Á grækarismessu, tólvta mars, verður fyrsti landsdystur í nýggju ítróttarhøllini við Tjarnir, uppi í Hoyvíkshaganum. Lukkutíð er útselt til dystin, sum er undankapping í evropameistaraskapinum hjá monnum í hondbólti.
Í nógv ár havi eg havt sum sport, tað er tað nærmasta eg komi útinnandi ítrótt, at spyrja fólk, sum eg møti í elevatori og hoyri tosa niðurlendskt, hvat tey kalla seg sjálvi.
- We are Nederlandische people, svara tey á flúgvandi enskum, og leggja afturat, at tey hoyra til The Royal House of the Netherlands, Het Koninlijk Huis, sum tað eitir á nederlans, málinum tey tosa, og sum ofta verður mistikið fyri føroyskt, tá vit ferðast úti í heimi, uttan at eg heilt veit hví. Okkurt barkaljóð, kanska.
- Willem Alexander er okkara kongur, hann er sonur Beatrix, sum tú kanska kennir betri. Land teirra er Niðurlondini, sum eru tólv landslutir. Eg nikki játtandi, at eg havi skilt tað heila og vit tosa um niðurlendskan popptónleik og hvussu tað mundi bera til, at so nógv popporkestur blivu kend í Føroyum síðst í sekstiárunum og fram eftir, frá Ekseption, Shocking Blue, Focus og Golden Earring.
Síðst eg hevði hesa samrøðu var við ein ungan niðurlending í Viñales í Kuba á jólum. Hann las lívfrøði men spældi eisini trummur í einum orkestri, og hald tær fast, lærarin var 76 ára gamli, Cesar Zuiderwijk úr víðagitna Radar Love orkestrinum, sum enn spælir og er kendur fyri trummusoli og at læra børn í krígsraktum økjum at spæla trummu. Golden Earring eru enn frammi og konsertirnar, sum teir hava lýst við í Rotterdam næsta ár, eru longu útseldar, sigur hann og trummar í borðið meðan tað regnar í grøna Viñalesdalinum.
Men so stevføst sum niðurlendski Cesar Zuiderwijk er manningin í føroyska Málráðnum ikki. Í leitorðalistanum siga tey við Hálandi (sic!) sum inngangi, at hesi eru undirskipaði og eftirfylgjandi heitini, sum víst verður til:
Undir leitorðinum Niðurlond, sum eg fyrr helt var tað rætta, stendur nú: sí Háland. Hóast eg ongan mynduleika havi á økinum, fari eg ikki at akta boðini. Tí tey geva ikki meining.
Etymologiskt, ella upprunafrøðiliga, sipar Háland til skógarvaksið land við trøum, Holz. Hetta er so forbronglað til í okkara máli at verða eitt Háland, sum tíanverri er so lágt, at verndarvirki mugu gerast fyri at verja fólkið móti konstantari vatnflóð. Nakað sum at siga at Føroyar twentyfourseven eru bæði eitt sólskyns- og skógarparadís, tí vit frá araldstíð hava orðingina sól til viðar gongur. Hvør skal siga, vit hava bæði sól og viðarvøkstur, og tú kanst keypa tær útsikt, at síggja og njóta bæði meðan sjórænaraskipini lossa og umskipa smuglaravørur úr Vesturindia í Vágsbotni. Alt árið í kring.
Fara vit aftur til láglendið, Vaðilin, í Niðurlondum, so er ein hin mest hugtakandi túrurin í bili at koyra eftir 32 km longu byrgingini millum Den Oever, norðanfyri Amsterdam, og norður til De Afslutdijk in Nederlands, har sum Niðurlondini enda, ein teinur, ið ferðaskrivstovur á staðnum kalla Waddenpoort og í eini knappari vending Atlantikwall-Wadden, sum er navnið á heimasíðuni fyri brúnna, har tú sum Móses í Reyðahavi kanst koyra og í eina drúgva løtu hoyra sjófugl úr mjørkanum á báðum síðum. Ja, tað er sum at hoyra aðru symfoni hjá Gustav Mahler, púra laiv mitt í Evropa og tú sjálvur koyrir.
Hugsa um tað, tá tú setur teg niður í høllini við Tjarnir, nú Føroyar spæla móti Niðurlondum.