Í hesum køldu og myrku jóladøgum er torført at taka seg fram á sjógvi og landi. Ikki tí, landið og kommunan borga fyri, at tú í báðum førum eigur at koma trygt fram. Í nøkur ár hevur skiparin á Strandferðslubátinum Ternuni ikki kunna siglt um fjørðin, uttan at eg samstundis skal síggja, hvat eg havi uppá breyð inni í Havn. Hann kann ikki sigla uttan at tendra ein ljóskastara, ið er so sterkur, at eg mátti fara í lógarsavnið at lesa um reglur fyri sigling í myrkri. Og eg dugi ikki at síggja nakra heimild ella orsøk fyri at sigla við hesi ljósføring um fjørðin. Heldur ikki havi eg sæð nakran annan bát, privatan ella almennan, stóran ella lítlan, sigla á fjørðinum við tílíkari ljósføring. Og so er tað túnið hjá teim kommunalt gangandi. Í dag er tað eitt faktum, at í høvuðsstaðnum hjá Heðini er ikki gangandi uttan í skølingum. Men so komu tær eisini til nyttu aftur, gomlu golden toe hosurnar frá Macy's í New York. Tað er at ansa eftir, hvussu ein tekur seg fram á sjógvi og landi á hesum leiðum í Suðurstreymi.