Tað grør um gangandi fót í fyritøkuni TARI. Agnes Mols Mortensen, sum saman við beiggjanum Mortan Mols Mortensen hevur fyritøkuna, sæst her í taraklekjarínum. Tey hava samstarvað við Føroya Bjór í Klaksvík um nýggju beikst-sterku sitrus ølina av India Pale Ale slagnum, sum hevur fingið heitið North Atlantic IPA. Taraslagið er søl (Palmaria palmata).
Agnes sigur, at klekjaríðið stendur beint nú í Nesvík. - Vit klekja tara inni á økinum hjá Fiskaaling, ið hevur aliloyvi til tara. Men vit søkja um okkara egna aliloyvi til tara á landi í Fámjin. Og tað vóna vit at vit fáa, sigur Agnes Mols Mortensen.
Etikettin á nýggju ølini er blá við norðlýsinum á. Umframt føroyska taran, er føroyskt byggmalt sett til, upplýsir Annika Waag, sum er góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór. Ølin, ella ølurin, sum gamlir havnarmenn søgdu, er bryggjað eftir tí gamla enska IPA-háttinum, ið er nakað beiskari enn vanliga pilsnarølin, sum er fremsta konsumøl kring allan heim, serliga til konsertir og fótbóltsdystir í hitanum. Hóast beiskt-smakksterk við einum greiðum smakki av sitrus, er nýggja ølin løtt og leskilig í smakki, ikki ólík kalifornisku Sierra Nevada IPA. Styrkin er 5,8% og ølin er gjørd úr fýra ymsum humlusløgum, teirra millum citra-humluni, sum gevur lætta og frískliga smakkin av sitrusfrukt.