Skip to main content

Posts

Geyksreiðrið - ein klassikari

  Mikudagin fer Kári Leivsson, sálarfrøðingur, at innleiða sýningina við filminum Geyksreiðrið frá 1975. Hetta er annar av fýra klassikarum, sum Filmsfelagið hevur sett í skránna millum nýggjar arthouse filmar, sum hvørt mikukvøld verða sýndir í Havnar Bio, har stovnandi aðalfundur var í 1962.  Havnar Klubbi, sum stavar frá 1799, fór at byggja biografin í 1959, og hann varð tikin í brúk á ólavsøku í 1961.  Fyrsti filmur var hin stóri, litfagri og dramatiski India í loga , skrivar Dagblaðið.  Geyksreiðrið er ein av týdningarmestu filmum í nýggjari tíð. Í samrøðu við blaðið hjá Atlantsflogi í 2015 sigur Føroya fyrsti filmsleikstjóri, Katrin Ottarsdóttir, at tað var hesin filmur, sum kveikti og fekk hana at útbúgva seg innan film.  Tað var í 1975 at Milos Forman (1932–2018) gjørdi filmin Geyksreiðrið , sum vann fimm Oscarvirðislønir og byggir á skaldsøgu hjá Ken Kesey (1935–2001). Enn tann dag í dag eru flestu ummælarar á einum máli um, at hetta er besti filmur at lýsa støðuna hjá sála

Kanska er tørvur á einum mentanarpolitikki

Mynd: Ole Wich - Gøturnar hetjur í dag er manningin hjá Reinhaldinum. Tað er tann manningin, ið hvønn dag ger býin presentablan, sum hvønn dag ger, at vit vakna upp til eina reina og deiliga Havn gerandis og heilagt. Og serliga, nú tjóðarhátíðin verður hildin í høvuðsstaðnum, kunnu vit kenna okkum fullvís í, at tá vit fara út í býin ólavsøkumorgun, so eru gøtur, gonguteigar og uppihaldsøki fullkomiliga avblást. Havnin skínur. Gøtusóparamyndin er ein ætlan hjá starvsfólkum hjá kommununi, sum hava gjørt hugskotið, staðið modell og teknað, meðan Skipasmiðjan MEST hevur skorið gøtusóparan úr cortenstáli. Jann Kann hevur sett upp. Gøtusóparin er ein gáva frá floksfelagnum Kára í Havnar Arbeiðarafelag, sum á henda hátt vil minnast okkara gomlu og verandi gøtusóparar, varðveita søguna og samstundis heiðra okkara vala liði í Reinhaldinum. Og tí var onki meira nátúrligt enn at seta gøtusóparan her uttan fyri dyrnar til teirra gomlu arbeiðshøli í ráðhúskjallaranum. Eg fari vegna býin at takka fy

Heðin stillar ikki uppaftur

  Eftir samskifti á Vaglinum í dag, eru borgarstjórin og bloggarin í høvuðsstaðnum, Heðin og Birgir, samdir um, at teir stilla ikki upp.  Birgir, 65, fer ikki inn til Tobba og søkir ikki mentanarstarvið, hann hevur lýst leyst, og Heðin, 76, lovar, at hann stillar ikki upp til kommunvalið, sum verður um tvey ár, hin 12. novembur í 2024.  Orsøkin er, sigur Heðin, at teir eru ov gamlir at átaka sær tílíkar uppgávur.  Hevði Birgir verið yngri, so varð tað annarleiðis, sigur hann og leggur aldurin hjá báðum til grund í lesarabrævi til allar miðlar.  Hetta er rætti holdningurin, at lata ungdómin sleppa framat, samtykkir bloggarin í.

Hvat er mentan?

Í kvøld varð eg so heppan at síggja byrjunarfilmin hjá minnilutafestivalinum, FIMFF, í Norðurlandahúsinum. Nýggjur iranskur filmur um ein syrgnan mann, ið hevur sagt upp, tí hann hevur dømt hin skeiva til deyðis, og nú roynir at vera um einkjuna og deyvu dóttrina afturfyri. Tað gongur ikki væl. Einki gongur væl í hesi hugtakandi iransku tragediu, The Ballad of a White Cow , sum kvinnuligi høvuðsleikarin, Maryam Moghadam, hevur gjørt. Rós til FIMFF fyri sýningina um deyðarevsing og iðran dómarans í dagsins Iran. Meðan eg við Ringvegin í Havn, eins og aðrir biografgangarar úti í heimi beint nú, síggi henda stilført eksotiska arthouse film, kann eg ikki annað enn hugsa um, hvørja støðu mentan og mentanarmiðling hevur í høvuðsstaðnum, tá eg heimkomin lesi kvøldmiðlarnar. Stórhøllin, Føroya Arena, sum uppi í haganum kostar skattgjaldaranum nógv meir enn ætlað, er nú komin á donsku fíggjarlógina, pengar til parkeringspláss verða tiknir frá Norðurlandahúsinum og enn er ikki eitt oyra av týdni

Eitt pláss í Tjørnuvík

Tað er eitt parkeringspláss í Tjørnuvík. Tað sigur talgilda online skeltið í Haldórsvík, har shuttle bussurin bíðar, um so varð at einki parkeringspláss var, ella eg koyrdi við kampingvogni. So er bussurin til taks, mest sum alla tíðina. Enn er hann tómur. Úr øllum vinklum er Tjørnuvík eitt fotomotiv, antin veðrið er sum í dag, ella brimið hóttir við at skola og strúka alt omanav. Komin á parkeringsplássið við bygdini framman fyri mær, kann ikki sigast annað, enn at skeltiskógurin í Tjørnuvík er tjúkkur, og eingi ferðandi kunnu siga, at tey ikki fá boð um reglur fyri ferðslu. Boðini í Haldórsvík um eina parkeringsplassið koma frá einum sensori, sum fylgir við, so hvørt plássið í næstu bygdini er fult ella ikki, so tú sleppir undan at koyra inn millum húsini og upptaka tey tún, ið bygdafólkið, sum sæst niðanfyri, vil hava í frið, ella bara noyðist at koyra avstað aftur, tí her var einki pláss. Skillig og góð loysn á tí ruðuleika sum privatbilaferðsla kann skapa í smábygdum, sum í øllum

Í stórum broti og skiftandi ljósi

Restina av árinum og fram til hálvan januar verður stór serframsýning við samtíðarlist á Listasavni Føroya.  Framsýningin Brot , sum letur upp fríggjadagin klokkan 16, leggur dent á føroyska samtíðarlist, sum er í stórum vavi. Savnið sigur í innbjóðandi tíðindaskrivi, at Listaverkini eru fjøltáttað brot úr føroysku samtíðarlistini, og at heitið eisini sipar til brot, sum eru frambrot og nýbrot, og tað at bróta burturfrá. Vert er eisini at hefta seg við pallborðsfundin, List til eitt vis t, sum Hergeir Staksberg skipaði fyri niðri í Perluni í mentunargøtuni hjá Tórshavnar kommunu fríggjakvøldið, har eitt samtíðarlistahús varð eftirlýst, bæði sum starvsstaður og framsýningarstaður.  Jón Sonni Jensen, sum sat við pallborðið, eigur stórsta einstaka verkið á framsýningini í Listasavninum í morgin. Pallborðsfundirnir halda fram eftir sama leisti, men við nýggjum listarligum fokus hvørja ferð, nakað sum tá Listasambandið varð stovnað í fýrsunum, og stevnur vórðu hildnar úti um landið. Ein nýs