Skip to main content

Posts

Dronningen er týdningarmesti kjakfilmur í dag!

Røringur er sum aldri áður í heimligu biografbransjuni. Fólk í hópatali møta at síggja nýggjan arthaus -film í Havn, í Klaksvík, í Løkshøll í Runavík - og skjótt eisini í Suðuroynni. Hesuferð var orsøkin nýggi danski filmurin Dronningen   sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio ein dag undan almennu frumsýningini. Við egnum orðum innleiddi Bárður Højgaard fyrstu sýningina av Dronningen , sum var í Filmsfelagnum mikudagin 27. mars: Gott kvøld øll somul! Eg eiti Bárður Højgaard, búsitandi í einari lítlari bygd, sum eitur Lamba. Eg eri Bachelorur í talgildari sniðgeving og Film & TV, og kandidatur í Upplivingarbúskapið frá Aarhus Universiteti. Onkur undrast kanska á, hví eg standi her - eg undrist sjálvur! Tá Filmsfelagið legði tiltakið við hesum filminum út á Facebook, haldi eg, at eg var tann fyrsti at viðmerkja “Fantastiskur filmur”! Filmurin hevur ikki premieru fyrrenn í morgin, og tit eru so heppin her, at sleppa at síggja filmin longu nú. Eg havi tó longu sæð filmin, tí

Scott Walker

Heimasíðan hjá Scott Walker upplýsir í dag, at hesin kendi og tó gátufulli sangarin, ið byrjaði sum teenage poppari í California, bleiv tilbiðin ájavnt við beatlarnar í The Walker Brothers, fór í kleystur á Isle of Wight, varð fyrimynd hjá David Bowie, og sum støðugt skapti nýggjar og óvæntaðar leiðir á grammofonplátu við eini fullfyltari baritonrødd, hann er farin úr tíðini, 76 ára gamal. Soleiðis fer hon við øllum, tíðin. Og júst hetta at seta avmáldu tíðina í fokus, men ikki uttan dyst, megnaði Scott Walker í eskatologisku riddaravísuni um Sjeynda Siglið The Seventh Seal har eksistentielli popparin við egnum orðum og marriachi instrumentering endursigur samnevnda filmin hjá Bergman eftir fimm minuttum á plátu, innan karmin av poppi og spagettiwestern, sama ár sum Elvis sang og spældi Charro . Scott Walker betýddi nógv fyri tey, sum umframat at hyggja film eisini lurtaðu plátu. Ovast á spotifylistanum við Scott Walker sangum havi eg sett akkurát hendan, har Antonius Block m

Er endamálið at verða síðst?

Í gjár, leygardag, setti almenna Kringvarpið alla orku inn á fótbóltsítróttina, bara fyri at prógva, at fótbóltur er yvirmett undirhald. Serstakliga nógv yvirmett, fyri ikki at siga sjúkliga yvirmett. Men henda menniskjansliga feilmeting av undirhaldi, sum við almennari hjálp flytir nógvar pengar, er ikki tað mest áhugaverda í miðlalandslagnum. Henda sama dag vóru privatir netmiðlar teir fyrstu at siga frá um eina vanlukku, sum kundi havt verið av teim størstu á okkara leiðum, og um at sama skip, tí tað var tað, tað galt, ein møgulig skipsvanlukka við einum risa marglætisskipi, Viking Sky, sum fýra ferðir skal vitja okkum við ivasamari oljumongd og enn ivasamari motorum. Ein lítil hissinistubbi var klokkan seks, men ein arbeiðsdag ella so, sjey tímar seinni enn privatu netmiðlarnir, kundi almenna Netvarpið kunngera eina mynd, ikki av sentrala skipinum, sum søgan var um, men einum lítlum fraktskipi, sum kom sær uppí vanlukkuna og bjargingarroyndina og bara gjørdi alt verri, sí m

Tjóðleikhús á bygd

Ja, eitt tjóðleikhús á bygd, hvat tá. Tað er umvenda andstøðusjónarmiðið á Tingi. Kom í tankar um okkara frálíka lærara í linjufakinum samtíðarkunning, Hans Holm. Tá onkur í almenna rúminum plagdi at skjóta upp okkurt, sum var heilt við síðuna av ástøðinum um The Economic Man og marknaðartreytum og -viðurskiftum, so plagdi hann turrisliga at leggja afturat: - Hasin hevur so ikki lisið gemena lokaliseringsteori! Hinvegin, so er dysturin millum andstøðu og samgongu so simplifiseraður síðan landið bleiv eitt valdømi, at skjeyt sambandsflokkurin upp, at nú taka vit loysing, so hevði Tjóðveldi heilt vist stemmað uppskotið niður. Langt niður. Men tað øvuta kundi eisini verið gjørt. Bara fyri at umvenda andstøðuna.

Hvør syngur fyri tær tá?

Quién te cantará , Hvør syngur fyri teg, ella Hvør fer at syngja fyri tær? Nýggi spanski Netflixfilmurin hjá Carlos Vermut (f.1980) er um hina uppspunnu Lila Cassen (Najwa Nimri), sum í nítiárunum var kendasta sangarinnan har í landinum, til hon bráddliga hvarv og eingin hoyrdi frá henni. So ganga tíggju ár, og Lila Cassen ger seg til reiðar at taka pallin aftur og at syngja chansons fyri fólki. Men beint undan at hon skal byrja, er hon fyri eini vanlukku, missur minnið og kennir ongan sang aftur. Akkurát sum Jack Malik (Himesh Patel) í nýggja filminum Yesterday (2019), sum ikki skilir, at hann er hin einasti á lívi, sum minnist Beatles og teirra sangir. Ein onnur kvinna í spanska filminum er Violeta (Eva Llorach), sum hvørt kvøld rýmir frá vaksnu dóttrini, sum ger henni tilveruna ótolandi, dótturin. Einasti uggi hjá Violeta er at fara á karaoke-barr at syngja sangir hjá Lila. Einki ger hana lukkuliga, sum hetta. Meðan Violeta syngur, sum var hon Lila, hoyrir umboðskvin

Tari frá Agnes

    Tað grør um gangandi fót í fyritøkuni TARI. Agnes Mols Mortensen, sum saman við beiggjanum Mortan Mols Mortensen hevur fyritøkuna, sæst her í taraklekjarínum. Tey hava samstarvað við Føroya Bjór í Klaksvík um nýggju beikst-sterku sitrus ølina av India Pale Ale slagnum, sum hevur fingið heitið North Atlantic IPA . Taraslagið er søl (Palmaria palmata). Agnes sigur, at klekjaríðið stendur beint nú í Nesvík. - Vit klekja tara inni á økinum hjá Fiskaaling, ið hevur aliloyvi til tara. Men vit søkja um okkara egna aliloyvi til tara á landi í Fámjin. Og tað vóna vit at vit fáa, sigur Agnes Mols Mortensen. Etikettin á nýggju ølini er blá við norðlýsinum á. Umframt føroyska taran, er føroyskt byggmalt sett til, upplýsir Annika Waag, sum er góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór. Ølin, ella ølurin, sum gamlir havnarmenn søgdu, er bryggjað eftir tí gamla enska IPA-háttinum, ið er nakað beiskari enn vanliga pilsnarølin, sum er fremsta konsumøl kring allan heim, serliga til ko

Majken vil eisini hava biograf

Í Vági vil Majken Súsanna Gaard eisini hava biograf, so hon kann síggja film í felag, eins og tey, ið hava sama áhuga norðanfjørðs. - Mær hevur altíð dámt væl at ganga í biograf og eg haldi, at tað er sera harmiligt, at ongin biografur er í Suðuroy. Sjálvandi ber til at fara norður um fjørð í biograf, men sýningarnar passa ofta illa við ferðaætlanina hjá Smyrli, so suðringar mugu liggja nátt norðanfyri og leggja arbeiðið niður fyri at sleppa í biograf, sigur Majken, sum ætlar at gera nakað við støðuna. - Í næstum fara vit at hava ein kunnandi fund um møguleikarnir at síggja filmar í biografi ella líknandi. Vit hava fleiri egnaði høli her suðuri og eg haldi, at fólk hava áhuga í at síggja góðar filmar í felag. Vit fara í øllum førðum at kanna møguleikarnir við loyvum og tílíkum og vita, um áhugi er fyri at stovna eitt filmsfelag her suðuri sigur Majken Súsanna Gaard í Vági. Nýggjastu vísitøl úr høvuðsstaðarbiografinum, Havnar Bio, benda á, at fleiri og fleiri ganga í biograf.

Nýggjur stjóri á føroyska tjóðsavninum

Listasavn Føroya fekk nýggjan stjóra herfyri. Nú er kunngjørt, at tað verður danska Karina Lykke Grand, sum tekur við 1. august, tá hon avloysir danska Nils Orth. Sum einasti miðil í landinum visti VP at siga hesi tíðindi longu fríggjadagin 1. mars, og tað beint frá kelduni, sum er formaðurin í stýrinum: ”Stjórin er settur, men øll eru ikki kunnað enn, og tí fær formaðurin í stýrinum fyri Listasavnið, Niels Christian Nolsøe, ikki sagt enn, hvør nýggi stjórin er. Hann sigur tó, at tá umsóknarfreistin var farin 31. januar vóru 12 umsóknir komnar, og størri parturin var frá fólki, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Nils Ohrt hevur verið stjóri í Listasavni Føroya síðani 2011.” Soleiðis skrivaði VP triðsíðsta fríggjadag. Kvinnur, og eingin maður, vóru til samrøðu um starvið. Orsøkin til at forvitnið bráddliga breiddi seg var, at kvøldið fyri hevði ein av vrakaðu umsøkjarunum gjørt vart við seg á Facebook við hesum orðum: ”Gott kvøld, kæru vinir. Í staðin fyri at siga hetta seksog