Møtti fronsku Bruno og Brigitte Mulac á spartanska kampingplássinum í Elduvík í gjár. Tey eru úr býnum Troyes, har eysturi í Fraklandi góðar hundrað kilometur suður úr kenda býnum Reimes, upplýsur Bruno, sum á brúnni spyr meg um myndatólið, linsuna og ljósviðurskifti.
Tey komu við Norrönu sunnukvøldið og fara víðari til Íslands mikudagin.
- Vit ætla at koyra Ringin, vegin runt alt Ísland, og síggja bygdina Vík á Suðurlandinum, har sjónvarpsrøðin Katla júst er tikin, sigur hann og greiðir frá um bilin, ein eitt ára gamal Nissan Navara, ið er innrættaður sum húsvognur.
- Hann er lutfalsliga lítil og perfektur til føroysku vegirnar. Men hesin týski, sum beint nú koyrir avstað, er ein fínur bilur til sama endamál, men hann er alt ov stórur til føroysku vegirnar, heldur vandni franski ferðamaðurin, ið hevur verið pensionistur í níggju ár.
Eg kann ikki annað enn verða samdur við franska ferðamanninum, sum vil hava at vita, hvussu bláu parkeringsskeltini á føroysku landsvegunum skulu skiljast, tá skrivað stendur ”3 tímar”.
- Kunnu vit steðga har, spyr hann.
- Jú, sigi eg.
- Skeltini siga, at har kanst tú lógliga steðga í tað tímatal, sum nevnt er. Eingin forðar tær í tí, treytað av at plássið ikki er upptikið og tú ikki órógvar nakað annað, sum gongur fyri seg.
So er tað greitt og bæði eru fegin um svarið.
Eg spyrji nærri um bilin, hvar tey fyrr hava koyrt og um tey dokumentera ferðina, ella skriva fyri nakran.
- Nei, vit skriva ikki fyri nakran og taka bara myndir fyri okkum sjálvi. Nissan bilurin er sum nevnt smidligur til føroysku vegirnar, og hóast kompaktur er hann heilt rúmligur hjá okkum at búgva í meðan vit koyra. Í Norðurlondum hava vit fyrr koyrt gjøgnum alt Noreg og heilt upp til Nordkapp, nógv í Danmark, Svøríki og Finnlandi eisini, og so hava vit í langa tíð koyrt á iberisku hálvoynni, í Portugal og Spania, og so í Marokko í Norðurafrika, umframt í Fraklandi. Men tað hevur verið í einum øðrum bili enn hesum, vit nú er komin til Føroya við og fara víðari til Íslands við mikudagin. Ein dreymur er at koyra í einum og sama bili frá Patagonia til Anchorage, sigur Bruno, og fær meg at øtast og Google Maps at siga: Sorry, we could not calculate driving directions from "Patagonia" to "Anchorage, Alaska, USA". Í loftlinju er tað trettan túsund kilometrar.
Hóast Nissan bilurin er størri, er sniðið í prinsippinum tað sama, sum John Steinbeck brúkti í 1960, tá hann koyrdi um alt USA við hundinum Charley í einum umbygdum GMC pick up, sum hann kallaði Rocinante. Bilurin sæst á Steinbeck savninum í Salinas, har eisini hetta sitat hongur á vegginum: ”Ein ferð er sum ein persónur í sjálvum sær, tí eingin er líka. Eftir mong stríggin ár, koma vit til ta niðurstøðu, at tað eru ikki vit, sum fara á ferð, men ferðin, sum fer við okkum”.
Í skúlanum eru eini týsk hjún, sum bjóða kaffi og selja jakkar og taskur úr tøvdari ull. Tey elska Elduvík og hava keypt eini hús her. Í Gøtu er Anders Errboe við einum stórum donskum ferðaliði. Meðan eg koyri úr Elduvík hugsi eg um, hvar heimligu ferðafólkaaktørarnir eru. Tankarnir verða skjótt brotnir av, tí nú nærkast náttúrði og bilarnir stuna til heimbygdina. Teir halda ikki av, men fáa meg í trimum førum at bakka til eitt pinkulítið møtipláss og koyra sjálvir fram við einum nógv størri. Eg undrist yvir mannfólkamentanina á teininum millum Elduvík og Funningsfjørð, men varnist, at tað er hitt kynið, ið koyrir skjótt og aggressivt og hvørki heilsar ella vísir hug at halda av. Undrist yvir, hvat tað er, ið Elduvíkarmakin hevur at bjóða, tá so skjótt skal koyrast heim.
Útvarpstíðindini siga frá bíðiljósum, ið eru sett upp við tunlarnar Norður um Fjall. Bygdafólkið vil ikki akta ljósini, tí tað seinkar heimferðini og øllum ørindum av bygdini og til Klaksvíkar. Komi í tankar um mín fyrsta túr við mínum Volvo til Viðareiðis, tá eg mátti bakka inni í tunlinum og misti annað speglið, tí ein av teim lokalu vildi heim og tað ekspress. Tað er mest agangandi bilførari eg havi møtt. Næsthægsti aggresivitetur var á vegnum millum Hvalba og Sandvík, og í dag kann eg konstatera, at triðja plássið, hvat aggressiviteti á vegnum viðvíkur, er móti Elduvík ein mánadag um náttúratíð. So ansið tykkum fyri lokalum bilistum, tá tit fara út á bygdirnar.
Annars eru nógv góð myndaevni at fanga í bygdini og fram við vegnum.