Skip to main content

Jólagáva sum munar



Hetta var ein góð jólagáva, sum tey, ið ikki brúka iTunes, hava bíðað eftir í fimm ár. Beatles á Spotify jólaaftan. Lurtar tú eftir tónleiki til gerandis, so leggur tí beinavegin til merkis, at Beatles mangla á Spotify. Tú mást fara tað longu leið eftir plátunum og fløgunum, at leggja undir nálina ella í fløguspælaran. Ella slettis ikki hoyra Beatles, men velja okkurt annað at stroyma. Tilsamans níggju stroymingtænastur far nú at bjóða Beatles.


Pakkað verður upp á midnátt, ein minutt yvir tólv, jólaaftan. Tá verða Beatles tøkir á Spotify, bæði hjá teimum sum gjalda og teimum sum stroyma frítt. Tað sigur altjóða pressan í dag. Og tað er jólagáva, sum munar. Trettan LP plátur og fýra savnsplátur. Solopláturnar hjá øllum fýra beatlunum hava verið tøkar eina tíð.