Skip to main content

Frá Abba til Palme

Sviar seta skránna í hesum døgum. Fyrstu við Abba og tíggju nýggjum sangum á Spotify, og nú við fimm pørtum um Palmedrápsmanninum á Netflix.

True crime sjónvarpsrøðin byggir á bókina hjá Thomas Pettersson Den osannolika mördaren: Skandiamannen och mordet på Olof Palme, sum forlagið hjá tíðarritinum Filter gav út í 2018.

Tá vóru 32 ár liðin síðan Palmedrápið, og 18 ár síðan ósannlíki drápsmaðurin doyði fyri egnari hond. Tvey ár seinni, í 2020, kunngjørdu svensku myndugleikarnir at Stig ”Skandiamannen” Engström var Palmedrápsmaðurin, sum nú lá í grøvini og tí ikki kundi rættarsøkjast. So varð lok lagt á málið, sum eins og Kennedymorðið í USA hevði elvt til eitt tjóðaskaparligt trauma, men eisini hevði lagt lunnar undir óstýriligar søgur um samansvørjingar av øllum handa slag.

Alt hetta verður rullað út í svensku fimmparta fiktiónsrøðini hjá Netflix, sum hóast hon byrjar og endar við drápsmanninum, er bæði spennandi og áhugaverd at síggja, tí hon er so mettað við fakta. 

Høvuðsleikarin er Robert Gustafsson, sum vit fyrr hava sæð í Hundraåringen som klev ut genom fönstret och försvann og annars er kendur sum stuttligasti maður í Svøríki. Tað er hann ikki í hesum filmi. Vit síggja eisini Mikael Persbrandt sum Hans Holmér, ið ikki lurtar eftir nøkrum uttan sær sjálvum. 

Vit fylgja rundleitta grafiska teknaranum í Skandia, sum aldri verður tikin við uppá ráð, og gerst beiskari og beiskari, sum árini líða. Hansara góðlynta ynski um at gera mun verður mytomaniskt, og hann roynir eins og Forrest Gump at skriva seg inn í hendingar, eisini hana, tá Palme varð myrdur. Eingin lurtar og miseydnaði maðurin fer at drekka meir og meir. 

Vit hoyra um barnaárini í Bombay í India har hann er føddur og hvussu foreldrini 1947 lata næstrafólk heima í Svøríki fáa dreingin til fosturs, tá foreldrini fara avstað aftur. 

Høvuðspersónurin, Stig ”Skandiamannen” Engström, kennir seg kroystan frá øllum síðum, men eydnast væl í bridgespæli millum betra slagið í Täby í Stockholm, sum hann sær upp til og eru einastu vinir, hann hevur. Markantasti mótleikari í hesum føri er Magnus Krepper. Og so konan í aðru giftu, sum rýmir, tá hon ikki longur kennist við mannin, sum kanska er drápsmaður. Shanti Roney hevur ein spennandi leiklut sum innanhýsis sneytari í Skandia, sum verður knýtt at Palme familjuni.

Søgan kann berast saman við Taxi Driver har ein einsamallur misfit, ein Vjetnamhermaður, fer av vitinum, tí hann hevur mist svøvnin. Hann fer at koyra taxa um náttini og vil gera mun, rudda alla óhumskuna í stórbýnum burtur. So startar hansar blóðiga vendetta.

Hóast motivið er tað sama hjá hesum ósannlíka drápsmanninum, sum skjeyt Palme - ið júst hevði sæð Brödrena Mozart, sum Filmsfelagið vísti í Sjónleikarhúsinum um sama mundið, og hvørs leikstjóri, Suzanne Osten, hevur vitjað her - so er svenska søgan ikki so blóðdálkað, sum hin harðkókaða amerikanska. Hon er gerandisliga fordekt, tí hon fer fram í folkhemmet Sverige, har alt er til borgarans besta. Men júst henda søgan vísur, at einki riggar sum tað skal. Hjá løgregluni detta líkini út úr sosialdemokratiska fílabeinstorninum eitt fyri og annað eftir.

Gott undirhald í fimm pørtum.