Skip to main content

Olivia Rodrigo


Poppmusikkur er ikki deyður. Tað uppdagaði eg í dag. Miðlarnir, har eg heinti vitan um tónleik, fyrr vóru teir føroyskir, men nú eru teir allir útlendskir, søgdu mær í dag søguna um eina átjan ára gamla kaliforniska gentu, Olivia Rodrigo, sum skal hava stolið eitt gittarriff frá Elvis Costello sanginum Pump It Up av plátuni ”This Year’s Model” frá 1978, og brúkt tað, gittarriffið, í egna spildurnýggja sanginum Brutal á plátuni ”Sour”. 

Heldur enn plagiat vil eg kalla tað foredling, enntá við meirvirði í skapi av einum dagførdum Nirvana teenage angst ískoyti. Framúr sangur, Brutal.

Meðan eg lurti eftir sanginum á Spotify, og næsti sangur á plátuni hjá Oliviu Rodrigo byrjar, hann eitir Traitor, undrist eg yvir, at ákæran um plagiarismu ikki er fallin á henda sangin í staðin, Traitor, sum leggur seg greitt upp at klassikaranum What’s so Funny ’bout Peace, Love and Understanding hjá Nick Lowe frá 1974. 

So uppdagi eg at sama unga sangarinna, Olivia Rodrigo, sum er kend frá Disney, hevur hermt eftir Courtney Love í einum sangleiki, og á promotion plakatini fyri aktuellu Sour konsertferðina, The Sour Prom Tour, hevur unga Rodrigo sett seg í sama stað sum aldrandi Courtney Love gjørdi í 1994 á LP húsanum ”Live Through This”. 

Ein grátandi prom queen, sum hevur lagt sær maskara, ið natúrligvís er farin at renna, maskarain. 

Nú hevur Olivia Rodrigo endurtikið støðuna. Men Courtney, sum var gift Kurt Cobain, heldur seg eiga motivið og støðuna. 

Og so er tað søgan um at stjala gittarriffið hjá Costello, sum eisini hevur sungið áðurnevnda sangin hjá Nick Lowe. Vit ferðast í ógvuliga avmarkaðum umhvørvi. 

Elvis Costello, sum útvið hálva øld hevur verið og enn er ein av fremstu plátuskøldum sigur, at soleiðis er poppur, og stuðlar Oliviu Rodrigo fult út við at nevna Too Much Monkey Business hjá Chuck Berry frá 1956, sum var grundarlagið undir Subterranean Homesick Blues hjá Bob Dylan í 1965. 

- This is fine by me. It's how rock and roll works. You take the broken pieces of another thrill and make a brand new toy, sigur Elvis Costello við bæði BBC og Sky News. 

Tað er eitt góðskumet uttan líka, sum hin unga Rodrigo hevur fingið frá tí aldrandi Costello. Hóast koronu fær man hug at fara á konsert aftur og leggja eina nýggja plátu á gamla plátuspælaran. 

Hvat heldur tú? Hevur rocklyrikkur, plátuskaldskapur, nakran týdning, tá vit bera saman við kanoniserað yrkingasøvn á høvuðsmálunum? 

(Myndirnar eru pressumyndir frá AP)