Mikudagin fer Kári Leivsson, sálarfrøðingur, at innleiða sýningina við filminum Geyksreiðrið frá 1975.
Hetta er annar av fýra klassikarum, sum Filmsfelagið hevur sett í skránna millum nýggjar arthouse filmar, sum hvørt mikukvøld verða sýndir í Havnar Bio, har stovnandi aðalfundur var í 1962.
Havnar Klubbi, sum stavar frá 1799, fór at byggja biografin í 1959, og hann varð tikin í brúk á ólavsøku í 1961.
Fyrsti filmur var hin stóri, litfagri og dramatiski India í loga, skrivar Dagblaðið.
Geyksreiðrið er ein av týdningarmestu filmum í nýggjari tíð. Í samrøðu við blaðið hjá Atlantsflogi í 2015 sigur Føroya fyrsti filmsleikstjóri, Katrin Ottarsdóttir, at tað var hesin filmur, sum kveikti og fekk hana at útbúgva seg innan film.
Tað var í 1975 at Milos Forman (1932–2018) gjørdi filmin Geyksreiðrið, sum vann fimm Oscarvirðislønir og byggir á skaldsøgu hjá Ken Kesey (1935–2001).
Enn tann dag í dag eru flestu ummælarar á einum máli um, at hetta er besti filmur at lýsa støðuna hjá sálarsjúkum á afturlatnari deild.
Hin trífalt Oscarvirðislønti Jack Nicholson er Randall McMurphy, ið er ákærdur fyri neyðtøku, og mettur at verða so vandamikil, at hann skal leggjast inn á eina deild fyri sálarsjúk, heldur enn at verða settur í fongsul.
Her kemur hann inn í eina kensluleysa samfelags- og viðgerðarskipan, sum fyrst og fremst verður lýst við yvirsjúkrasystrini, Nurse Ratched, hvørs atferð McMurphy ikki á nakran hátt kann sættast við.
Í staðin øsir hann hinar sjúklingarnar, ella klientarnar, upp, og fær teir at krevja sín rætt, og ikki á nakran hátt at geva seg undir hesa meiningsleysu yvirvøld. Samstundis er tað áskoðaranum skjótt greitt, hvør vinnur í ójavna dystinum um maktina á afturlatnu deildini.
7/9 kl 20:00 One Flew Over the Cuckoo’s Nest (Milos Forman USA 1975 133 min)