Skip to main content

Fótbóltschester


Fyrrárið var eg á fótbóltsferð í Liverpool og nú var eg í somu ørindum í Manchester, ið er nakað størri enn fyrri fótbóltsbýurin. - Eg visti ikki at tú hevði áhuga fyri fótbólti, sigur Mortan Enni, nýlendur í Edinburgh, og vil hava meg at siga inngangsorðini uppaftur, sum vóru í Náttarravnssendingini í 1992. Hann er ein av teim væl meir enn tretivu, sum nú fara í bussin til Liverpool, meðan eg eri í meira avmálda bólkinum, sum fer í minna bussin til Manchester, í báðum førum framvið Lockerbie og við steðgi í giftingarbýnum Gretna Green.


Vit tosa um influensarar, sum missionérar í dag kalla tey, ið skriva á netið og ikki í inbundna bók við ryggi og nummari. Eins og Poul hava vit grønt pass, og eg sigi Mortani, at fyrsti fótbóltsinfluensari eg minnist, var læknin Petur, ið fremmandur kom til bygda, fekk fólkið at taka undir við abstrakta tankanum um Norðís, og seinni, tað mundi vera í 72, knógvaði u-matic upptakaran og sjónvarpið, sum stóðu fyri einki í heimastovuni og vigaðu sum sementsekkir, upptakarin og varpið, oman í Dansistovuna. Har kundi bygdafólkið so í fólksligum upplýsingaranda síggja ungarska Ferenc Puskás og niðurlendska Johan Cruyff í Ajax og Feyenoord. Tað var mín fótbóltsskúli og so sum áskoðari í onkrum dysti í nýggjari tíð, í Parkini í hálvfems og so hesar báðar nevndu í Liverpool og Manchester, sum Mortan og Lasse undir navninum 4-3-3 av einslistum skipaðu fyri.


Framúr við tematúrum og einum býarskáa sum hesum eitt langt vikuskifti á fýrastjørnaðum hotelli, góðum atgongumerkjum og ikki minni góðum ferðalagi. At útboðið og tænastan ikki er nakað graps vitnar ein lítil hending innan heimferðina um, tá ein kvinna av hotellinum heilsar uppá Mortan, meðan vit bíða eftir bussinum. Tey hava havt professionelt ferðasamband, fyrst í Liverpool og nú í Manchester í átta ár tilsamans. Tað kemur ikki eftir einum degi, at byggja upp eitt attraktivt ferðatilboð, ið tó ikki er meira málrættað og tekniskt innhugsið enn, at tað eisini talar til hin kræsna ferðandi, sum vil hava ein stórbýarskáa, sum ikki er Keypmannahavn, men tó beint úr Føroyum.


Fremsti ítróttaskrivari og -høvundur í Manchester er helst Jamie Jackson, sum í meir enn tjúgu ár hevur skrivað fyri The Guardian og Observer og í 2015 gav út fótbóltsbókina "A Season in Red; Managing Man Utd in the Shadow of Sir Alex Ferguson". Eg hugsi, hann er ein av teimum, sum mann hava lyft ítróttaskriving upp á eitt støði, sum eg billi mær inn, at eg stundum síggi hjá føroyskum ítróttaskrivarum, tá eg lesi teir, smekkfullir av vitan og frásøgugleði og undirliggjandi tilsipingum, næstan frenetiskir, tá teir eru bestir. Til ber í hvussu er ikki at krússa teir av, góðu nýggju føroysku ítróttaskrivararnar, nú teir tilkomnu skrivararnir eru meira fráverandi í dagsins miðlum, enn eg minnist teir nakrantíð at hava verið.


Jamie Jackson skrivar soleiðis í The Guardian um dystin leygardagin: “Manchester United kicked off in a deluge and 17th place, and ended soaked-through and jubilant at a benchmark victory that lifted them to 10th. The win is notable as it can be used as the calling-card performance for the Ruben Amorim project. In the first half 10-man Chelsea were pummelled mercilessly by a United unit that was quicker, stronger, more menacing and just plain better than the Club World Cup winners. After this, the conditions and Casemiro’s sending-off in added time before the interval evened things up after Robert Sánchez’s own early shower, and the teams levelled each other out. An 80th-minute Trevoh Chalobah header made it 2-1 – the defender rising between a dozing Leny Yoro and Amad Diallo to meet Reece James’s cross – but United passed the test of closing out the three points. As a sizeable boost this was, as Amorim said, “really important”.”


Ítróttaskrivarin hjá The Guardian, Will Unwin, sum, hóast navnið, er ein veruligur persónur og skrivar fyri The Guardian úr Norðurbretlandi, skrivaði sama dag um derbydystin Liverpool-Everton á Anfieldvøllinum: “On paper, at least, Liverpool have thus far achieved perfection with a fifth win in five Premier League games to keep them looking down on everyone else, but they are yet to find their best form. There was a rare lack of late drama in their Merseyside derby triumph over Everton, instead having to cling on to secure the points. After a swashbuckling first half in which Ryan Gravenberch and Hugo Ekitiké created a two-goal lead for the champions, Everton awoke and got back into the match thanks to Idrissa Gueye. From then on the visitors were the better team and caused Liverpool plenty of problems but David Moyes left Anfield for the 21st time without a Premier League victory.”

Sama leygardag vóru vit á tónleikasøguligari gonguferð í miðbýnum, frá tí klassiska viktorianska til Oasis, har eg serliga hefti meg við, hvussu illa fólkalsigar savningarhallir, konserthús og biografar, eru farnar, og í flestu førum javnað við jørðina, tí nýggir høgir bygningar vilja sleppa til, har fólkameingið fer upp um eitt vist. Kapitalurin hevur allastaðni sítt egna mál. Tá er gott at falla aftur á, at vit hóast alt búgva í lítlum heimabýi, har sami skaði í flestu førum kann bjargast og avmarkast, meðan bretska Victoria drotning skoðar illbrýnt yvir Picadilly garðin og vit kunnu fara inn á Flight Club og kasta dart pílar.

Sunnudag fóru vit í kirkjuna Manchester Cathedral, sum er bygd í eitt so langt tíðarskeið sum frá 1421 til 1882, mest fyri at taka nakrar myndir og skoða arkitekturin inni og úti, og síggja eina alternativu altartalvu, sum stendur í síðuskipinum. Sama hákirkjuliga kensla, sum tá eg fyrrárið gekk inn í Liverpool Cathedral, ið er bygdur frá1904 til 1978, kom ikki á meg.

Vit búgva á Hyatt Regency hotellinum “in the heart of the innovation district”, sum sagt verður um lestrarstøðini, ið eru her. Í næsta bygningi er School of Digital Arts, sum ger klárt til fráfaringarframsýning og ein fryntlig skrivstovukona kortini vísir okkum runt í, nú eingin er her hesa løtuna. Sjáldsama blíð fólk. Eisini nakrir gamlir vinmenn, allir um pensjónsaldur, sum í meir enn tretivu ár hava møtst á The Old Monkey hvønn fríggjadag seinrapart. Teir kenna allar í Hollies, Graham Nash eisini, og viðmæla at vit fara trý fet av trappusteininum og har finna minstu barr í Evropa, Circus, sum er ein tiltikin norskur United valfartsstaður. Vinmenninir viðmæla eisini, at vilja vit ikki eta bíligt kinesiskt, so er at fara í The Ivy, og njóta litir og útsjónd uppiá og niðriundir. Vit so gera.



Sunnukvøldið vóru vit á konsert við Eivör í New Century Hall, har Jimi Hendrix og hansara Experience spældu í 1967 og pláss er til 1300. Hetta var triðja konsertin á Evropaferðini hjá Eivör, sum til samans fevnir um 31 konsertir. Var tað ein power trio, sum spældi her í 1967, so var tað ikki minni við hetta høvið, har Mikael Blak, Mattias Kapnas og Per Ingvald Højgaard Petersen vóru trímanna bólkurin hjá Eivör. Ein væl samanspældur bólkur við nógvum spennandi gotiskum sjónum, gandi og ljóðum, serliga spælið hjá Per, sum í útfarandi og villum trummuspæli, upp og niður og aftur og fram, helt uppbyggiliga stevið massivt og við swing fyllu í tunga bólkinum heilt til endans. Tá so Eivör við millumbilum sendi eyguni, illustrativu kúpuna í eygnasteininum, eftir áskoðarum, var tað momentant sum at síggja eitt blunk av einum neista úr gotiskum ræðufilmi av Nosferatuslagnum, men eisini hinari spælikátu Astu Nielsen, die Asta, og aðrar tekkiligt ekspressivar filmstjørnur á týskum filmi innan ljóðið kom til síðst í tjúgunum. Hon hevur framúr samband við áhoyrararnar, og gamaní dvølji eg við Kathe Bush, men í hesum høpi í nógv størri mun við egnum sangum av væl defineraðum norðurslóðum, har hon er hugtakandi sterk og ber røddina við ótrúligari styrki og kraft heilt til endans og enntá eykanummur omaná. Hugtakandi háborin powerkonsert við Eivör, sum ikki verður verri av, at hon tekur yngru systrina, Elinborg, og hin einsamalla Ásgeir úr Íslandi undir sítt sterka stjørnubreiði. Tað riggaði so væl, at eg sá fyri mær eina monumentala rockmama, so sterk stóð hon við rødd, útsjónd, klæðum, gittara og ikki minst egnari trøllabundnari trummu við perfektum ljóði og slagi. Áskoðararnir vóru í stóran mun víkingafjepparar, helst tí teir høvdu sæð sjónvarpsrøðirnar við tónleiki hjá Eivör. Kvinnurnar í gjøgnumskygdum kjólum niður á fót, og menninir við snøgt barberaðum mohawk skalpi oman á skallanum og rakaðir eftir vangunum við smáum tatoveringum, eins og kvinnurnar. Eitt hugtakandi univers at koma inn í, og síðan at heilsa uppá sentralu stjørnuna eftir konsertina. So hugtakandi, at eg fari at royna at fáa bilett til konsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði fyrsta novembur. Ein góður endi á eini góðar fótbóltsferð í góðum ferðalagi til Manchester. Tað geri eg fegin aftur, altso eina fótbóltsferð, næstuferð kanska til Liverpool, sum eins og hesin er ein hugtakandi arbeiðarbýur.