Í gjár, leygardag, setti almenna Kringvarpið alla orku inn á fótbóltsítróttina, bara fyri at prógva, at fótbóltur er yvirmett undirhald. Serstakliga nógv yvirmett, fyri ikki at siga sjúkliga yvirmett. Men henda menniskjansliga feilmeting av undirhaldi, sum við almennari hjálp flytir nógvar pengar, er ikki tað mest áhugaverda í miðlalandslagnum. Henda sama dag vóru privatir netmiðlar teir fyrstu at siga frá um eina vanlukku, sum kundi havt verið av teim størstu á okkara leiðum, og um at sama skip, tí tað var tað, tað galt, ein møgulig skipsvanlukka við einum risa marglætisskipi, Viking Sky, sum fýra ferðir skal vitja okkum við ivasamari oljumongd og enn ivasamari motorum.
Ein lítil hissinistubbi var klokkan seks, men ein arbeiðsdag ella so, sjey tímar seinni enn privatu netmiðlarnir, kundi almenna Netvarpið kunngera eina mynd, ikki av sentrala skipinum, sum søgan var um, men einum lítlum fraktskipi, sum kom sær uppí vanlukkuna og bjargingarroyndina og bara gjørdi alt verri, sí myndina ovast. Eitt er, at verða síðstur í tíðindaflutningi, helst tí at menniskjansliga vaktarskipanin ikki passar til faktiska miðlaveruleikan, annað er at almannavarpið heldur ikki fylgir eins almenna Málráðnum, tá ræður um nøvn á londum.
Meðan Málráðið sigur Noreg um tað landið, tvíheldur Kringvarpið um Norra, sum ikki er ein møguleiki hjá Málráðnum, sum annars hátíðarheldur Hammershaimb í dag. Hinvegin akta privatu netmiðlarnir ráðini frá Málráðnum. Argumentini fyri at varðveita eina almenna fjølmiðlaskipan við tíðindum og undirhaldi byrja at tódna. Álvarsliga at tódna. Um triði verðaldarbardagi byrjar ein leygardag klokkan tvey, so eigur Kringvarpið at endurskoða vaktarskipanina, heldur enn at fjasa við yvirmettan fótbólt.
PS! Út á dagin í dag, sunnudag, hava teir báðir, Kári og Georg, havt fínar reportasjur við støði í somu hending, men við føroyskum vinkli. Frálíkt!