Bo Green Jensen mynd frá Facebook Í dag skrivaði eg til Bo Green Jensen, at spyrja um eg í takksemi kundi gera ein blogg úr okkara privata samskifti í fjør, um arbeiðið á Weekendavísini, og hví hann gavst at ummæla film. Tað er einki at taka seg aftur í, at Bo í mínum optikki er millum bestu ummælarar av filmi í eini perlurøð, sum byrjaði við Derek Malcolm á The Guardian, sum eg møtti á filmstevnu í Havn í 1989. Seinni bleiv tað Peter Bradshaw, ið tók við sum ummælari á somu avís og enn er tann, vit meta okkum eftir, tá filmar skulu setast á skrá í Filmsfelagnum. Men øll hesi árini hevur norðurlendska eygað út í allan tann víða heim av filmi og filmreferansum verið tað hjá Bo Green Jensen. Ein vitanarskansi og miðlari av filmi úr øllum heiminum, so hvørt nýtt varð at frætta úr øllum heraðshornum undir hvíta løriftinum. Tað var gamaní at gera ein blogg, og niðanfyri kemur fyrst svarið frá í dag og so tað frá í fjør, sum eg latið standa óumsett við Bo'sa egnu orðum, tí tað nemur