Skip to main content

Gløgg i Steinbrá


Í dag var gávugløgg í Steinbrá. Jan hevði gjørt gløgg og Fríða tjekkaði limalistan í Steinbrá. Aðalfundur var í Steinbrá 2. desember, og nú er nýtt limaár byrjað. Fyri árliga limagjaldið, sum er 500 krónur, verður hvørt ár gjørt eitt grafiskt gávuprent. Hesuferð er tað Zacharias Heinesen, sum hevur gjørt gávuprentið. Eftir arbeiðstíð í dag, millum fýra og seks, kundi gávuprentið heintast í Steinprenti. Steinbrá er stuðulsfelag hjá Steinprenti, og øll kunnu gerast limir. Limir fáa boð á Facebookprofilinum Steinbrá og í beinleiðis telduposti frá nevndini.