ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ Heiður og æra til arbeiðið stendur á risastóra uppslagnum á Zvezdochka skipasmiðjuni í Severodvinsk, tætt við Arkhangelsk har norðuri í Russlandi, gamla mentalandinum, ið nú verður stemplað sum aggressor á enskum, tað er агрессор á russiskum og агресор á ukrainskum. So lítil er munurin.
Nú altjóða arbeiðaradagur er, Russland er farið fyri bakka, eitt nýtt innvinningarár byrjar her hjá okkum, frítíðarløn verður goldin og Marx fyllir 204 mikudagin, fann eg gomlu russisku arbeiðaramyndina aftur á blogginum.
Myndin, sum eg tók í Russlandi fyri nítjan árum síðan, vísir ein dregil, sum hongur niður úr loftinum í Zvezdochka-høllini, har tey gera framdriftsskrúvur til hernaðarskip hjá despotinum.
Beint her, í hondum arbeiðaranna, verður framdriftin hjá russiska herinum skapt og skorin. Saman við Kanada og Noregi verða gamlir kjarnorkuriknir kavbátar skrottaðir, skornir upp, á somu skipasmiðju. Tað luktar illa og man neyvan vera gott fyri heilsu og umhvørvi.
Dregilin á ovastu myndini er fleiri húsahæddir til støddar. Á gamalsovjettiskan hátt verður sagt: ЧЕСТЬ И СЛАВА ПО ТРУДУ. Tá eg spyrji um tekstin, yppir dagsins russiski arbeiðari øksl og smírist at fornisku boðunum, ið minna øll á farnar tíðir.
Altjóða arbeiðaradagin havi eg brúkt russiska knappaborðið og sett fremmandu stavirnar inn í Google umsetaran, sum er á netinum hjá øllum at brúka. Føroyskt eigur enn ikki innivist, so tann umsetingin er heimagjørd. Eftir bókstavaraðnum komu hesar arbeiðaratýðingar burturúr, fyrst hin ukrainska og føroyska, ið eru tvey mál, ið standa saman móti russiskum ágangi. Tungumál, altso. Gerðirnar fylgja ikki við orðunum. Í so máta hava vit ein virilan aggressor í eysturi og ein impotentan politiska skaploysing, amøbu, her hjá okkum.
Niðast er ein dagsaktuell mynd av føroyskt-russiskum arbeiðarasamstarvi, sum umframt at kasta langan skugga út í heim, eisini kastar nógvar pengar av sær á avmarkaða staðnum.
ЧЕСТЬ І СЛАВА ПО ПРАЦІ
Heiður og æra til arbeiðið
Ære og Herlighed TIL ARBEJDE
Heiður og vegsemd atvinnuréttindi
Ære og ære ARBEID
Ära och ära till ARBETE
Kunnia ja Kunnia TYÖ
Eer en glorie aan WORK
HONOUR AND GLORY TO WORK
Honneur et gloire à TRAVAIL
Ruhm und Ehre TO WORK
כבוד ותפארת עבודה
Becsület és dicsőség DOLGOZNI
Honra e glória aos TRABALLO
Thiobraid AGUS Glóir OBAIR
Honra e glória aos TRABALHO
HONOR Y GLORIA AL TRABAJO
Waheshimu NA UTUKUFU KWA KAZI
เกียรตินิยมและ GLORY TO WORK
ONUR VE GLORY İŞ İÇİN
Danh dự và vinh quang cho
Anrhydedd A gogoniant i GWAITH
האָנאָור און כבוד צו ארבעטן
Góðan arbeiðaradag, nær og fjar!