Skip to main content

Posts

The Clipperton Project

Luli Noriega Pons, sum er í bláum skóm mitt fyri í myndini, er úr Meksiko og býr í risastóra høvuðsstaðnum Meksikobýi. Eg hitti ferðaliðið hjá henni, The Clipperton Project , á Kafé Kaspar. Tey vóru komin við bussi úr Miðvági, har tey høvdu hugt eftir plantum og urtagørðum. Nú skuldu tey út á Fróðskaparsetrið. Tey eru úr Meksiko, Avstralia, USA, Skotlandi og Svøríki. - Tað var hin bretski Jon Bonfiglio, sum nú býr í Meksiko, ið stovnaði The Clipperton Project, sigur Luli Noriega Pons aftur við einum kaffikoppi. - Grundsjónarmiðið var og er enn at lýsa samanhangin, analogiina, sum er millum hugsanina um, hvussu ein fjar og óbygd oyggj við ongum menniskjansligum sambandi skuldi havt verið, og hvussu sama oyggin í veruleikan sær út, tá vit møta henni. Jon Bonfiglio, og tey sum grundaðu henda tanka, fóru at vitja fronsku Kyrrahavsoynna Clipperton, sum sæst á blaðsíðu 161 í atlasinum hjá Námi. Spanska navnið á óbygdu oynni er Isla de la Pasión. - Á oynni gjørdu tey ein film

Til lukku, Marjun og Hanus!

Til lukku, Marjun og Hanus. Í allari hemmiligheit skuldu tey siga ja, at ganga í hjúnalag á skrivstovuni hjá Heðini á Vaglinum. Men veðrið var gott og trappan nýggj, so eftir lítlari løtu varð vígslan flutt út á nýggju trappuna í Vágsbotni. Heðin helt eina góða røðu, sum vanliga verður hildin innandura við tílíkt høvi, har bara fá hoyra. Men uttandura kemur góða røðan fyri parinum til sín rætt, fyrst og fremst tí, at so nógv eru møtt, men eisini tí at ein dj, Árni Vitalis, úr vøruvogninum við standmyndina av Nólsoyar Páll, læt Guns N'Roses ljóma yvir alt torgið við November Rain. Tað gjørdi sameinandi løtuna fulkomna.

Høvdið uppundan í Múlavík

Henda sjáldsama sjón møtti mær á bønum við Múlavík niðri á Vatni á Eiði í gjár. Eitt neytahøvd. Angin er ramur, og tá tú hevur dyrkað Sinatra og hansara Mafiasambond seinastu dagarnar, er tað eitt sindur ivasamt, hvussu tú skalt skilja eitt neytahøvd, sum bráddliga rennur seg upp úr bønum. Ella sum er lagt her at styggja fuglarnar burtur. Her er ein kjógvi á flogi, og á vatninum er eitt svanapar við fimm ungum. Við Vátanes leggja tey trygt frá landi og fara yvir um, har fótbóltsvøllur einaferð var, kanska hin mest sjáldsami í allari verðini. Nú er kampingpláss við øllum hentleikum á fótbóltsvøllinum niðri á Møl. Seinastu árini er nýggjur fótbóltsvøllur gjørdur niðri í Hólmanum, har eitt heimara vatn einaferð var. Frá Malarvegi er neytahøvdið nú eyðkennismerkið fyri kampingplássið. Á seinasta bygdaráðsfundi á Eiði varð fjórða punkt á skránni útstykking Múlaklettur . Málið var fyri afturlatnum hurðum, so ikki er gott at vita, hvat hendir við hesi perlu á Eiði. Við borgarst

Stórt virksemi í Havn

Veit ikki, um tað bara er Mentanarnáttin í morgin, sum er orsøkin, men í dag er stórt virksemi í Havn. Hús verða umvæld, sum her í Bringsnagøtu, har vindeygu og klædningur í Klokkarastovu verða skift út og hildin í sama góða, gamla stíli. Maskinur ganga, hamarar smíða og bilar hjá kommununi koyra til og frá. Undir Bryggjubakka, innast í Vágsbotni, verður fyrst borðað og síðan stoypt í aftur. Eg spyrji, hvat hetta er, og arbeiðsmenninir bara peika á runda forboðsskeltið niðanfyri. - Eingin respekterar hatta skeltið. Nú verða automatiskar sperrur, sum koma upp úr vegnum, settar her. Tá ber ikki til at koyra, uttan tú hevur eina fjarstýring, fái eg at vita frá sementblandandi arbeiðsmonnunum. Kanska er tað nakað um tað. Bilarnir hava ov stóran framíhjárætt í miðbýnum. Sjálvt framvið sølubrettunum og kaffistovunum í tronganum her og heilt út í Bakka, er ikki skomm skapt í sunnudagsbilførarum til gerandis í Havn. Men nú fær tað ein enda. Úti hjá Öström gera tólv kvinnur k

Summarið komið

Í dag er summarið komið til Havnar. Heilt nágreiniliga til Ringvegin, matrikul nummar 1407b.

Sjá tú blánar Listaframsýning í Steinprenti

Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð. Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong, syngur tjóðin tær glaðasta song. Framsýningin Sjá tú blánar letur upp mentanarnáttina klokkan 17. Hon er fjølbroytt og eitt sindur øðrvísi enn aðrar listaframsýningar við tað, at hon er konseptuel, og byggir á eina yrking, sum Hans Andrias Djurhuus skrivaði í 1920. Flestir føroyingar kenna yrkingina, sum verður framførd við lagi eftir Gunnar Mikkelsen, tá flaggdagur er. Yrkingin vendir sær sum kunnugt til Merkið, hvørs reyði, blái og hvíti litur myndar koloristiska útgangsstøðið hjá framsýningini, sum eisini innihaldsliga nertur við tjóðskaparlig evni. Ultramarinbláar eru fýra framúrskarandi kompositiónir hjá Tróndi Patursson, sum við síni svimlandi dýpd geva okkum eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingum, sum Tróndur Patursson hevur havt á sjóferðum sínum. Bæði evnisliga og stílsliga fevnir henda listaframsýningin nokk so breit

Eirikur bjóðar rullikøku afturvið Sinatra

Eirikur Skála bjóðar heimabakaða rullikøku hjá Öström á Skálatrøð, har Tórshavnar Big Band venur til konsertina í Norðurlandahúsinum mentanarnáttina kl 21:00. Konsertin verður endurtikin kvøldið eftir, leygarkvøldið kl 19:30. Orkesturleiðsluna hevur saksofonlærarin hjá Eiriki, Sigurður Flósason. Mike syngur Blue Skies og Fly Me To The Moon tá eg komi inn í ljósa venjingarhølið. Tað swingar so groovy, so eg má skriva við dupultve. Hugtakandi instrumentalistar, hugtakandi samanspæl, hugtakandi stórband, hugtakandi sangari. Gleði er á hvørjum andliti og dirigenturin klappar. Hans Petur í Brekkunum til vinstru og Haukur Gröndal til høgru, sum er fyrsti alt saksofonistur, og Dávur Juul Magnusen og Andras Spang Olsen aftanfyri, eru allir vælnøgdir eftir fyrsta venjingarumfar við Sinatrasangum seinrapartin í dag. Og so tørna tey fyri aftur við swingandi Sinatrasangum. Omanfyri sæst íslendski Haukur fremst fyri. Niðanfyri er Kári Olsen komin inn við Útvarpsmikrofonini,