Skip to main content

Grafikkfelagið Steinbrá stovnað


Bárður Jákupsson hevur teknað búmerkið í nýggja grafikkfelagnum Steinbrá. Niðri undir sæst nevndin í Steinbrá: Bárður Jákupsson, skrivari, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, kassameistari og Birgir Kruse, formaður (Myndir: Jan Andersson)

Sunnudagin 14. februar 2010 varð stovnandi aðalfundur í grafikkfelagnum Steinbrá. Fundurin varð hildin í Steinprenti, Grafiska Verkstaði Føroya, sum heldur til í søguligum hølum á Skálatrøð í Havn.

Steinbrá er sjálvstøðugt áhugafelag, men endamálið er at stuðla virkseminum í Steinprenti, har spennandi framsýningar standa fyri durum.

Grafisk prent fyri limaskap

Einstaklingar, virki og fyritøkur kunnu tekna limaskap í Steinbrá. Árliga limagjaldi varð sett til 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi. Fyri limagjaldið fáast nógv grafisk prent, sum eru gjørd í Steinprenti og innbjóðingar til framsýningar, fyrilestrar og onnur tiltøk.

Á stovnandi aðalfundinum í Steinbrá var trímannanevnd vald, sum eftir fundin skipaði seg soleiðis: Birgir Kruse, formaður, Bárður Jákupsson, skrivari og Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, kassameistari. Eykalimur er Kinna Poulsen. Grannskoðarar eru Heri Mørkøre og Kjartan Kristiansen.

Fleiri enn hálvthundrað einstaklingar hava longu teknað seg sum lim í Steinbrá. Fyrsti stovnur at tekna limaskap í Steinbrá er Norðurlandahúsið. Til ber at tekna seg her: hjalmarsdottir.didriksen@gmail.com

Viðtøkur fyri Steinbrá:

Endamál felagsins er at stuðla virkseminum í STEINPRENTI - Grafiska Verkstaði Føroya. Steinbrá er tó sjálvstøðugt áhugafelag, leyst av verkstaðnum Steinprenti.

Inntøkur felagsins koma av limagjaldi, ið ásett verður á árligum aðalfundi. Felagið kann eisini arbeiða við øðrum inntøkumøguleikum – eitt nú umsóknum um stuðul frá grunnum og fyritøkum.

Fyri ta peningaupphædd, ið limagjaldið umboðar, hevur felagslimur á hvørjum ári rætt til at kjósa sær grafikk, ið framleiddur er á verkstaðnum. Viðkomandi velur sjálv(ur), hvønn grafikk hon/hann vil hava fyri limagjald sítt, tó kann tað í serstøkum førum koma fyri, at okkurt upplag er undantikið hesi reglu.

Limir fáa innbjóðingar til framsýningar og onnur tiltøk á verkstaðnum.Í sambandi við árligu grafikkframsýningina “Myndaódnina” fáa limirnir eitt prent sum gávu.

Felagið verður umsitið av trímannanevnd: formanni, skrivara og kassameistara. Á stovnandi aðalfundi verða 3 nevndarlimir valdir, umframt 1 eykalimur og 2 grannskoðarar. Á fylgjandi aðalfundum stendur 1 nevndarlimur fyri vali, somuleiðis eykalimurin og annar grannskoðarin. Nevndin skipar seg sjálv.

Árligi aðalfundurin verður hildin á STEINPRENTI ímillum Mortansmessu og Niklasarmessu. Limirnir fáa boð í telduposti, telefon ella brævi við í mesta lagi 14 daga og í minsta lagi 1 viku freist. Á aðalfundinum skal verkstaðsleiðarin vera hjástaddur.

Fundarskrá:

1. Frágreiðing frá formanni felagsins um virksemi í farna ári og ætlan fyri komandi tíð.
2. Kunning frá leiðara verkstaðsins um virksemi í árinum, rakstur og fíggjarumstøður.
3. Innkomin uppskot frá nevndini ella limum og onnur mál verða viðgjørd.
4. Grannskoðaður roknskapur verður framlagdur.
5. Limagjald verður ásett.
6. Nevndarval.
7. Ymiskt.

Viðv. 3: Øll mál kunnu viðgerast á aðalfundinum, men týðandi uppskot til samtyktar skulu vera nevndini í hendi eina viku fyri aðalfundin. Mál løgd fram á aðalfundi av øðrum enn nevndini kunnu ikki koma undir atkvøðugreiðslu ella avgerð, um nevndin mælir ímóti. Er talan um atkvøðugreiðslu, ræður vanligur meiriluti.Viðtøkur felagsins kunnu einans verða broyttar á aðalfundi, ið er fráboðaður limunum við tilskilan av uppskoti til viðtøkubroytingar. Á tílíkum aðalfundi ræður vanligur meiriluti.

Felagið verður bundið við undirskrift av nevndarformanni saman við einum nevndarlimi aftrat.Møgulig avtøka av felagnum skal samtykkjast á aðalfundi, ið er fráboðaður við tí endamáli. Á tílíkum fundi krevst, at í minsta lagi 2/3 av limum felagsins greiða atkvøðu fyri avtøku. Greiða 2/3 av møttum limum fyri avtøku av felagnum, men umboða ikki 2/3 av øllum limunum, verður boðað til nýggjan aðalfund, somuleiðis við avtøku felagsins á skránni, og á tí fundinum kunnu 2/3 av møttum limum samtykkja at avtaka felagið, sama hvussu nógvir eru møttir.

Í sambandi við avtøku skal aðalfundurin taka støðu til, hvussu møguligur ágóði kann latast sum stuðul til STEINPRENT ella annað gott endamál, føroyskari grafiskari myndlist at frama.