Skip to main content

Høvdið uppundan í Múlavík


Henda sjáldsama sjón møtti mær á bønum við Múlavík niðri á Vatni á Eiði í gjár. Eitt neytahøvd. Angin er ramur, og tá tú hevur dyrkað Sinatra og hansara Mafiasambond seinastu dagarnar, er tað eitt sindur ivasamt, hvussu tú skalt skilja eitt neytahøvd, sum bráddliga rennur seg upp úr bønum. Ella sum er lagt her at styggja fuglarnar burtur. Her er ein kjógvi á flogi, og á vatninum er eitt svanapar við fimm ungum.


Við Vátanes leggja tey trygt frá landi og fara yvir um, har fótbóltsvøllur einaferð var, kanska hin mest sjáldsami í allari verðini. Nú er kampingpláss við øllum hentleikum á fótbóltsvøllinum niðri á Møl. Seinastu árini er nýggjur fótbóltsvøllur gjørdur niðri í Hólmanum, har eitt heimara vatn einaferð var. Frá Malarvegi er neytahøvdið nú eyðkennismerkið fyri kampingplássið.


Á seinasta bygdaráðsfundi á Eiði varð fjórða punkt á skránni útstykking Múlaklettur. Málið var fyri afturlatnum hurðum, so ikki er gott at vita, hvat hendir við hesi perlu á Eiði. Við borgarstjóranum sum keldu skrivar Vildmund Jacobsen á Info-portalinum, at neyðugt er við nýggjari útstykking á Eiði. Hann skrivar, at "Borgarstjórin hevur áður víst á økið undir Múlakletti. Her er veðurgott, og gott útsýni er yvir Hólman. Hetta er hagi, men eingin avtala hevur verið við umsitaran. Ætlandi kunnu eini 18 ella fleiri grundstykki útstykkjast her." Undir Múlakletti er ikki pláss fyri útstykking og neyvan kann tað roknast sum hagi. So tað man, lukkutíð verða í oyðimørkini uppi á Múlakletti, at útstykkingar verða gjørdar í natúrligum framhaldi av verandi útstykkingum, so Múlavík og hvíti sandurin fær frið. Tó, frá vitandi heimildarfólki á Eiði fái eg at vita, at Múlaklettur hevur eitt serligt pláss í jarðfrøðisøguni. Tað var her at jarðfrøðingar í 1812 bóru eyga við foyrur og bylgjut grót, sum nógv ár seinni varð prógv fyri, at ístíðir hava verið í forntíðum. - Tí vildi tað verið spell, um hús komu at standa beint har, sigur heimildarfólkið.


Gøta er um vatnið og kampingplássið sæst fyri enda Jarðarinnar. Eins og við fótbóltsvøllinum, man tað vera mest sjáldsama pláss, eisini til kamping, í heiminum.


Framvið gøtuni ber enn til at síggja rekatrø, kanska slongd upp um Umvarpið, og rikin heilt úr Sibir, og sum einaferð hava verið brúkt til flakar á Vatninum.


Úti á Bø, í Kolsbyrgi og út móti Torvanesi er grønt, men so turt, at tey mugu bera vatn heimanifrá at væta eplavelturnar við. Hvør á og renna er turr.


Suðri í Gimbrunum, við Ljósá, er útsýnið av Bakkavegi stuttliga litríkt niðan móti stykkinum hjá Jarðargrunninum, serliga tá ein gulur bilur koyrir framvið eftir Eiðisvegnum.


Niðri á bryggjukantinum standa marglittir konteynarar við ymsum funktiónum og áskriftum. Ovast á bakkanum standa flottu húsini hjá Ludvík Petersen, sum hann leigar út til vitjandi.


Vit enda Eiðistúrin á bønum við nýggja eyðkennismerkinum niðri í Múlavík við Norðhavinum í baksýni.