Skip to main content

Posts

Sharpeville 50 ár

Ovast, hin kendasta myndin úr Sharpeville í Suðurafrika fyri 50 árum síðani. Niðri undir sæst yrkingasavnið hjá Líggjasi í Bø ‘Til Lívið’, sum kom í 1964. Jack Kampmann gjørdi kápumyndina og Býarbókasavnið hevur savnið til útláns (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse) Fyrstu ferð Norrønt Dagsverk varð fyriskipað millum lesandi í Føroyum, varnaðist eg yrkjaran Líggjas í Bø og einasta yrkingasavn hansara Til Lívið . Sjáldsamt, at ein føroyskur yrkjari tekur upp eitt so fjart evnið, sum Sharpeville morðini og viðurskiftini í Suðurafrika, sum fyri fimmti árum síðani vóru so út av lagi. Hetta var í 1985 og vit – Birita, Maja, Aref, Jón og eg sjálvur – komu eftir, at vit eiga nógv í felag við ung í Suðurafrika. Vit eru norðast og sunnast í sama havi, har sólin rísir og setir um somu tíð. Saman kundu vit í Vesturkirkjuni og í hølunum hjá LFÚ staðfesta somu sosialu indignasjón, tá fólk eru fyri skipaðum órætti. Um kvøldið setti bispur krúnuna á verkið og handaði innkomna peningin, útvið hálva m

Blóð hansara komi yvir okkum

Barabass-pressan er tað reina gass Heimligu miðlarnir brúka ymisk heiti, tá kappingarneytarnir verða siteraðir og umrøddir. Norðlýsið skrivar um Høvuðsstaðarpressuna og Oyggjatíðindi skriva um Einglapressuna . Størru bløðini brúka ikki tílík heiti, hvørt um annað. Kanska líða tey ikki undur somu ómegd og hava tí ikki sama tørvin. Við bíbilskari fyrimynd verða blóðmyndir ofta brúktar í talum og sangum her á landi. Hugtøk um grøðing og endurloysn í blóði spretta og blóma, meðan hin hóttandi setningurin 'Blóð hansara komi yvir okkum' darrar í tí fjara og kanska hómast sum óskrivað graffiti í einum óvígdum skýmaskoti. Eftir at hava fylgt við í gongdini, nú Oyggjatíðindi tvær ferðir innan stutta tíð hava fingið fútabann at bera fría orðið fram á torg, eri eg komin eftir at hetta blað kvalifiserar seg til eitt heilt nýtt heiti í føroyska blaðheiminum: Barabass-pressan . Støðið fyri hesum journalistiska nýyrði finni eg í Matteus 27, ørindini 11-26, tá Pilatus spyr ’Hvat ilt hevur h

Lust for Life - filmur í Steinbrá!

-Jamen, hatta ER van Gogh! Nei, hatt er Kirk Douglas í leiklutinum sum Vincent van Gogh í klassiska filminum 'Lust for Life' frá 1956. Ovast sæst prentið, ið gevur atgongd til alla herligheitina. Síðani sæst reyði intimbiografurin hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Niðast, Kirk Douglas saman við Anthony Quinn, sum er Paul Gauguin og fekk eina Oscarvirðisløn fyri avrikið (Life og filmsmyndir) Í samstarvi við Norðoya Sparikassa fer Grafikkfelagið STEINBRÁ at vísa listafólkafilmar í intima biografinum, sum er í Miðlon í Havn. Lagt verður fyri við filminum Lust for Life , sum Vincente Minelli gjørdi í 1956. Filmurin er um Vincent van Gogh (1853-1890) og byggir á ævisøguliga bók hjá Irving Stone, sum lýsir lívið hjá hálendska málaranum. - Guð er í allari sannari list, skrivar Vincent í einum av teim 800 brøvunum til beiggjan Theo, sum hóast tað var stokkut, mundi eiga lívið í bróðirnum. Søgan byrjar við at Vincent vil prædika í einum belgiskum kolanámi. Illa gongst og hann strí

Pátriksmessa

Írski Muiredach krossurin frá um ár 900 í Monasterboice norðanfyri Dublin. Niðri undir sæst útsýnið frá Giant's Causway, norðast í Norðurírlandi, har risin fór í havið. Kanska kom hann upp aftur í Froðba (Myndir: Birgir Kruse) Í dag er Pátriksmessa. Henda øldin, fyri ikki at siga túsundáraskeiðið, byrjaði við Listastevnu í Norðurlandahúsinum. Hvørki fyrr ella seinni havi eg upplivað sovorið tiltak. Undan fyrstu Listastevnuni í 2001 eydnaðist at skapa samband við listastevnuna í Galway og írsku operuna í Dublin, sum hevði hálva øld á baki. Fyri fyrstu ferð høvdu tey hug at fara uttanlands og bjóðaðu okkum eina ferðandi uppseting av Madame Butterfly. Gamaní ein kuffert-sýning, men her á leiðum var opera ikki sædd áður. So her vórðu sambond skapt millum tónleikarar og kórsangarar, sum aldri áður. Tey mongu, ið høvdu loyst billett til framførslurnar, fingu eina ógloymandi uppliving. Eisini Astrup í Føroyabanka, sum var høvuðsstuðul. Írska tjóðardagin hetta árið endaði Sosialurin oddag

Black Sheep og Campari

Carl Jóhan Jensen setti framsýningina og læs úr egnum tekstum. Kinna Poulsen er kurator og niðast sæst svart-reyða borðið í Steinprenti (Myndir: Birgir Kruse) Grækarismessa 2010 er svørt og reyð. Við grafiskum prentum á vegginum og Black Sheep og Campari á borðinum, sæst tað í Steinprenti á Skálatrøð, har fleiri av teim vitjandi høvdu klætt seg í svart og reytt, tá latið varð upp fríggjadagin kl. 16. Jan Andersson beyð vælkomin og Carl Jóhan Jensen setti framsýningina við upplestri úr egnum tekstum og týðingum. Spennandi, at ein myndlistarlig framsýning tekur støði í tí reint estetiska. Kinna Poulsen valdi verkini, sum eru stein- og koparprent hjá ellivu listafólkum á grafiska verkstaðnum Steinprenti.

Svart og Reytt á Grækarismessu

Á myndini síggjast Tróndur Patursson og Jan Andersson heingja dregilin við áskriftini SVART OG REYTT upp á veggin út móti vágni á Skálatrøð (Myndir: Birgir Kruse) Nú verður gjørt klárt til SVART OG REYTT, sum er grafikkframsýning á Grækarismessu í STEINPRENTI á Skálatrøð í Havn. - Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum, er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini, sigur Kinna Poulsen, ið hevur valt listaverkini og skipað framsýningina. Ellivu listafólk hava gjørt reyð-svørtu prentini. Tey eru Brandur Patursson, Claus Carstensen, Haldis Olsen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Peter Carlsen, Poul Janus Ipsen, Rannvá Kunoy, Torbjørn Olsen, Tóroddur Poulsen og Tróndur Patursson. Tað, sum boðið verður til ferniseringina fríggjadagin 12. mars klokkan 16 er eisini reytt og svart. Carl Jóhan Jensen fer at seta framsýningina, ið verður opin ein mánað fram.

Hin góða søgan vinnur - sjálvt á føroyskum mentanarpolitikki

Jeff Bridges vann eina Oscar virðisløn fyri leiklutin í filminum Crazy Heart, sum er um ein falleraðan countrysangara. Men útlitini fyri at hann og nógvir aðrir góðir filmar verða vístir herheima eru smálig (Mynd úr filminum) 3D filmurin Avatar og leikstjórin James Cameron fingu ein ordiligan framaná, tá Oscarhandanin fór fram í Los Angeles í nátt. Hesin risastóri pengafilmur við teim syrgnu og misháttu andlitunum, fekk bara smærru virðislønirnar. Hinvegin fóru stóru virðislønirnar til smærru filmarnar. So tað er at fegnast um at dómsnevndin heldur fast í at tað altíð er hin góða søgan, ið er virðislønarverd. Av tilnevndu filmunum er tað nærum bara Avatar , ið hevur verið sýndur herheima. Uttan um vegir havi eg fingið eitt eintak av Crazy Heart , sum eg nú fari at hyggja eftir. Jeff Bridges, sum seinastu árini er vorðin ein av mínum yndisleikarum, hevur høvuðsleiklutin. Og so tekur filmurin støðið í eini søgu hjá Thomas Cobb frá 1987 um ein falleraðan countrysangara, sum einaferð

SVART OG REYTT

- Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini, sigur Kinna Poulsen (Myndir: Jan Andersson) Á Grækarismessu letur svart-reyð grafikkframsýning við 11 listafólkum upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Kinna Poulsen hevur valt verkini og Carl Jóhan Jensen setir framsýningina Kinna Poulsen skrivar soleiðis um framsýningina: Á Grækarismessu í ár verða framsýningarhølini hjá Steinprenti á Skálatrøð skrýdd í júst somu litum sum fuglurin, ið fær serligan ans henda dag. Men tjaldurslitirnir við reyðari og svartari tekning á hvítari grund tóktust eisini sum upplagt litaval, nú Grafiski Verkstaður Føroya fór í gongd við at skipa fyri eini lit-tematiskari framsýning. Orsøkin til hetta er meira listarlig og grafiskt grundað, enn hon er tjaldurslig. Fyri kortum varð áhugafelagið Steinbrá stovnað og eru tað tey mongu fólkini, ið longu hava teknað seg sum lim og sum á annan hátt hava sý

Lisa í Leikalandi

Alice in Wonderland er evni í handilsglugga í London, har tey selja sertifiseraðan heilsukost, krydd og súltutoy. Kanska eitt uppskot fyri marknaðarføring av føroyskum fiski, so hann verður MSC góðkendur og reiðiliga tað (Myndir: Birgir Kruse) Lisa í Leikalandi , soleiðis kallaði Axel Tórgarð týðingina av Alice in Wonderland , sum Lewis Caroll skrivaði í 1865. Týðingin kom út á forlagnum Aldan í 1988. Nú verður søgan sýnd í Havnar Bio, har Tim Burton við nýggjastu tøkni blendar upp fyri hesum gamla klassikara. Johnny Depp er óði hattamakarin, Mia Wasikowska er Lisa og Helena Bonham Carter er Reyða drotningin. Filmurin byggir ikki bara á hina einu søguna frá 1865. Nei, hann blaðar eisini í søguni Through the Glass , sum Lewis Carroll skrivaði í 1871. Internet Movie Data Base telur 23 spælifilmar, sum hava heitið Alice in Wonderland . Hin elsti er frá 1903. Hann varir 8 minuttir og er rímiligvís svartur og hvítur. Í 1951 opnaði Disney øll málingablikk og stoytti alt í ein teknifilm við s

Sleeping Picasso

Savnsvaktin er fallin í svøvn undir Picasso málninginum á Ermitasjuni í Sankta Pætursborg. Niðri undir ein Da Vinci originalur, beint fyri blitsinum. Niðast marsjera kadettar inn í Ermitasjugarðin (Myndir: Birgir Kruse) Á heimsins listasøvnum er mangt og hvat at síggja. Ikki minst á Vetrarpalassinum og allari Ermitasjuni í Sankta Pætursborg, ella Государственный Эрмитаж sum russsiska navnið á stóra savninum er. Við dyrnar kanst tú leggja eitt oyra við lúkuna og sleppa at avmyndað allar originalar málningar, við blitsi. Alt fyri pengar. Leonordo da Vinci, El Greco and the lot. Men avmarkað er, hvussu spennandi tað er at ganga og avmynda allareiða málaðar málningar. Høvdu listafólkini verið fangað in the act, caught painting, hevði tað verið nakað annað. Men tú kanst renna teg í stuttligar støður og hendingar millum hesar túsundtals málningar. Sum til dømis tá ein útlúgva babushka leggur seg framyvir og svevur søtan blund - undir einum Picasso málningi. Tað skal vera henni væl unt. T

Søgurnar vella úr føroyskum filmstólum

Filmurin "Aldur" eftir Heiðriki av Heygum varð frumsýndur í Norðurlandahúsinum týskvøldið Fyri nærum fullsettari høll sýndi Norðurlandahúsið týskvøldið 23. februar 2010 tríggjar nýggjar føroyskar filmar. Í førinum hjá Heiðriki av Heygum var talan um frumsýning, tá hann vísti filmin um Aldur , ið er ein persónligur filmur um ommuna, sum svimur á vánni í Vestmanna. Um Aldur Frá fyrstu løtu skapa poetiski tónleikurin og svørthvítu myndirnar ein heilt serligan dám. Men skjóta skiftið til litir órógvar meg eitt sindur. Eg hevði væntað eina meiri stiliseraða framseting, sum nettupp bygdi á hitt kornuta og svarthvíta, ið aftur bendir á minnismyndir, sum við sjóvarmálan seta hin einstaka móti tí almáttuga. Her er tað havið og aldurnar, um aldur og ævir. Filmsheitið gevur góða meining og spælir við í allari søguni. Søgan er so sjáldsom og einastandandi at hon ber øllum, hóast frásagnarpersónurin er orðaríkari enn eg brýggi meg um. Íð hvussu er á stuttfilmi. Søgan flytur meg inn í ein

Ein diva við x-faktor í Tórsgøtu

Anna Nygaard syngur Havnarløg saman við Tórshavnar Stórbandi í Tórsgøtu fyri ólavsøku 2009 (Myndir: Birgir Kruse) Sunnudagin fyri ólavsøku í fjør sang X-Faktor aktuella Anna Nygaard úr Runavík við Tórshavnar Stórbandi í Tórsgøtu. Á skránni vóru Havnarløg í útsetingum hjá Magnusi Johannessen. Tað var 100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu sum hevði bílagt konsertina, sum var almenn og ókeypis undir opnum himni. Anna skaraði framúr við eini livandi swing framførslu av Havnarløgum . Umframt Onnu, sungu Sólvá Ford, Finnur Jensen og James Olsen. Orkesturleiðari var Eirikur Skála, sum saman við Ólavi Olsen hevði fyriskipað tiltakið.

The Reverends inn um skúlagátt

Fløgan When You're Done hjá The Reverends kom í fjør heyst. Nú er ein sangur teirra sloppin inn um skúlagátt (Myndir: Birgir Kruse og Tutl) Síðani fyrstu ferð eg hoyrdi Niclas Thorsteinsson syngja rokk við einum dismi av Americana, hevur mær dámt hann. Fyrstu ferð mundi verða, tá Náttarravnssendingin fór í luftina ein vetur fyri tjúgu árum síðani. Tað var ein egin kúrekasangur, helst kveiktur av Kansasheiðin, har Niclas hevði verið skiftisstudentur árið fyri. Eftir lærarabókini fekk hann 13 fyri avrikið. Síðani komu Mold og nú eru tað so Reverends. Nýggju fløgu teirra When You’re Done ummældi eg her á blogginum 24. August 2009 undir heitinum My Heart is the Open Sky , sum er ein regla úr einum av sangunum. Í ummælinum peiki eg á sangin Jim, Jack and Bud sum hin besta. Nú er hesin sangur sloppin inn um skúlagátt. Á almenna og opna undirvísingarpotalinum SNAR eru uppgávur lagdar út um júst henda sang. Sagt verður soleiðis: 10 uppgávur í enskum á miðnámi Uppgávurnar kunnu brúkast á

Jákup, Birgir og Jógvan

Jógvan á Dul tók myndina av Jákupi og mær uttanfyri Akkuleya. Jákup er vertur í sendingini In Mente (Mynd: Jógvan á Dul) Omanfyri sæst Jákup Magnussen við útvarpsmikrofon í Niels Finsensgøtu, uttanfyri blómubúðina Akkuleya. Jákup er vertur í útvarpssendingini In Mente , sum verður send mikudagar. Jógvan á Dul tók myndina og legði hana straks á Facebook. Myndatólið hevur Jógvan altíð við sær. Er onkur úti í heimi, sum vil hava at vita, hvussu eini gomul hús í Havn síggja út í dag, so er Jógvan skjótur at avmynda og leggja út á Facebook, sum er vorðin ein uppslagsbók og talva, ið er púra markleys. Og nú vit tosa um Jógvan og Facebook, so varð um dagarnar stovnaður ein bólkur fyri allar Jógvanar í Verðini. Stovnarin sigur: ‘Í hesum bólkinum er ætlanin at finnað útav hvussu nógvir Jógvanar eru í heila tikið...eitur tú Jógvan, so er tú vælkomin í hendan bólk’ sigur stovnarin, sum ikki eitir Jógvan, men Eyðbjørn.

Hitapumpan ger kulda til 85 hitastig

Bjarnvarður í Dali, sum býr í Tórsbyrgi og arbeiðir hjá Hita, vísir okkum hitapumpuna hjá soninum Boða í Heygsgerði 17D í Havn. Til ber at klikkja á myndirnar og fáa tær størri. So sæst skilliga at kuldin í túninum verður til 85 hitastig og hitar øll húsini (Myndir: Birgir Kruse) Henda hitapumpan, sum sæst ovast, stendur í túninum hjá Karini og Boða í Heygsgerði 17D í Havn. Tað var um frostmarkið hetta kvøldið, vit vitjaðu. Tað er ein trivnaðarbólkur á Tórsbyrgi, sum hvørt mikukvøld savnast at tosa um orku og hita. Pumpan hjá Boða, sum gongur við luft og vætu, orkaði at gera vetrarkuldan til 85 hitastig. Tað staðfesti hitavekslarin inni við ketilin í kjallaranum. Bjarnvarður í Dali, pápi Boða, heldur um rørini, ið føra hitan úr pumpuni í túninum og inni í ketilin í kjallaranum. Síðani vísir hann á sjuntin, sum er omaná ketlinum, og avgerð hitan, ið verður sendur uppá. Sum sæst, førir hitavekslarin 26 hitastig uppá. Eingin radiatorur er í húsunum. Hiti er lagdur í gólvini, sum øll eru ú

Grýlur vitja

Grýlur í Tórsbyrgi. Fýra langaføstur, sum ganga langaføstu. Longst til høgru ein mjólkapakki (Myndir: Birgir Kruse) So er grýlukvøld, ella langaføsta , sum tey siga á Eiði og inni í Eysturoynni. Tað er tann parturin, sum er av Skálfjørðinum og inn til Gøturnar, kanska longur. Eins nøkur onnur orð, giti eg at hetta orðið, langaføsta, er komið úr Íslandi fyrst í 60'unum, tá føroyingar róðu út har. Á sama hátt giti eg at heitið gamlaárskvøld er komið higar. Bæði orðini, langaføsta og gamlaárskvøld, liva á mannamunni á hesum leiðum. Men nú mundi eg gloymt tað - hesar fittu grýlurnar komu á gátt í Tórsbyrgi í kvøld. Tær fingu slikkipinn og vampýrgummibomm.

Grafikkfelagið Steinbrá stovnað

Bárður Jákupsson hevur teknað búmerkið í nýggja grafikkfelagnum Steinbrá. Niðri undir sæst nevndin í Steinbrá: Bárður Jákupsson, skrivari, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, kassameistari og Birgir Kruse, formaður (Myndir: Jan Andersson) Sunnudagin 14. februar 2010 varð stovnandi aðalfundur í grafikkfelagnum Steinbrá. Fundurin varð hildin í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum heldur til í søguligum hølum á Skálatrøð í Havn. Steinbrá er sjálvstøðugt áhugafelag, men endamálið er at stuðla virkseminum í Steinprenti, har spennandi framsýningar standa fyri durum. Grafisk prent fyri limaskap Einstaklingar, virki og fyritøkur kunnu tekna limaskap í Steinbrá. Árliga limagjaldi varð sett til 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Fyri limagjaldið fáast nógv grafisk prent, sum eru gjørd í Steinprenti og innbjóðingar til framsýningar, fyrilestrar og onnur tiltøk. Á stovnandi aðalfundinum í Steinbrá var trímannanevnd vald, sum eftir fundin skipaði seg