ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi, gamla mentalandinum, ið nú verður stemplað sum aggressor á enskum, tað er агрессор á russiskum og агресор á ukrainskum. So lítil er munurin. Nú altjóða arbeiðaradagur er, Russland er farið fyri bakka, eitt nýtt innvinningarár byrjar her hjá okkum, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 204 mikudagin, fann eg gomlu russisku arbeiðaramyndina aftur á blogginum. Myndin, sum eg tók í Russlandi fyri nítjan árum síðan, vísir ein dregil, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip hjá despotinum. Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir, skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar illa og man neyvan vera gott fyri heilsu og umhvørvi. Dregili