Skip to main content

Posts

Tjóðraði pallurin

Í morgun kom Bárður Persson á gátt og vit tóku nakrar myndir í túninum. Eins og sálmisturin er hann farin at telja dagar, nú filmurin "111 góðir dagar" verður frumsýndur í Havnar Bio í kvøld. Har hevur Bárður ein filmiskan leiklut. Í veruliga lívinum er sjónleikarin Bárður eisini farin at telja dagar, síðan seinasta framførsla var á Tjóðpallinum. Hann er komin til 171 dagar. Niðanfyri fær Bárður orðið: Tjóðraði pallurin “Um at vera menniskja” var seinasti leikur, ið varð settur upp á Tjóðpalli okkara. Síðani seinastu framførslu av nevnda leiki, hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá okkara Tjóðpalli.  Hetta eru í skrivandi stund 171 dagar síðani! Einsamalt er hetta eitt fullgott tekin um, at hóast okkara Tjóðpallur kann liva við somu leiðslu í 20 ár, so kann hann ikki virka uttan so, at tær fakkønu kreftirnar eru um hann eisini. Og tað er júst hetta vit eru vitni til í dag!  Allarstørsti parturin av leiklistarligu elituni her heima, er nú farin frá søkkandi skútini, tí hon ik

Ferðandi á føroysku vegunum

Møtti fronsku Bruno og Brigitte Mulac á spartanska kampingplássinum í Elduvík í gjár. Tey eru úr býnum Troyes, har eysturi í Fraklandi góðar hundrað kilometur suður úr kenda býnum Reimes, upplýsur Bruno, sum á brúnni spyr meg um myndatólið, linsuna og ljósviðurskifti. Tey komu við Norrönu sunnukvøldið og fara víðari til Íslands mikudagin.  - Vit ætla at koyra Ringin, vegin runt alt Ísland, og síggja bygdina Vík á Suðurlandinum, har sjónvarpsrøðin Katla júst er tikin, sigur hann og greiðir frá um bilin, ein eitt ára gamal Nissan Navara, ið er innrættaður sum húsvognur.  - Hann er lutfalsliga lítil og perfektur til føroysku vegirnar. Men hesin týski, sum beint nú koyrir avstað, er ein fínur bilur til sama endamál, men hann er alt ov stórur til føroysku vegirnar, heldur vandni franski ferðamaðurin, ið hevur verið pensionistur í níggju ár. Eg kann ikki annað enn verða samdur við franska ferðamanninum, sum vil hava at vita, hvussu bláu parkeringsskeltini á føroysku landsvegunum skulu skilja

Biskupsgalvur

Ert tú í Klaksvík, so er mest ikoniska myndin hon av Kunoyargalvi. Ein ímynd, sum brennir seg á innara eygað og alt lívið verður ímyndin av Klaksvík, vágni og fjøllunum, sum aftur eru vernd og armar um tað virksemi og ta búseting, sum her er. Men sum sæst omanfyri, er ikki soleiðis longur, her eg standi, innast í nýggju miðbýarætlanini. Um dagarnar varnaðist eg til mína stóru gleði, at eftir nógv órudd, er býlingurin Biskupstorg veruliga vorðin inngongdin til eitt harmoniskt og væleydnað hjarta, sum tekur seg væl út og lættliga slepst til av Biskupsstøðgøtu inn millum Føroya Tele og Betesda, inn á Tingstøðina, sum gøtan eitir, og enda úti á Biskupsstøð.  Tá ert tú mitt inn í nýggju miðbýarætlanini, sum fyri almenninginum leingi hevur verið skitsað úr Klaksvík, har ídni og framtak mynda fyritaksama ágrýtnið, ikki bara fyri tað góða, langt í frá, tí so nógvir kassar og hugsanir um enn størri kassar vilja fylla hesa lagaligu kullu innast í virknu víkini, sum kann fyllast, ja heilt til hon

Skógarvøkstur og ljóðið av havinum

Helst eru hesir báðir ferðagestir, Matthew Workman úr USA og Annabel Strange úr Skotlandi, ímyndin av móttakarunum av tí, sum Føroyar hava at bjóða ein púra vanligan gerandisdag - ljóðið, uttan av opna havinum og prátið við fólk, sum tilvildarliga ganga framvið, og hava hug at skifta orð við ferðafólkini. Upptakarin, sum báðir hava við, er ikki bara ætlaður at taka upp ljóðið uttan av havinum, men eisini prátið teirra millum, ið beint nú er um trø og skógarvøkstur í Føroyum, her einki veksur av natúrligum ávum, tí seyðurin bítur alt niður, um ikki saltrákin ella kaldi vindurin longu hava tikið lívið av gróðursettu trøunum. - Men hvar eru tey, øll tey plantaðu trøini, og hvussu úttalar tú viðarlund , spyrja teir og vilja hoyra munin á íslendskum og føroyskum, tá bókstavurin ð er við. Báðir, ið hava verið her fleiri ferðir fyrr, ætlaðu aftur í ár at verða við á G festivalinum á sandinum í Syðrugøtu, sum nú tíanverri er avlýstur, festivalurin. - Eivør er mín orsøk at vera her, sigur skot

Framhaldandi onga løn fyri móðurmálið

Mynd og innslag: KVF Eins og undanfarna forkvinna fær núverandi forkvinna onga løn fyri at stýra og stjórna Málráðnum. Ikki eitt oyra. Null fyri móðurmálið. Tað upplýsir Løgmansskrivstovan í einum yvirliti, har allar lønir fyri alment nevndararbeiði síggjast. Hvussu fagrar og at síggja til nýskapandi visjónirnar tykjast, at finna skikkaðar og skilagóðar kvinnur at stjórna týdningarmiklum nevndum hjá tí almenna, so stendur eftir, at tær fáa onga løn, men bara heiður, fyri heiðurin at verða nevndarforkvinna, sum í sjálvum sær er mikið heiðurligt, men ikki gevur smør á breyðið.  Tað fáa menn í tjúkkum fleirómettaðum løgum í øðrum ósúrgaðum almennum nevndum. Kent er gjøgnum nógv ár, at ein og sami persónur fær meir enn endaløn hjá flestu fakfeløgum bara fyri at sita í almennari nevnd, longu innan hann fer til arbeiðis. Almenn nevndarvakt er hansara arbeiði. Men tá eru fimm útpurringar orsøkin. Lagaligari er hjá formanninum í telefonfelagnum, sum fyri eina vakt fær einogtjúgutúsund krónur

Og blóman stóð eftir

  Hesa tíðina á árinum hava tey, sum so nærløgd sláa grasið á bønum í Tórsbyrgi, lagt sær eina við, ikki at raka blómuna við teim mongu nøvnunum, sum vit í fartinum bara kalla børkubónda. Men nei. Janus, sum er úr Skúgvi, sigur at har kalla tey blómuna ravnaleika. Og so nevnir hann onnur staðbundin nøvn á fugli í oynni. Har úti hevur bygaráðið eisini friðað ravnaleikað. Lítt og Jens Petur koma framvið og peika á bløðini, sum eru ymisk. Umframt reyða litin, reyður børkubóndi og tjaldursbørkubóndi. Bygdafelagin Katrin sigur, at hasa blómuna kallaðu vit á Eiði fyri kápukonu. Í orðabókini stendur eisini bóndablomstur, tjaldursgras, mariustakkur og mariuseymur. Og prinsessublóma kemur eisini fyri millum børn, eins og luktilsisblomstur. Max skrivar í Rættstaving á Facebook, at sambært Svabo er tað bara rótin av mýrisnípugrasi (Orchis maculata), ið nevnist børkubóndi. Navnið, Adam og Eva, verður brúkt um hetta blomstrið í Botany of the Faroes frá 1901-1908, í navnalistanum í Varðanum frá 192

Til endans fer styrkin í upplýsing at vinna

 - Vit mugu standa saman um at vísa á, at til endans fer styrkin, sum er í upplýsing, altíð at vinna.  Soleiðis skriva blaðstjórarnir á fýra teim fremstu avísinum i Norðurlondum í einum mótmælisskrivi í morgunsólini til kinesiska Xi Jinping, ið sæst omanfyri, og sum síðan 2012 hevur verið leiðari í kommunistaflokkinum har í landinum.  Ørindini eru, at í dag fyllir flokkurin hundrað, og orsøkin til sjálvt skrivið er manglandi pressufrælsið í Hongkong, har avísin Apple Daily er stongd og myndugleikarnir hava tikið ræði á Radio Television Hong Kong. Sama hevur verið gjørt í Russlandi í áratíggju, har kritiskar avísir hava verið stongdar, tí ventilatiónin ikki riggar nóg væl, ella tí at brúkaralisensir til telduforrit ikki vóru nóg mangir.  Ikki fyri at hálova heimligu pressuni á nakran hátt, hon er á reyvini sum aldri áður, men samanumtikið skulu vit prísa okkum lukkulig, at einaræðisábendingar so sjálvdan vísa seg í okkara landi. Men tað kemur fyri.  Umframt donsku avísina, Politiken, su

Olivia Rodrigo

Poppmusikkur er ikki deyður. Tað uppdagaði eg í dag. Miðlarnir, har eg heinti vitan um tónleik, fyrr vóru teir føroyskir, men nú eru teir allir útlendskir, søgdu mær í dag søguna um eina átjan ára gamla kaliforniska gentu, Olivia Rodrigo, sum skal hava stolið eitt gittarriff frá Elvis Costello sanginum Pump It Up av plátuni ”This Year’s Model” frá 1978, og brúkt tað, gittarriffið, í egna spildurnýggja sanginum Brutal á plátuni ”Sour”.  Heldur enn plagiat vil eg kalla tað foredling, enntá við meirvirði í skapi av einum dagførdum Nirvana teenage angst ískoyti. Framúr sangur, Brutal . Meðan eg lurti eftir sanginum á Spotify, og næsti sangur á plátuni hjá Oliviu Rodrigo byrjar, hann eitir Traitor , undrist eg yvir, at ákæran um plagiarismu ikki er fallin á henda sangin í staðin, Traitor, sum leggur seg greitt upp at klassikaranum What’s so Funny ’bout Peace, Love and Understanding hjá Nick Lowe frá 1974.  So uppdagi eg at sama unga sangarinna, Olivia Rodrigo, sum er kend frá Disney, he