- Vit mugu standa saman um at vísa á, at til endans fer styrkin, sum er í upplýsing, altíð at vinna.
Soleiðis skriva blaðstjórarnir á fýra teim fremstu avísinum i Norðurlondum í einum mótmælisskrivi í morgunsólini til kinesiska Xi Jinping, ið sæst omanfyri, og sum síðan 2012 hevur verið leiðari í kommunistaflokkinum har í landinum.
Ørindini eru, at í dag fyllir flokkurin hundrað, og orsøkin til sjálvt skrivið er manglandi pressufrælsið í Hongkong, har avísin Apple Daily er stongd og myndugleikarnir hava tikið ræði á Radio Television Hong Kong.
Sama hevur verið gjørt í Russlandi í áratíggju, har kritiskar avísir hava verið stongdar, tí ventilatiónin ikki riggar nóg væl, ella tí at brúkaralisensir til telduforrit ikki vóru nóg mangir.
Ikki fyri at hálova heimligu pressuni á nakran hátt, hon er á reyvini sum aldri áður, men samanumtikið skulu vit prísa okkum lukkulig, at einaræðisábendingar so sjálvdan vísa seg í okkara landi. Men tað kemur fyri.
Umframt donsku avísina, Politiken, sum hevur tikið stig til mótmælisskrivið til landið, har sólin rísur, eru tað norska Aftenposten, svenska Dagens Nyheter og finska Helsingin Sanomat, ið standa saman um orðingarnar.
Hyggja vit í heimskortið hjá Námi, so síggja vit eisini, at totalitera Kina tilskilar sær ta makt, at Taivan verður 23. kinesiski landsluturin.
Tað er undir yvirskriftini Nu er det nok at teir fýra fríu norðurlendsku blaðstjórarnir skriva til kommunistiska Kina:
- Vi ser med voksende bekymring på, hvordan vores fag - den frie, uafhængige og kritiske journalistik - kriminaliseres. Og vi ser med stigende bekymring på, hvordan dette i det engang så løfterige Hongkong rammer medie efter medie.
Bløðini lova, at tey nú fara at leggja størri dent á at lýsa støðuna í Hongkong og at ”bekæmpe Beijings undertrykkelse af kritik”, sum blaðstjórarnir siga í morgun. - For man kan holde sandheden og friheden tilbage med magt, »men kun for en tid«, sum blaðstjóranir siga. Teir enda við orðunum:
- Vi må stå sammen om at vise, at oplysninger, der forsøges censureret i Hongkong, kommer for en dag et andet sted i verden.
Úr supermaktini Kina er longu komið svar. Tað er Victor Zhikai Gao, universitetsprofessari, sum svarar. Í stuttum sigur hann við norðurlendsku blaðstjórarnar, at "tit liva í eini fantasiverð!"
Henda myndin er av forsíðuni á norska Aftenposten í morgun.