Fríggjadagin 3. desember letur Jórun Dánialsdóttir Poulsen upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík við 50 myndum og 40 koddum. Eg spyrji, um hon meinar við pútur. - Nei, sigur Jórun avgjørd. Í skúlanum lærdi føroysktlærarin okkum, at tað æt koddi. Tú kundi siga stovukoddi ella seingjarkoddi. Hitt orðið, púta, merkir hora, sigur Jórun, sum longu nú hevur grundgivið fyri, hví hon sigur koddi. Her hevur hon endurnýtt brúkt gomul slips til koddarnar. Vit, sum vitja, eru floksfelagar úr barnaskúlanum og hava altíð kent Jórun. Hon er mostur Martin, sum er ein okkara. Vit møtast javnan, og nú vit hoyrdu, at Jórun arbeiðir við nýggjari framsýning, spurdu vit, um vit kundu støkka inn á gólvið í Sílagøtu, har hon býr og arbeiðir. Jú, tað var gamaní. Fyrst fyri í nýfalna kavanum er turt kjøt úr Bø. Vit skifta orð um barnaskúla og lenda á, hvussu umráðandi tað er, at verða hildin til í evning og kreativu lærugreinunum ikki minst í rokning. Sjálvur havi eg tað soleiðis, at í fimta flokki helt eg uppa