Skip to main content

Posts

And The Grass Won’t Pay No Mind

Her reistu teir gomlu Filadelfia í Gøtu. Nú er alt gras. Niðri undir, og Áðrenn Elvis, sæst Meinhard Jensen við sjáldsamasta gripinum í kjallaranum í Geytagøtu 'Goodbye, Babylon' við óspunnari bummul (Myndir: Birgir Kruse) Her var tað at abbar okkara, Meinhard og Marius, stovnaðu Filadelfia saman við øðrum brøðrum í Gøtu. Nú er alt gras og vit kunnu siga sum í sanginum hjá Elvis The Grass Won’t Pay No Mind . Einki leggur grasið í tað. Neil Diamond, tað frágera skald, yrkti henda fitta ástarsang millum fjals og fjøru. Í meðan, og eftir Elvis, er Filadelfia flutt, nærri Norðragøtu, framvið bæði Gróti og Missiónshúsi. Men yvir øllum dagar enn sum áður Gráabrúgv, har vit tóku skurapisur. Eina í hvørja ermu á Klaksvíksulpuni og so knút á og oman brekkuna. Meinhard, sum hevur navn eftir abbanum í Norðragøtu, Hellu Meinhard , bjóðar nátturða. Kjógv úr Kunoy, haðani konan Rutt er slekta, og so niður í kjallaran, har Meinhard ger sendingarnar, sum eru um einki. Tað vil siga um ta

Ein dag í Gøtu

Sonja á Líðarenda við spatieringsarki fyri Føroya Løgting, Signar í Homrum við Strandferðslubúmerkinum í blýggi og niðast búmerkið hjá Tórshavnar býráð í søguligu skuffuni í køkinum hjá Estra (Myndir: Birgir Kruse) Var í Gøtu og vitjaði Estra og Vasti í dag. Har arbeiða fjúrtan fólk við besta útsýni yvir sandin og Gøtuvík. Í erva eru ljós og snøgg móttøka, skrivstovuhøli og køkur. Inn móti bygdini, yvir ímóti húsunum hjá Martinusi, er plattur omaná prentsmiðjuni, sum er í kjallaranum. Á plattinum hevur løgreglan hildið til, tá G! Festivalur hevur verið. Her kundi eg hugsað mær at bílagt pláss beinanvegin. Sonja Gregersen, gift á Líðarenda, er stjóri. Hon greiðir frá um tá hon byrjaði í læru hjá Estra í 1975 og hvussu prenttøknin er broytt síðan tá. Lutirnir, hon tekur fram úr einari skuffu í køkinum, siga teirra greiðu søgu. Her er blýggj, reinteknaði skelti frá Føroya størstu listamonnum, fyrstu litprent og frágreiðingar um spatiering millum bókstavir. Og so nøkur lesarabrøv og við

- Eru tíðindi ikki til sølu longur?

Mikudagar er fjølmiðlatáttur í Sosialinum. Álvur Haraldsen tók myndina av dagsins skrivara. Tey, sum fyrr hava skrivað eru Dorit Hansen og Dagfinn Olsen. Longu í 1987 skrivaði eg sjónvarpsummæli í Sosialinum  Fríggjadagar verða journalistisku feitiærnar, Dimma og Sosialurin, sleptar. Skornar upp á køksborðinum vigaðu tær eitt pund hvør og taldu ávikavist 40 og 48 blaðsíður. Upprunaliga vóru tað prentfólk, ið gjørdu tíðindabløð, soleiðis framíhjá. Seinni varð tað partapolitikkurin, sum vildi eiga bløðini. Nú politikkur er horvin – eisini úr bløðunum – er tað marknaðurin, ið stýrir bløðunum. Helst hevur hann altíð gjørt tað, marknaðurin. Eins og aðrar marknaðarvørur verða tíðindi framleidd við sølu fyri eygað. Á handilshillum verða sjónligheitin og pakningurin avgerðandi. Tíðindadysturin flytur á forsíðuna, har kappingarelementið er at hava best seljandi søguna. Grundtankin er omnibus , alt til øll. Fríggjadagin hevði Sosialurin munin við mest prangandi pappírinum og Dimma við skarpas

Trantklukka

Ein trantaklukka avmynda í Havn í dag. Tær koma við trøum og plantum (Myndir: Birgir Kruse) At keypa inn og borðreiða er skiftandi uppgáva á mongum arbeiðsplássum. Sjálvur annar havi eg køkstørn hesa vikuna. Og kanska vóru vit enn fleiri, uttan at vita av tí. Eftir at hava keypt eksotiskar fruktir í einum stórum handli Havn, sást henda klukkan bráddliga á gólvinum. Køn fólk siga at hetta er ein trantklukka (Curculionidae) og at tær koma til Føroya við ymsum vøkstrum, trøum og plantum, sum eru til sølu. Væl gagnist, altjóðagerð!

Bilur - við og uttan svávul

Bilur - innan og eftir vask við íslendskum avfalli í dag (Myndir: Birgir Kruse) Tá eg lat dyrnar upp í morgun, var svávul í luftini. Helt eina løtu, at septiktangarnir í grannalagnum vórðu um at verða tømdir, men har var eingin slanga og eingin slúkur í túninum. Deymurin var heldur av eggi og sum frá leið sá eg fyri mær fyrstu ferðina eg var í Íslandi og skuldi busta tenn. Úr handvaskinum kom hesum rami luktur av svávuli, sum tú aldri gloymur, hevur tú ikki lukta hann fyrr. Helst er einki minnið so dygt og nákvæmt sum lukturin. Tú sært fyri tær ta løtu, tú fyrstu ferð luktaði hetta. So í túninum fekk eg í morgun eina óbetaliliga ókeypis ó-ferð til Íslands. Eftir loknan arbeiðsdag varnaðist eg in real life alt tað íslendska svávulið, sum hevði lagt seg á bilin. Omanfyri sæst bilurin, við og uttan svávul av Eyjafjallajøkulli á íslendska Suðurlandinum.

Altmodisch

Gomul útvarpstól, ið hava sæð betri útvarpsdagar. Myndin er tikin í Tema Radio og sæst í bókini "Fjølmiðlar" (Mynd: Birgir Kruse) - Eri tað bara eg, ið haldi at útvarpið er vorðið altmodisch og hevur slept øllum sambandi við nútíðina? Siti og lurti eftir eini sending um gamlar dagar í Sjónleikarhúsinum í Havn. Útvarpsskráin sigur um sendingina, at hetta er: “prát við fólk, sum hava livað í einari tíð, sum nú er at kalla farin.” So eru vit ámint, ella ávarað. Ikki eitt orð um henda vakra mentanarstovn, ið eins og aðrir heil- og hálvalmennir mentanarstovnar, enn eru til og eftir førimuni reka sítt virksemi í sama býi. Í gjár varð greitt frá um Herman, sum sang Evert Taube. Altmodisch upplestur og síðani prát við altmodisch vágbing um el og annað mangt, sum fyrr var modernað, í fimm pørtum, eins og sendingarnar um farnu vísusangararnar. Og meðan eg skrivi, hoyrist ein altmodisch hugleiðing um staðarnavnið á Hálsi, sum, nú so nógvir tilflytarar eru, eingin kennir og

Páskatúrurin 2010

Gongutúrurin á páskum í ár var langa fríggjadag. Vit møttust á Lambafelli klokkan 10. Hetta er níggjunda ferðin at vit hittast á henda hátt. Útvið hálvthundrað fólk vóru í gonguni, sum fór eystureftir í góða kavaveðrinum. Ávegis oman móti Ánni við Grøv, sigur Lis Mortensen frá um sjónligu rivuna í lendinum, sum hevur givið ánni navn. Í 1960'unum, tá eg var grønur skóti, vóru vit við Kára Olsen í telti á hesum staði, sum sæst á myndini niðanfyri. Patruljan æt Ørnin og vit ruddaðu altíð eftir okkum. Men tað gera ikki øll. Á sama bakkanum liggur í dag toppurin av einum Jøtul ovni og nakrar ristir at grilla á. Búi Brattaberg, sum var við í ferðalagnum, fortaldi at pápi hansara, Árni, var við at gera Oyggjarvegin, sum var liðugur í 1966. Bergið, har vegurin fer um Sundsháls og Syðradalsskarð og sker seg gjøgnum klettin, fekk tí navnið Brattaberg. Áki Davidsen og Turið Joensen standa á einum kletti við mongu elektrisku installatiónirnar við Gellingarklett á Húsareyni. Við Nó

Filmar, sum siga søgur

Uni Leitistein Hansen við Kinoamo 35 mm upptøkutólinum hjá Juliusi Høgnesen úr Oyndarfirði. Upptøkurnar hjá Juliusi verða umrøddar í triðju sendingini, sum Uni ger um privatar filmsupptøkur hjá føroyingum í meiri enn hundrað ár. Eins og tær báðar undanfarnu sendingarnar, verður hendan eisini send í sjónvarpinum. Julius Høgnesen hevur gjørt upptøkur í Oyndarfirði í 1930'unum og systkinabarnið Ingvald Olsen hevur við sama tólið filmað kongavitjanina í Havn í 1926. Tólið hjá Juliusi hevur eina Carl Zeiss Jena Tessar linsu, og upptøkurnar, sum eru sjáldsama góðar, vísa fólk í vinnu og til gerandis í hesum árum. Bæði filmar og upptøkutól eru goymd og skrásett á Fornminnissavninum í Hoyvík, har eg tók myndirnar í dag. Á niðaru myndunum síggjast nakrar hillar í filmssavninum og Súsanna Joensen konserveringsteknikari, sum vísir stóra savnið við myndum á glasi hjá Heðini Brú (Myndir: Birgir Kruse)

Kathy og Jákup Pauli í Áarstovu

Kathy serverar og Jákup Pauli er kokkur í Áarastovu í Havn. Henda dagin varð einføld lambsgrýta á matskránni (Myndir: Birgir Kruse) Jákup Pauli er køksleiðari og Kathy serverar í Áarstovu í Havn. Hetta er nýggj matstova á gamla Hotel Djurhuus, eisini kallað Skarv, niðast á Áarvegnum, har loyniliga Havnará rennur út í ósan við Kongabrúnna. Navnið Áarstova er tikið úr grannahúsunum niðaneftir, omanfyri Knútsstovu, har Gongin er í annað borð og Áarvegur og Kafé Natúr í hitt borðið. Í Áarstovu, sum ikki er til longur, búðu Áarstovubrøðurinir, Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus. Hetta sæst aftur í búmerkinum og standmyndum, sum Janus Kamban hevur gjørt. Hølini eru hugnalig og væl innrættað til matstovuvirksemi við nógvum smáum stovum, hvør við sínum navnið, men í ymsum hæddum. Upprunaligi viðurin er brúktur og har neyðugt er at gera nýtt, er samanrenningin smakkfull og skilagóð, til dømis trappan niður í Sendistovuna, har glas og stál møtir gomlum viði og einum farra av útgrevsturi,

Sharpeville 50 ár

Ovast, hin kendasta myndin úr Sharpeville í Suðurafrika fyri 50 árum síðani. Niðri undir sæst yrkingasavnið hjá Líggjasi í Bø ‘Til Lívið’, sum kom í 1964. Jack Kampmann gjørdi kápumyndina og Býarbókasavnið hevur savnið til útláns (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse) Fyrstu ferð Norrønt Dagsverk varð fyriskipað millum lesandi í Føroyum, varnaðist eg yrkjaran Líggjas í Bø og einasta yrkingasavn hansara Til Lívið . Sjáldsamt, at ein føroyskur yrkjari tekur upp eitt so fjart evnið, sum Sharpeville morðini og viðurskiftini í Suðurafrika, sum fyri fimmti árum síðani vóru so út av lagi. Hetta var í 1985 og vit – Birita, Maja, Aref, Jón og eg sjálvur – komu eftir, at vit eiga nógv í felag við ung í Suðurafrika. Vit eru norðast og sunnast í sama havi, har sólin rísir og setir um somu tíð. Saman kundu vit í Vesturkirkjuni og í hølunum hjá LFÚ staðfesta somu sosialu indignasjón, tá fólk eru fyri skipaðum órætti. Um kvøldið setti bispur krúnuna á verkið og handaði innkomna peningin, útvið hálva m

Blóð hansara komi yvir okkum

Barabass-pressan er tað reina gass Heimligu miðlarnir brúka ymisk heiti, tá kappingarneytarnir verða siteraðir og umrøddir. Norðlýsið skrivar um Høvuðsstaðarpressuna og Oyggjatíðindi skriva um Einglapressuna . Størru bløðini brúka ikki tílík heiti, hvørt um annað. Kanska líða tey ikki undur somu ómegd og hava tí ikki sama tørvin. Við bíbilskari fyrimynd verða blóðmyndir ofta brúktar í talum og sangum her á landi. Hugtøk um grøðing og endurloysn í blóði spretta og blóma, meðan hin hóttandi setningurin 'Blóð hansara komi yvir okkum' darrar í tí fjara og kanska hómast sum óskrivað graffiti í einum óvígdum skýmaskoti. Eftir at hava fylgt við í gongdini, nú Oyggjatíðindi tvær ferðir innan stutta tíð hava fingið fútabann at bera fría orðið fram á torg, eri eg komin eftir at hetta blað kvalifiserar seg til eitt heilt nýtt heiti í føroyska blaðheiminum: Barabass-pressan . Støðið fyri hesum journalistiska nýyrði finni eg í Matteus 27, ørindini 11-26, tá Pilatus spyr ’Hvat ilt hevur h

Lust for Life - filmur í Steinbrá!

-Jamen, hatta ER van Gogh! Nei, hatt er Kirk Douglas í leiklutinum sum Vincent van Gogh í klassiska filminum 'Lust for Life' frá 1956. Ovast sæst prentið, ið gevur atgongd til alla herligheitina. Síðani sæst reyði intimbiografurin hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Niðast, Kirk Douglas saman við Anthony Quinn, sum er Paul Gauguin og fekk eina Oscarvirðisløn fyri avrikið (Life og filmsmyndir) Í samstarvi við Norðoya Sparikassa fer Grafikkfelagið STEINBRÁ at vísa listafólkafilmar í intima biografinum, sum er í Miðlon í Havn. Lagt verður fyri við filminum Lust for Life , sum Vincente Minelli gjørdi í 1956. Filmurin er um Vincent van Gogh (1853-1890) og byggir á ævisøguliga bók hjá Irving Stone, sum lýsir lívið hjá hálendska málaranum. - Guð er í allari sannari list, skrivar Vincent í einum av teim 800 brøvunum til beiggjan Theo, sum hóast tað var stokkut, mundi eiga lívið í bróðirnum. Søgan byrjar við at Vincent vil prædika í einum belgiskum kolanámi. Illa gongst og hann strí