Skip to main content

Eirikur bjóðar rullikøku afturvið Sinatra


Eirikur Skála bjóðar heimabakaða rullikøku hjá Öström á Skálatrøð, har Tórshavnar Big Band venur til konsertina í Norðurlandahúsinum mentanarnáttina kl 21:00. Konsertin verður endurtikin kvøldið eftir, leygarkvøldið kl 19:30. Orkesturleiðsluna hevur saksofonlærarin hjá Eiriki, Sigurður Flósason.


Mike syngur Blue Skies og Fly Me To The Moon tá eg komi inn í ljósa venjingarhølið. Tað swingar so groovy, so eg má skriva við dupultve. Hugtakandi instrumentalistar, hugtakandi samanspæl, hugtakandi stórband, hugtakandi sangari. Gleði er á hvørjum andliti og dirigenturin klappar.


Hans Petur í Brekkunum til vinstru og Haukur Gröndal til høgru, sum er fyrsti alt saksofonistur, og Dávur Juul Magnusen og Andras Spang Olsen aftanfyri, eru allir vælnøgdir eftir fyrsta venjingarumfar við Sinatrasangum seinrapartin í dag.


Og so tørna tey fyri aftur við swingandi Sinatrasangum. Omanfyri sæst íslendski Haukur fremst fyri. Niðanfyri er Kári Olsen komin inn við Útvarpsmikrofonini, og øll syngja Andrasi tilukku. Hann hevur føðingardag og sæst við trombonini fremst fyri á myndini.


So aftur at spæla undir hjá Mike, sum syngur You Make Me Feel So Young og It Was A Very Good Year.


Ímeðan bíðar Sofus, Haleluja Sofus, sum vit kenna hann nevndan í stuttligu sendingini Also leygarmorgnar. Tá hann fer at syngja, hevur hann ein loyniligan duettsangara við sær at syngja Something Stupid í seinnu helvt av konsertini. Men Sofus syngur eisini All, Or Nothing At All, sum er fyrsti sangur á konsertini, hin stuttliga The Lady Is A Tramp, All The Way og Summerwind.


Og so kemur Jógvan Joensen inn at venja. Hann er yngsti sangarin og skal eisini syngja Young At Heart, sum er tann sangur mær dámar allarbest beint nú eg hoyri hann. Tíðarrokningin hjá tíðarleysa Sinatra eru so hugtakandi. Tær tiltala meg, rútmisku pausurnar í fraseringunum hjá bláoygda sangaranum. Strangers in The Night, This Town og For Once In My Life standa eisini á sanglistanum hjá unga croonaranum Jógvani.


Hinir báðir sangsolistarnir, Rasmus Magnussen og Jógvan Hansen, komu seinni. Tá var eg farin, men orkestrið helt fram at spæla, og í morgin árini fer Kári Olsen at siga frá í Morgunútvarpinum um Sinatra-konsertina á Mentanarnáttini, sum verður endurtikin leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum.


Uttanfyri skínur sólin beint á trappuna hjá Heðini og Trónda á Perlugrundini undir Boysensgarði. Neyvan er nakað stað í Havn, sum hesar dagar hevur verið so vælsignað við sól.


Í hvassa mótljósinum uttanfyri Kaffihúsið undir Bryggjubakka hitti eg Sakaris og Sakaris, filmsleikstjóran og tónleikaran. Her er hin fyrri, sum vit starvsfólk í Námi fara at hitta í Skopun 10. juni at hoyra um film í bygdini. Fimtan dagar seinni byrjar Sakaris at gera sín egna spælifilm í fullari longd, Dreymurin við Havið, har Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað handritið.



Og framvið vágni skínur sólin, so allir lutir og litir speglast á sjónum í summarsligu Havnini.