James Bond er vinnarin í biografunum í ár. Í Havnar Bio hava fleiri enn 7500 sæð filmin, og í Danmark er tað fyrstu ferð, at ein James Bond filmur fer um milliónina. So mong hava sæð No Time To Die, sum er 25. James Bond filmurin og hin seinasti hjá Daniel Craig, sum eisini velur at leggja beinini á Trøllanesi.
- Her hjá okkum er tað mest sæddi filmur í ár. Kappingarneytarnir eru teir báðir føroysku filmarnir Skál og 111 Góðir Dagar, sum 1500-1600 fólk í hvørjum føri hava sæð, sigur Mourits Clementsen, sum rekur Havnar Bio.
Hann leggur afturat, at í Danmark, har filmsveitararnir eru, skulu vit tólv ár aftur í tíðina at finna ein film, sum fór upp um eina millión í seldum atgongumerkjum í Ríkinum. Tað var Avatar, sigur Mourits. Og hesin filmurin No Time To Die hevur bara gingið í hálva sjeyndu viku.
SF Studios, sum eiga filmin, upplýsa, at í Danmark, Føroyum og Grønlandi, hevur nýggi James Bond filmurin skapt biografunum eina inntøku, sum er omanfyri 126 milliónir.
Stjórin í SF Studios, Frederik Malling Juul, sigur, at No time to die er ein stór felagsuppliving mitt í einari pandemi, og tað hava vit brúk fyri, felagsuplivingini. Og so hevur atgongumerkjasølan nú staðfest, at eftir íbúgvaratali er danska Ríkið heimsins størsta Bond territorium, sum vit eru serliga errin av, sigur Frederik Malling Juul.