Helst eru hesir báðir ferðagestir, Matthew Workman úr USA og Annabel Strange úr Skotlandi, ímyndin av móttakarunum av tí, sum Føroyar hava at bjóða ein púra vanligan gerandisdag - ljóðið, uttan av opna havinum og prátið við fólk, sum tilvildarliga ganga framvið, og hava hug at skifta orð við ferðafólkini.
Upptakarin, sum báðir hava við, er ikki bara ætlaður at taka upp ljóðið uttan av havinum, men eisini prátið teirra millum, ið beint nú er um trø og skógarvøkstur í Føroyum, her einki veksur av natúrligum ávum, tí seyðurin bítur alt niður, um ikki saltrákin ella kaldi vindurin longu hava tikið lívið av gróðursettu trøunum. - Men hvar eru tey, øll tey plantaðu trøini, og hvussu úttalar tú viðarlund, spyrja teir og vilja hoyra munin á íslendskum og føroyskum, tá bókstavurin ð er við.
Báðir, ið hava verið her fleiri ferðir fyrr, ætlaðu aftur í ár at verða við á G festivalinum á sandinum í Syðrugøtu, sum nú tíanverri er avlýstur, festivalurin.
- Eivør er mín orsøk at vera her, sigur skotski Strange, sum er úr Hull, og skuldi havt eitt sjov við fólkadansi úr Hetlandi og Føroyum í hoyggjhúsinum.
Hann er upptikin av føroysku fríkirkjurørsluni, sum kom higar úr Skotlandi, og hvussu langa tíð William Gibson Sloan brúkti at vinna fyrstu sálir til nýggju samkomuna. - Munnu fleiri av hansara eftirkomarum enn liva í oyggjunum, spyr hann. - Jú, fleiri, vissi eg hann um.
Enn sum áður er Gøta savningarstaður fyri Trónd í Gøtu og allar hansara eftirkomarar, tað verið seg fakfelagsfólk, listafólk, vinnulívsfólk og festivalfyriskiparar. - Eins og Tróndur fara tey ikki av vegnum fyri nøkrum, sigi eg honum, meðan hann vísir mær skotsk papír uppá, at hann er trans gender persónur.
Meðan aldurnar rulla út og inn, sum gjørdi Otis Redding klárt at fara á pallin, koma javnaldrar úr Syðrugøtu oman at tosa. Ein summarløta, sum rykkir okkum úr tíð og stað, so vit eru aftur í skúlanum hjá Jákup lærara og Pól Enok við Gøtugjógv og í kioskini hjá Vamberg, og snýktu okkum at lesa En halv humørtime.
Gøta er ein góður staður. Ikki minst at møta Matthew, sum mitt á sandinum ber okkum boð um, at tað er hásummar, og at tú skalt telja tínar dagar og ikki sova summarnáttina burtur. Síggjast!