Skip to main content

Posts

Aðru ferð í Ísrael

  Sum skrivari í føroyska Miðflokkinum varð Ólavur í Geil í døgunum 23.-29. august í ár boðin til Ísraels at vitja. Ísraelska sendistovan sendi innbjóðingina, sum Hannah Goldshmidt, ið hevur norðurevropeisk sambond um hendi fyri ísraelsku uttanríkistænastuna, hevði lagt til rættis. Innbjóðingin varð send til Political Staffers Delegation From the Nordic Countries, tað vil siga starvsfólkum hjá politiskum flokkum í Norðurlondum. Nógvir føroyingar hava vitjað í Ísrael. Hetta var onnur ferðin hjá Ólavi í hesum landi, ið fleiri av heimsins rithøvundum seta, ikki bara ovarlaga, men eisini á ein heilt serligan stiga.  Vit kunnu nevna okkara egna Kristian Osvald Viderø, sum í ”Ferð mín til Jorsala” skrivar um ferðina, hann gjørdi til Jorsalir, tað er Jerúsalem, í 1952 og fimm ár seinni gav út í bók. Svenska Selma Lagerlöf gav fyrst í 1900talinum út Jerusalem, har hon í tveimum bindum letur karga veruleikan heima í Dalarna renna saman við ein bíbilskt poetiskan frælsisdreym í Heilag...

Brecht og pallar í Havn

Tað eru pallar í Havn, sum ongan góðan eiga, hóast tey evarska fáu, ið næst eru at virkseminum, hjúkla um og kýta seg til tað ýtarsta, at standa saman um viðkomandi pall. Summi meira enn einastaðni. Men tað er ikki nóg mikið. Havnin skal vera ein mentabýur eins og í teim metropolum á evropeiska meginlandinum, vit kunnu og vilja bera okkum saman við. Men politikarar fata ikki henda veruleika og hava aldri gjørt tað, hvussu nógv skriviborðsálit og tankaspøl við orðum, teir og tær leggja í skuffurnar við 99 pappírum í hvørjari skuffu, í besta føri at brúka til skáltalur, og tá ítróttarhetjur koma heim. Nú burdi verið payback time. Tann stundin, at mentanin ger krav uppá sítt. Kanska eigur heystið at byrja við tí, payback time. Hvørt heyst. Tað havi eg hug at siga nakað um, nú hann heystar og eg enn ikki síggi nakran mentapolitikara gera annað enn hyggja eftir skýggjunum, sum Prædikarin ávarar ímóti, nú tað er ”tann tíðin, tá ið teir, sum sita um húsið, skelva, og maktarmenninir verða krop...

Fótbóltschester

Fyrrárið var eg á fótbóltsferð í Liverpool og nú var eg í somu ørindum í Manchester, ið er nakað størri enn fyrri fótbóltsbýurin. - Eg visti ikki at tú hevði áhuga fyri fótbólti, sigur Mortan Enni, nýlendur í Edinburgh, og vil hava meg at siga inngangsorðini uppaftur, sum vóru í Náttarravnssendingini í 1992. Hann er ein av teim væl meir enn tretivu, sum nú fara í bussin til Liverpool, meðan eg eri í meira avmálda bólkinum, sum fer í minna bussin til Manchester, í báðum førum framvið Lockerbie og við steðgi í giftingarbýnum Gretna Green. Vit tosa um influensarar, sum missionérar í dag kalla tey, ið skriva á netið og ikki í inbundna bók við ryggi og nummari. Eins og Poul hava vit grønt pass, og eg sigi Mortani, at fyrsti fótbóltsinfluensari eg minnist, var læknin Petur, ið fremmandur kom til bygda, fekk fólkið at taka undir við abstrakta tankanum um Norðís, og seinni, tað mundi vera í 72, knógvaði u-matic upptakaran og sjónvarpið, sum stóðu fyri einki í heimastovuni og vigaðu sum sement...