Skip to main content

Posts

Grannakaffi í Løkshøll

Meðan tónleikakvinnur og tónleikamenn á Facebook eru um at slíta heysin av hvørjum øðrum eftir Vikuskiftissendingina í Útvarpinum í fyrradagin, ja og ein politikari kunngerð, at mest brúkti tónleikari í Føroyum er eitt svín, so hava Kongshavnar Kvinnufelag, Bókasavnið við Løkin og Løkshøll í sambandi við Femifagnaðin og Spæl Føroyskt vikuna dekkað upp til grannakaffi á sløttum gólvi við konsert og práti við Anniku Hoydal, sum í heyst verður fýrs og hevur livað eitt langt lív við tónleiki. Heitið á tiltakinum er Nú ert tú aldan.  Í dag er hon aldan, ið hevur sett spor í sjógvin á føroyska mentanarpallinum, hevur verið slóðbrótandi tónleikari og sjónleikari og ein fyrimynd í einari tíð, tá ið ungar føroyskar kvinnur bert tordu at droyma um at ganga aðrar leiðir enn tær siðbundnu.  - Vit fagna altjóða kvinnudegnum við einari fjálgari og forkunnugari kafékonsert, har Annika verður Aldan, sum dregur okkum, eigur okkum og kanska rekur okkara hjørtu á flot, sigur Urd, sum skipar fyri...

Spæla vit móti Hollandi ella Niðurlondum?

Á grækarismessu, tólvta mars, verður fyrsti landsdystur í nýggju ítróttarhøllini við Tjarnir, uppi í Hoyvíkshaganum. Lukkutíð er útselt til dystin, sum er undankapping í evropameistaraskapinum hjá monnum í hondbólti. Í nógv ár havi eg havt sum sport, tað er tað nærmasta eg komi útinnandi ítrótt, at spyrja fólk, sum eg møti í elevatori og hoyri tosa niðurlendskt, hvat tey kalla seg sjálvi.  - We are Nederlandische people, svara tey á flúgvandi enskum, og leggja afturat, at tey hoyra til The Royal House of the Netherlands, Het Koninlijk Huis, sum tað eitir á nederlans, málinum tey tosa, og sum ofta verður mistikið fyri føroyskt, tá vit ferðast úti í heimi, uttan at eg heilt veit hví. Okkurt barkaljóð, kanska. - Willem Alexander er okkara kongur, hann er sonur Beatrix, sum tú kanska kennir betri. Land teirra er Niðurlondini, sum eru tólv landslutir. Eg nikki játtandi, at eg havi skilt tað heila og vit tosa um niðurlendskan popptónleik og hvussu tað mundi bera til, at so nógv popporkes...

Sigrun 75

Sunnudagin verður listakvinnan á Eiði, Sigrun Gunnarsdóttir, 75 ár. Í hesum sambandi heilsar stjórin í Listasavni Føroya, Solveig Hanusardóttir Olsen, henni og sigur, at Sigrun er eitt av fremstu myndlistafólkunum í Føroyum.  - Listin er ein ósundurskiljandi partur av henni, og hennara serstaki stílur hevur sett síni spor í føroyska myndlist. Við sínum klára litspæli og greiðu formum skapar hon verk, sum bæði eru einfald í útrykki og djúp í týdningi. Myndirnar endurspegla lív og tankar hennara og bera í sær eina sterka frásagnarkraft, ið røkkur langt út um tað persónliga og gerst ein partur av felagsmentan okkara, sigur Solveig undan 75 ára degnum. Henny Dánialsdóttir, sum í skúlaverkinum er ráðgevi í handaverki og list, ella estetisku lærugreinunum, sum hon sjálv altíð sigur og leggur dent á, er stórur fjeppari av Sigrun, tí listin hjá henni kann nakað heilt serligt í undirvísingarhøpi.  - Sæð við barnaeygum er listaheimurin hjá Sigrun ein fantastiskur heimur at traðka inn í....

Femifagnaður í Filmsfelagnum

Hvørt mikukvøld hevur Filmsfelagið almennar sýningar við listarliga áhugaverdum filmum í Havnar Bio. Í sjey ár hevur Femifagnaður verið í Filmsfelagnum. Undan altjóða kvinnudegnum í ár innleiddi Solveig Hanusardóttir Olsen filmin "The Substance" við hesum orðum:  Gott kvøld øll somul! Eg eiti Solveig Hanusardóttir Olsen, og tað er ein fragd at vera her í kvøld til sýningina av The Substance, sum Filmsfelagið hevur sett á skrá í samstarvi við Femifagnaðin. Hesa vikuna hátíðarhalda vit altjóða Kvinnustríðsdagin – vit varpa ljós á javnrættindi, alt tað, vit hava rokkið, og tað, sum enn manglar! Í kvøld vil eg byrja við at varpa ljós á tey, ið mynda Filmsfelagið: Birgir Kruse, Ole Wich, Jana Mortensen og Rannvá Jónsdóttir. Hetta samstarvið millum Femifagnaðin og Filmsfelagið byrjaði fyri sjey árum síðani. Tit hava verið við frá byrjan, og vit vilja takka Filmsfelagnum fyri hesa tíðina og geva okkum høvi at síggja filmar, sum seta feminismu á breddan. Tí júst hetta – at seta spurn...

Krás fyri tey fáu - meir av tí nógva fyri massan

Við Stemme for de stemmeløse fremst fyri í huganum reflekteri eg yvir tríggjar góðar konsertir hetta vikuskiftið, nú marsvárið kom yvir okkum og astronomar søgdu, sum rætt varð, at nógvar stjørnur kundu síggjast á himmalinum. Tríggjar dagar á rað vórðu vit vælsignað við, ja eg vil siga bestu konsertstjørnum í eitt mannaminni á trimum ógvuliga ymiskum pallum, rúmum og ikki minst støðum.  - Men hvør var hin besta konsertin á míni rundferð í kvøldarmyrkrinum millum tøttu spælistøðini Løkshøll, Tjarnir og Lívdina, sum tú eftir ongari tíð kanst náa, bara plakatin festir í og bjóðar inn til tað, sum hon veruliga gjørdi hetta stjørnuvikuskiftið? Løkshøll: Sivert Høyem  Fríggjakvøldið hoyrdist sterkasta mannfólkarøddin úr Vesterålen at syngja út yvir Noregshav, Atlantshav, Íslandshav, ja Norðurhøv, kært barn har mange navne, sum geografarnir, ið ikki altíð eru so samdir, siga og skriva, á skrá í Løkshøll. Sivert Høyem frá Sortland á Langøya við ikki færri enn átjan sangum. Takk til U...