Eitt av 37 nýggju orðunum hjá svenska Málráðnum í ár Hesa ársins tíð verður gjørt upp á øllum livandi økjum. Eisini á norðurlendsku málstovunum, sum eru systirstovnar hjá Málráðnum, ið eru alt annað enn deyðir. Eins og føroyska málið livir, og fleiri og fleiri brúka tað í almenna rúminum, har eingin reyður lærarapennur røkkur longur, so er sama lagið í grannalondunum. Málið livir og broytingar í gerandisviðurskiftum síggjast skjótt aftur í málinum. Úr mínum sjónarhorni eru fleiri enn nakrantíð, ið brúka málið akkurát soleiðis, sum tey vilja. Tað er bæði gott og ringt. Meðan fyrr var vanligt at hoyra reyðpennaða føroysktlæraran øsa seg upp um danismur, er føroyska málið nú flutt longur út í heim. Men meðan danisman er horvin, eru nýggjar avbjoðingar, ið ikki eru minni. Hetta sæst aftur í nýggju orðunum, sum svenska og danska Málráðið kunngjørdu um dagarnar. 37 og 36 vóru nýggju orðini. Hefti meg við nýggja svenska orðið klickokrati og danska clickbait. Bæði orðini vór