftir Heinrich Heine: Das war ein Vorspiel nur, dort wo man Bücher verbrennt, verbrennt man am Ende auch Menschen. Heinrich Heine 1820. Inni í runda merkininum standa 52 stiliseraði nøvn á høvundum í brennandi bókum.


Gjøgnum býin rennur áin Main. Millum skeltini sum pliktskyldigi týskarin hevur sett á hvørt horn, tí rætt skal vera rætt, hómast navnið á vøkru gøtuni fram við enn vakrara áarbakkanum, Schöne Aussicht.


Eg síggi tríggjar menn, ið hava gjørt seg út at fiska, og gangi aftaná teimum.


Útsýnið av brúnni um ánna Main er frálíkt í allar ættir. Inn móti býnum sæst tað, ið onkur rópar Mainhattan, Frankfurt, meðan ein ferðamannabátur siglir framvið.


Í hina ættina, eystureftir, sæst yvir á nýggja evropeiska miðbankan, sum er í gerð og skal verða liðugur næsta ár. Sjálvur haldi eg at heystlitirnir á trøðunum eru munin vakrari.


Móti hotellinum ganga vit beint framvið byggiplássinum. Í gøtuni eru allar handa bilasølur, Mercedes, Audi, BMW og Volvo. Men Frankfurt er eisini Maggi terningar, sum fylla henda handilin.


Heldur onkur at tað er absurd við einum heilum handili við Maggi terningum, so er hetta niðanfyri ikki minni absurd: ein pannukøkuvognur við Nutella í øllum variantum, frá Nutella til Nutella.


Fyri ikki um at tala hunangshjørtu mitt á gøtuni og í øllum variantum beint í hondina. Gerið so væl!


Og ger svongdin framhaldandi um seg, so er altið ein frankfurtari í Frankfurt. Vendur og snaraður, kókaður og steiktur, við øllum.


Og so eru vit nærum komin heim til hotellið. Besta siktið er slaktarin frá 1894, Gref-Völsings Rindswurst, sum er beint yvirav hotellinum. Morgun, middag og nátturða savnast fólk at eta eina pylsu og annað kjøt í tarmi við eplasalati ella sauerkraut afturvið á hesum søguliga stað. Tað má roynast.


Starvsfólkini eru fryntlig og slaktarin Bahri Berkolli vísir mær matskránna og niðast sæst morgunmatartallerkurin hjá arbeiðandi fólki í Frankfurt.


Hotellið 25hour Goldman er 6 kilometur frá bókamessuni, so tað var ein góður teinur við lunnavagni, taxa ella til gongu, sum eg royndi henda eina dagin. Kanska er hasin eini eyka tímin afturat teim 24, sum gevur navnið 25hour, ein ímynd av at ganga that extra Mile. Tað gera tey í hesi gøtu.


Øll kømur eru ymisk og mannfólkavesið er í slúkandi popart. Eitt sjáldsama stuttligt hotell við framúr matstovu.


Av hotellinum koyrir bussurin The Listener, ein elligamal men vælhildin Fólkavognur við ein ungum studentasjafføri. Betri kann tað ikki vera í fólksins Týsklandi. 100 X Frankfurt er komið at enda. Takk fyri hesuferð.