Skip to main content

Aðru ferð í Ísrael

 

Sum skrivari í føroyska Miðflokkinum varð Ólavur í Geil í døgunum 23.-29. august í ár boðin til Ísraels at vitja. Ísraelska sendistovan sendi innbjóðingina, sum Hannah Goldshmidt, ið hevur norðurevropeisk sambond um hendi fyri ísraelsku uttanríkistænastuna, hevði lagt til rættis. Innbjóðingin varð send til Political Staffers Delegation From the Nordic Countries, tað vil siga starvsfólkum hjá politiskum flokkum í Norðurlondum.

Nógvir føroyingar hava vitjað í Ísrael. Hetta var onnur ferðin hjá Ólavi í hesum landi, ið fleiri av heimsins rithøvundum seta, ikki bara ovarlaga, men eisini á ein heilt serligan stiga. 

Vit kunnu nevna okkara egna Kristian Osvald Viderø, sum í ”Ferð mín til Jorsala” skrivar um ferðina, hann gjørdi til Jorsalir, tað er Jerúsalem, í 1952 og fimm ár seinni gav út í bók. Svenska Selma Lagerlöf gav fyrst í 1900talinum út Jerusalem, har hon í tveimum bindum letur karga veruleikan heima í Dalarna renna saman við ein bíbilskt poetiskan frælsisdreym í Heilaga landinum, sum Bille August gjørdi til film í 1996. Framhaldssøgan í Útvarpinum í vetur, ”Marta, Marta”, var somuleiðis úr Ísrael. Mest lisni føroyski høvundur í skúlanum, Marjun Syderbø Kjelnæs, skrivar um at vera í kibbuts í 1993, og reflekterar, sum hin bíbilska Marta, yvir heimligu fatanina av ikki bara heilaga landinum, men øllum Miðeysturi, tá hon í dag fær ein vinkonu á vitjan.

Knýtið og spennið millum triviella gerandisstrevið í heimstaðnum og bíbilsku fyrijáttanina um sælu og útloysn í Heilaga landinum hevur til allar tíðir havt ein darrandi týdning hjá fólki, trúgvandi ella ikki.

Eftir kríggið varpaði nýggja vitanin um Holocaust ljós á døkkastu hendingar, sum eingin segði seg havt nakra vitan um. Nú fingu vit dokumentatión og søvn um allan heim, so hetta ikki hendi aftur, ikki á nøkrum sinni ella á nakran hátt. 

Allíkaval mugu vit sanna, at holocaust og fólkadráp, er ikki søga, ið steðgaði, tá annar heimsbardagi var av, eins og væl dokumenteraða fólkadrápið ikki einans viðvíkti jødum, men nú eisini fer fram í Gasa og verður útint av yvirlivarum sjálvum. Soleiðis er náðileysa støðan í dag, lesa vit miðlar við ymsum observansi og eigaraskapi úr ymsum londum, og stiðja okkum til frásagnir frá fremstu holocaustgranskarum, eisini úr Ísrael.

Á hesum krosstøðum møti eg Ólavi í Geil, at fáa svar uppá nakrar spurningar, tríggjar ella so, eftir Ísraelsvitjanina. Myndirnar hevur hann sjálvur tikið. 

Í sjey ár hevur tú samskipað altjóða holocaustdagin, og nú hevur tú fyri fyrstu ferð verið í Ísrael á almennari vitjan.

- Ja, tað passar. Eg havi samskipað sjey holocaustdagar fyri Nám. Eg havi verið ómetaliga glaður og eisini eyðmjúkur um, at hava haft hesa týdningarmiklu uppgávuna. Tað, sum hetta átak, ásett í løgtingslóg, hevur latið upp fyri mær, er syrgiligu síðuna hjá menniskjaættini, og at fólkamorð framvegis eru í dag. Eitt annað, sum hevur latið mín sinnisglugga upp, er hvønn leiklut miðlar, sosialir eins væl og traditionellir, hava.

Hevur henda væl fyriskipaða vitjan – eg havi sæð skránna - á nakran hátt broytt tína fatan av hesum heimliga undirvísingarátaki, altjóða holocaustdegnum í føroyska skúlanum?

- Ja, í ein ávísan mun, men eisini ikki, hevur hendan ferðin broytt mína fatan. Hetta er aðruferð eg eri í Ísrael. Fyrstu ferð eg var í Ísrael var, tá ið føroyska sendistovan alment varð innvígd. Henda ferðin í Ísrael var væl skipað. Skráin var drúgv, vit vóru har suðri við markið millum Gasa og Egyptaland og heilt har norðuri við markið millum Libanon og Sýria. Teir longu busstúrarnir góðu tí møguleikan at innheinta mista svøvnin.

Higartil eru átta fólkamorð viðgjørd. Í tilgongdini til hvørt evnið, velja vit fyrst eina landafrøðiliga staðseting, til dømis Ruanda, síðani eitt søguligt baksýni, viðgerð av einum ella fleiri stigum hjá Gregory Stanton og síðan verður ein føroyskur vinkul settur inn í hendingina at skapa identifikatión, til dømis tá ið Regin Jacobsen var við at fáa flóttar til Føroyar úr Serbia, ella samrøður við kambodjianarar, ið arbeiða í Føroyum. Felags fyri hesi átta fólkamorðini er, at tey eru hend. Also ikki í nútíð. Tað hevur verðið uttan nakað hóvasták, at fyrireika altjóða holocaust dagin...inntil 7. oktober.

Brádliga varð kríggið hvør mans ogn. Harðar røddir ynsktu, at holocaust dagurin skuldi hýsa støðuni um kríggið í Ísrael, og motivatiónin var at grundgeva fyri, at Ísrael fremur fólkamorð.

Mín persónliga hugsan um tað var, útfrá støðuni sum heild, at sannføringin um at Ísrael fremur fólkamorð var polariserandi, sum er partur av metoduni hjá Gregory Stanton, og tískil hevði tað verðið skilagott, at hesar hugsanirnar fingu høvi at verða løgd fram og tala sína søk, og síðan latið áhoyrarnar tikið sína egnu støðu. Hetta var avgjørt at verða evnið til holocaustdagin í 2026. Tað helt eg verða gott. Tað skal sigast, at eg skeyt hetta evnið upp í 2024 og 2025, men tað var als ikki væl móttikið

Framyvir ímyndi eg mær, at holocaustdagurin verður, sum hann hevur verið, at líta afturá. Kríggið í Gasa er ein gáva at arbeiða við hugtakinum polarisering í einum sálarfrøðiligum konteksti, har miðling og sosialar miðlar eru útgangsstøðið í hugskapanini. Tað áhugaverda er, at kriggið hevur polariserandi effekt, eisini í Føroyum. Vit mugu minnast til, at tey tíggju stigini hjá Stanton, vit hava bygt á, vóru til innan sosialu miðlarnir fingu tað styrki og útbreiðslu, teir hava í dag. Hvørs manns ognin verður staðfestast. Júst hetta hevur ávirka mína fatan av innihaldinum av holocaust tiltakinum. 

Á ísraelsferðini hugsaði eg javnan um holocaust dagin, ikki minst við teimum sjey árum á baki, sum holocaust samskipari fyri Nám. Orðið fólkamorð fyllir nógv í okkara hugaheimi og er vorðið eitt gerandisorð.  “Ísrael fremur fólkamorð” er tað nýggja “búskaparliga haldføri”. Øll duga at úttala slogani, og við ávísum prominentum fólkum á odda, rungar hetta slagorð út um allar geilar. Stuðlað uppundir av Suðurafrika, ICJ, hjálparfelagsskapum, sum kæra sína neyð, og eisini hava tað endamálið at uppná legimitet og trúvirði.


Kann tað hugsast, at undirvísarar, kanska serliga ísraelsvinir, sum vit ofta siga, fara at hyggja inneftir og grípa í egnan barm, eftir tær hendingar, sum vit hava sæð í miðlunum úr Gasa, og tær altjóða ákærir, sum ísraelska stjórnin og ísraelski herurin eru fyri beint nú?

- Nei. Tað haldi eg ikki er neyðugt. Eg haldi at sannleikin er eitt tað mest týdningarmikla hugtakið, vit eiga at raðfesta í hesi tíð. Fyri at varðveita eitt sunt og virkið demokrati, eiga vit at tora at feysa øllum vinklum í málum vit viðgera. Miðling av kríggi kann tíverri føra við sær at hoyrarin blívur líkasælur. Eg minnist kríggið á Balkan, fólkamorðið í Ruanda, kríggið í Ukraina, vandin fyri gerandisligum trivialiteti hóttir tíverri altíð. Ísraelsvinir er ein bólkur eins og allir aðrir bólkar. Samhugi við Palestina er ein bólkur. Eg eri í bólkum og tú er í bólkum. Eg haldi ikki at Ísraelsvinir skulu taka í egnan barm, hvat viðvíkur at stuðla ekststensgrundalagi Ísraels og rættinum til at verja seg. Skulu Ísraelsvinir duga betri at orða seg? Absolut, tað kunnu vit øll. Vit mugu minnast til at Ísrael er einasta demokrati í Miðeystri og í Ísrael er rættartrygd. Ísrael er eins óperfekt og eitt og hvørt annað land í Vestuheiminum. Brýtur ein ísraelskur hermaður til dømis krígslóg, so verður hermaðurin dringin fyri lóg og rætt. Hetta er ikki til at undirvurdera. 

Men kunnu vit blíva klókari, og seta okkum betri inn í støðuna í Miðeysturi? Heilt víst kunnu vit tað.

Hvat lesa vit, hvussu lurta vit og hvørjum lurta vit eftir. Tað eru sera fá fólk, ið uppliva veruligu støðuna í Miðeystri í forholdi eitt til eitt, tískil hevur keldan, vit velja at fáa okkara kunning frá, sera stóran leiklut, tíksil kann man siga, at talan oftast verður um ein trúarspurning. Trúgva vit ókritiskt kelduni? Hvat um mín kelda tekur feil? Taki eg so feil?

Eg havi verið har, eg havi sæð niðurbrendu kibbuts Nir-Oz, eg havi sæð og práta við avvarðandi, sum syrgja, eg havi verði á bordercrossing og sæð neyðhjálp til Gasa. Hetta samsvarar ikki altíð við tað, sum Kringvarpið borðreiðir við, og sum vit síggja endurgivið á sosialum miðlum. Tí hevur ferðin til Ísrael styrkt mína hugsan uppá, at miðlar eiga ein stóran og týdningarmiklan leiklut, kanska størri enn nakrantíð, tá ið talan er um tíðindaflutning.

Eins og við mikroovnsnátturaðamatstilgongdini, so eru vit vorðin mikroovnsforbrúkarar av tíðindum. Stórtíðindi, sum at altjóða fólkamorðsgranskarar eru komnir við niðurstøðuni at Ísrael fremur fólkamorð. Orðið er komið út, og fleiri kappast um at sitera tíðindini miðlarnir borðreiða við. Stovnar, granskarar, nevndir og yvirlýsingar, orð sum viga og geva boðberanum legimet. Kringvarpið endurgevur tey, so má tað passa, ella hvat? Kringvarpið nevnir, mær vitandi, einki um at í meginparturin av nevndini, ikki tók undir við yvirlýsingini, og at yvirlýsingin varð hurrað ígjøgnum og ivamál er um motivið við yvirlýsingini.

Og hvat viðvíkur miðlum, hví eru so ávís kríggj útvald, sum ljós verður varpað á og ikki onnur, sum verða hvítir blettir á journalistisku kortunum. Hvar eru reporatsjurnar úr Jemen, Sudan, muslimar, ið verða førdir í týningarlegur í Kina, ella í Kongo, har kristin verða dripin frá hond? Sami spurningur kann setast til dømis Amnesty International Føroya deild. Hvar eru áheitanirnar og mótmælisgongirnar til Hamas um at lata gíðslarnar leysar í Gasa? Hví eru fólk so selektiv. Slíkir spurningar eru áhugaverdir at viðgerða.

Fer Gasa eftir tínari meting at broyta nakað í undirvísingini í sambandi við altjóða holocaustdagin, sum fyri ein stóran part byggir á tey tíggju stigini hjá Gregory Stanton?

- Í verandi løtu vóni eg ikki tað fer at broyta nakað. Fólkamorð eru staðfest kring heimin í øldir. Hesi fólkamorðini læra okkum um felags søgu okkara. Sum longu nevnt, so hava undanfarin evni tikið útgangsstøði í framdum fólkamorðum, sum flest øll eru samd um, eru fólkamorð. Verandi leistur hevur verði siðiligur og objektivur tískil sera læruríkur. Tí, antin fremur Ísrael fólkamorð ella fremur Ísrael ikki fólkamorð. Antin ella. Tey, ið halda, at Ísrael fremur fólkamorð, eru ótolin eftir at hetta verður staðfest, meðan hin parturin roynir at vísa á, at Ísrael er eitt demokrati, sum hevur rætt til at verja seg.


Comments